Far beinleiðis til innihaldið

Hví skal mann víga sítt lív til Jehova?

Hví skal mann víga sítt lív til Jehova?

Hví skal mann víga sítt lív til Jehova?

„Í nátt stóð fyri mær eingil frá Gudi, sum eg tilhoyri.“ – ÁPS. 27:23.

1. Hvat hava tey, sum eru klár at lata seg doypa, longu gjørt, og hvørjir spurningar stinga seg upp?

 „HEVUR tú angrað tínar syndir, vígt títt lív til Jehova og viðurkent, at hann frelsir okkum gjøgnum Jesus?“ Hetta er ein av teimum báðum spurningunum, sum tey, ið skulu doypast, skulu svara upp á aftan á dópsfyrilesturin. Hví mugu tey, sum vilja tæna Jehova, víga sítt lív til hansara? Hvussu gagnar tað okkum, at vit hava vígt okkara lív til Gud? Hví kann mann ikki tæna Gudi upp á rættan máta uttan at víga sítt lív til hansara? Fyri at fáa svar upp á hesar spurningarnar mugu vit vita, hvat tað vil siga at víga sítt lív til Jehova.

2. Hvat vil tað siga at víga sítt lív til Jehova?

2 Hvat vil tað siga at víga sítt lív til Jehova? Paulus segði nakað áhugavert um sítt samband við Gud, einaferð tá ið hann var í havsneyð. Hann segði, at hann ’tilhoyrdi Gudi’. (Les Ápostlasøguna 27:22-24.) Øll sonn kristin tilhoyra Jehova, men heimurin sum heild „liggur í hinum illa“. (1. Jóh. 5:19) Tá ið vit hava vígt okkara lív til Jehova í bøn, hoyra vit honum til. Vígsla er eitt persónligt lyfti, sum vit geva Jehova, og aftan á tað lata vit okkum doypa í vatni.

3. Hvat vísti dópurin hjá Jesusi, og hvussu kunnu vit taka eftir honum?

3 Jesus er ein góð fyrimynd fyri okkum, tí hann valdi sjálvur at gera Guds vilja. Tá ið hann bleiv føddur, var hann longu vígdur til Jehova, tí hann var ein partur av vígdu tjóðini Ísrael. Men hví læt hann seg so doypa? Sambært Guds orði segði hann: „Hygg, Eg komi … at gera vilja Tín, Gud!“ (Hebr. 10:7; Luk. 3:21) So tá ið Jesus bleiv doyptur, var tað fyri at vísa Gudi, at hann var klárur at gera hansara vilja. Sonn kristin taka eftir honum. Men tá ið tey blíva doypt, er tað fyri at vísa øðrum menniskjum, at tey hava vígt sítt lív til Gud í bøn.

Hvussu gagnar tað okkum at víga okkara lív til Gud?

4. Hvat vísir vinalagið millum Dávid og Jónatan um tað at føla ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum?

4 Tað er eitt týdningarmikið stig, mann tekur, tá ið mann vígir sítt lív til Gud. Tað hevur størri týdning enn nakað lyfti, mann kann geva nøkrum menniskja. Men hvussu gagnar tað okkum at víga okkara lív til Gud? Vit kunnu samanbera tað við at hava ein góðan vin. Viss tú vilt hava ein vin, mást tú eisini sjálvur vera ein vinur. Tað vil millum annað siga, at tú følir ábyrgd yvir fyri viðkomandi og vísir honum, at tú hugsar um hann. Vit lesa um eitt heilt serligt vinalag í Bíbliuni. Tað var millum Dávid og Jónatan. Teir gjørdu enntá ein sáttmála við hvønn annan um, at teir skuldu vera vinir. (Les 1. Sámuelsbók 17:57; 18:1, 3.) Sum dømið við teimum vísir, verður eitt vinalag sterkari, tá ið báðir partar føla ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum. – Orðt. 17:17; 18:24.

5. Hví kundi tað vera gott hjá einum træli at verða verandi hjá einum góðum harra?

5 Í Móselógini er eitt annað dømi um, at tað er gott, at tveir persónar gera eina avtalu sínámillum. Viss ein trælur vildi kenna tann tryggleikan, sum tað hevði við sær at verða verandi hjá einum góðum harra, kundi hann gera eina bindandi avtalu við hann. Lógin segði: „Sigur nú trælurin: ’Eg eri góður við harra Mín, við konu Mína og børn míni – eg vil ikki verða frígivin!’ so skal harri hansara leiða hann fram fyri Gud og lata hann standa upp móti hurðini ella durastavinum; so skal harri hansara stinga hann gjøgnum oyrað við sýli, og hann skal vera trælur hansara alla tíð sína.“ – 2. Mós. 21:5, 6.

