Far beinleiðis til innihaldið

SAMRØÐA | RACQUEL HALL

Ein jødisk kona greiðir frá, hví hon broytti trúgv

Ein jødisk kona greiðir frá, hví hon broytti trúgv

Mamma Racquel Hall var jødi og úr Ísrael, og pápin, sum var úr Eysturríki, vendi um til jødadómin. Foreldrini hjá mammu hennara vóru sionistar og fluttu til Ísraels í 1948 – tað árið landið bleiv sjálvstøðugt. Blaðið Vaknið! spurdi Racquel, hvat fekk hana at endurskoða sína jødisku trúgv.

Fortel eitt sindur um teg sjálva.

Eg bleiv fødd í 1979 í USA. Tá ið eg var trý ára gomul, blivu foreldrini skild. Mamma lærdi meg jødiska siðvenju og læt meg ganga í jødiskum skúlum, sum verða róptir yeshiva. Tá ið eg var sjey, fluttu vit til Ísraels í eitt ár, og har gekk eg í skúla í einari kibbuts, sum er eitt landbúnaðarsambýli. Aftan á tað fluttu mamma og eg til Meksiko.

Sjálvt um eingin sýnagoga var í nærheitini, fylgdi eg teimum jødisku siðunum. Eg plagdi at tendra stearinljós á sabbatinum, at lesa í Toraini og at brúka eina serliga bønabók, tá ið eg bað. Í skúlanum segði eg ofta við floksfelagarnar, at mín átrúnaður var tann upprunaligi. Eg hevði ongantíð lisið í tí, sum vanliga verður rópt Nýggja testamenti, ið fremst av øllum handlar um tænastuna og læruna hjá Jesusi. Mamma hevði faktiskt ávarað meg ímóti tí, tí hon var bangin fyri, at tað fór at hava negativa ávirkan á meg.

Hví valdi tú at lesa Nýggja testamenti?

Beint áðrenn eg fylti 17, flutti eg aftur til USA fyri at gera meg lidna við skúlan. Ein, sum eg kendi, og sum var kristin, segði við meg, at eg ikki kundi fáa eitt gott lív uttan Jesus.

„Tey, sum trúgva upp á Jesus, eru villleidd,“ svaraði eg.

„Hevur tú nakrantíð lisið Nýggja testamenti?“ spurdi hann.

„Nei,“ svaraði eg.

So segði hann: „Er tað ikki eitt sindur trongskygt at úttala seg um nakað, mann ikki veit nakað um?“

Eg bleiv rættiliga illa við av tí, sum hann segði, tí eg hevði altíð hildið, at tað var býtt at siga sína meining um nakað uttan at hava kannað tað fyrst. Av tí at eg skammaðist um tað, lænti eg Bíbliuna frá honum og fór heim at lesa Nýggja testamenti.

Hvussu bleivst tú ávirkað av tí, sum tú las?

Tað kom óvart á meg, at tað faktiskt vóru jødar, sum høvdu skrivað Nýggja testamenti. Og jú meira eg las, jú betur skilti eg, at Jesus var ein blíður, eyðmjúkur jødi, sum bara vildi hjálpa fólki og ikki útnytta tey. Eg fór enntá á bókasavnið at læna nakrar bøkur um hann. Men eingin av teimum sannførdi meg um, at Jesus var Messias. Nakrar søgdu enntá, at hann var Gud, men tað gav onga meining í mínum høvdi, tí hvønn bað Jesus so til? Seg sjálvan? Og Jesus doyði jú eisini. Men Bíblian sigur, at Gud aldrin doyr. *

Hvussu fekst tú svar upp á tínar spurningar?

Sannleikin mótsigur ikki sær sjálvum, og eg setti mær fyri at finna sannleikan. Við tárum bað eg inniliga til Gud – og fyri fyrstu ferð uttan bønabókina. Eg var ikki meira enn liðug at biðja, fyrr enn tað bankaði upp á dyrnar. Tað vóru tvær konur, sum vóru Jehova vitni. Tær góvu mær eitt hefti. Hetta heftið og samrøðurnar, eg hevði við tær báðar, sannførdu meg um, at tað, sum Jehova vitni trúgva upp á, er grundað á Bíbliuna. Til dømis trúgva tey ikki, at Jesus er ein partur av eini tríeind, men at hann er „Sonur Guds“ * og „upphav skapnings Guds“. *

Stutt aftaná fór eg aftur til Meksiko, og har helt eg fram at kanna profetiirnar um Messias saman við Jehova vitnum. Eg var bilsin um, hvussu nógvar profetiir vóru. Men eg bleiv við at vera eitt sindur skeptisk. Eg hugsaði: ’Var Jesus tann einasti, sum kundi uppfylla profetiirnar? Og hvat um hann bara dugdi væl at spæla sjónleik?’

Hvat sannførdi teg?

Jehova vitni vístu mær nakrar profetiir, sum eingin svíkjari hevði kunnað uppfylt. Til dømis segði Mika profetur meira enn 700 ár frammanundan, at Messias skuldi verða føddur í Betlehem í Judea. * Hvør kann gera av, hvar hann verður føddur? Esaias skrivaði, at Messias skuldi verða dripin sum ein brotsmaður, men at hann skuldi verða grivin hjá teimum ríku. * Jesus uppfylti allar hesar profetiirnar.

Nakað av tí, sum at enda sannførdi meg, hevði at gera við forfedrarnar hjá Jesusi. Bíblian sigur, at Messias skuldi vera ein eftirkomari hjá Dávidi kongi. * Jødar í forðum gjørdu bæði almennar og privatar ættartalvur. So um Jesus ikki var úr ætt Dávids, høvdu fíggindarnir rópt tað út um allar geilar! Men tað gjørdu teir ikki, tí eingin ivi var um, at Jesus var úr ætt Dávids. Mannamúgvurnar søgdu enntá um hann, at hann var „sonur Dávids“. *

Í ár 70 e.o.t – 37 ár eftir at Jesus var deyður – oyðiløgdu rómverskir hermenn Jerusalem, og ættartalvurnar blivu antin burtur ella oyðilagdar. So um mann út frá ættini skuldi staðfesta, hvør Messias var, mátti hann altso koma áðrenn ár 70.

Hvussu ávirkaði hetta teg?

Í 5. Mósebók 18:18, 19 var tað boðað frá, at Gud fór at lata ein profet sum Móses stíga fram í Ísrael. Ein og hvør, ið „ikki hoyrir orð Míni, sum Hann skal tala í navni Mínum, skal koma at svara Mær fyri tað“, segði Gud. Tá ið eg hevði kannað alla Bíbliuna, bleiv eg sannførd um, at tað var Jesus úr Nazaret, sum var hesin profeturin.