6, 7. (a) Hvussu kunnu bindandi avtalur og sáttmálar gagna fólki? (b) Hvat sigur tað um okkara samband við Jehova?

6 Hjúnabandið er eitt dømi aftrat um, at tað er gott at gera eina bindandi avtalu. Tá ið ein maður og ein kona verða gift, geva tey hvørjum øðrum eitt týdningarmikið lyfti, sum tey hava skyldu at halda. Tvey, sum bara liva saman uttan at vera gift, kunnu ikki ordiliga føla seg trygg, og tað kunnu børnini hjá teimum heldur ikki. Men hjún, sum hava virðing fyri Bíbliuni, royna at loysa sínar trupulleikar í staðin fyri at fara frá hvørjum øðrum. – Matt. 19:5, 6; 1. Kor. 13:7, 8; Hebr. 13:4.

7 Á Bíbliunnar døgum gagnaði tað fólki at gera bindandi sáttmálar í sambandi við handil og arbeiði. (Matt. 20:1, 2, 8) Tað sama er galdandi í dag. Til dømis er tað gott at gera eina skrivliga avtalu, ella sáttmála, áðrenn mann fer í holt við nakað, sum hevur við handilssamstarv at gera, ella áðrenn mann tekur við einum starvi í einari fyritøku. So viss tað er umráðandi og gagnligt at føla ábyrgd í sambandi við vinalag, hjúnaband og arbeiði, má tað sama vera galdandi, tá ið talan er um okkara samband við Jehova. Nú fara vit at kanna, hvussu tað gagnaði fólki í forðum at vera vígd til Jehova, og hvønn týdning tað hevði.

Hvussu gagnaði tað ísraelsfólki, at tey vóru vígd til Gud?

8. Hvat merkti tað fyri ísraelsfólk, at tey vóru vígd til Gud?

8 Ísraelsfólk blivu vígd til Jehova, tá ið tey góvu honum eitt lyfti. Jehova savnaði tey við Sinaifjall og segði við tey: „Akta tit nú rødd Mína, og halda tit sáttmála Mín, so skulu tit fram um øll fólk vera ogn Mín.“ Tey svaraðu øll sum ein: „Alt tað, ið HARRIN hevur sagt, skulu vit gera!“ (2. Mós. 19:4-8) At vera ein vígd tjóð merkti nógv meira fyri ísraelsfólk, enn at tey høvdu bundið seg til at gera tað, sum Jehova segði. Tað merkti, at tey tilhoyrdu Jehova, og at hann metti tey sum sína serligu ogn.

9. Hvussu gagnaði tað ísraelsfólki, at tey vóru vígd til Gud?

9 Tað gagnaði ísraelsfólki at tilhoyra Jehova. Hann var trúfastur og tók sær av teimum, akkurát sum góð foreldur taka sær av børnunum. Gud segði við ísraelsfólk: „Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!“ (Es. 49:15) Jehova gav teimum leiðbeining gjøgnum lógina, og hann sendi profetar at ugga tey og einglar at verja tey. Eitt sálmaskald skrivaði: „Hann hevur kunngjørt Jákupi orð Sítt, Ísrael boð Síni og lógir Sínar; tað hevur Hann ikki gjørt við nakra aðra tjóð.“ (Slm. 147:19, 20; les Sálm 34:8, 20; 48:15.) Jehova tók sær væl av tjóðini, sum tilhoyrdi honum í forðum, og hann tekur sær eisini væl av teimum, sum víga sítt lív til hansara í dag.

Hví eiga vit at víga okkara lív til Gud?

10, 11. Eru vit fødd við einum góðum sambandi við Gud? Greið frá.

10 Nøkur, sum umhugsa at víga sítt lív til Jehova og lata seg doypa, hugsa kanska: Hví kann eg ikki tæna Gudi uttan at víga mítt lív til hansara? Svarið er greitt, tá ið vit hugsa um okkara núverandi støðu í mun til Gud. Av tí at vit eru eftirkomarar hjá Ádami, eru vit fødd sum syndarar, og tí hava vit ikki eitt gott samband við Gud. (Róm. 3:23; 5:12) Vit noyðast at víga okkara lív til Gud og blíva hansara tænarar fyri at fáa eitt gott samband við hann. Latið okkum kanna, hví tað er so.

11 Eingin av okkum hevur ein biologiskan pápa, sum kann geva okkum ævigt lív, soleiðis sum Gud ætlaði tað. (1. Tim. 6:19) Av tí at Ádam og Eva syndaðu, blivu vit skild frá okkara góða faðir og skapara. (Samanber við 5. Mósebók 32:5.) Frá tá av bleiv eingin føddur við einum góðum sambandi við Gud.

12. (a) Hvussu kunnu ófullkomin menniskju blíva góðkendir tænarar hjá Gudi? (b) Hvat mugu vit gera, áðrenn vit kunnu blíva doypt?

12 Men hvør einstakur av okkum kann biðja Gud um at góðtaka okkum sum sínar tænarar. a Hvussu kunnu vit tað, tá ið vit eru syndarar? Paulus skrivaði: ’Táið vit vóru fíggindar, vórðu vit sátt við Gud við deyða Sonar Hansara.’ (Róm. 5:10) Tá ið dópurin fer fram, heita vit so at siga á Gud um eina góða samvitsku, so hann kann góðtaka okkum. (1. Pæt. 3:21) Men áðrenn vit blíva doypt, mugu vit læra Gud at kenna, líta á hann, angra okkara syndir og venda við. (Jóh. 17:3; Áps. 3:19; Hebr. 11:6) Og so er eitt aftrat, vit mugu gera, um Gud skal góðtaka okkum sum sínar tænarar. Hvat er tað?

13. Hví gevur tað meining, at vit víga okkara lív til Gud fyri at kunna blíva hansara tænarar?

13 Áðrenn vit kunnu blíva tænarar Guds, mugu vit geva Jehova eitt hátíðarligt lyfti. Fyri at skilja hví, kunnu vit ímynda okkum ein fittan mann, sum gjarna vil ættleiða ein foreldraleysan drong. Men áðrenn hann góðtekur dreingin sum sín son, vil hann hava dreingin at lova nakað. Maðurin sigur: ’Áðrenn eg taki teg til mín sum mín egna son, má eg vita, um tú vilt elska og virða meg sum pápa tín.’ Tað er bara, viss drongurin er villigur at lova honum tað, at maðurin vil góðtaka hann í sína familju. Hevði tað ikki verið rímiligt? Á sama hátt góðtekur Jehova eisini bara tey, sum eru villig at víga sítt lív til hansara. Bíblian sigur: ’Berið fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur.’ – Róm. 12:1.

Ein gerð, sum vísir, at vit elska Gud og trúgva upp á hann

14. Hvussu vísa vit, at vit elska Gud, tá ið vit víga okkara lív til hansara?

14 Tá ið vit víga okkara lív til Gud, vísa vit, at vit elska hann. Nakað tað sama er galdandi í sambandi við eitt hjúnabandslyfti. Ein brúðgómur vísir, at hann elskar sína brúður, tá ið hann lovar at vera trúgvur ímóti henni, líkamikið hvat hendir. Í hesum liggur meira enn at lova onkrum okkurt, tað er eitt hátíðarligt lyfti, mann gevur, tí mann elskar viðkomandi. Brúðgómurin veit, at hann ikki fær allar tær signingarnar, eitt hjúnaband hevur við sær, sum til dømis at búgva saman við brúðrini, viss hann ikki gevur eitt hjúnabandslyfti. Upp á sama máta kunnu vit ikki fáa allar signingarnar, sum ein tænari hjá Gudi fær, viss vit ikki víga okkara lív til hansara. Vit víga altso okkara lív til Jehova, tí vit gjarna vilja hoyra honum til, og tí vit vilja gera alt, vit kunnu, fyri at vera trúgv ímóti honum, líkamikið hvat hendir. – Matt. 22:37.

15. Hvussu vísa vit, at vit trúgva upp á Gud, tá ið vit víga okkara lív til hansara?

15 Tá ið vit víga okkara lív til Jehova, vísa vit, at vit trúgva upp á hann. Hvussu tá? Okkara trúgv á Jehova gevur okkum álit á, at tað er gott at halda seg nær hjá honum. (Slm. 73:28) Vit vita, at tað ikki altíð fer at vera lætt at tæna Jehova, tí vit liva mitt í einum óndum heimi. Men vit eru vís í, at hann fer at hjálpa okkum at vera trúføst. (Fil. 2:15; 4:13) Vit vita, at vit eru ófullkomin, men vit vita eisini, at Jehova gjarna vil fyrigeva okkum, tá ið vit gera nakað skeivt. (Les Sálm 103:13, 14; Rómbrævið 7:21-25.) Vit trúgva upp á, at Jehova fer at signa okkum, viss vit gera alt, vit kunnu, fyri at vera trúføst ímóti honum. – Job 27:5.

Tað hevur gleði við sær at víga sítt lív til Gud

16, 17. Hví gevur tað gleði at vera ein vígdur tænari hjá Jehova?

16 Tað gevur gleði at vera ein vígdur tænari hjá Jehova, tí tá geva vit av okkum sjálvum. Jesus segði jú: „Sælari er at geva enn at fáa.“ (Áps. 20:35) Tað var nakað, hann sjálvur upplivdi, meðan hann var her á jørðini. Hann gjørdi nógv fyri at hjálpa øðrum, og tað gav honum gleði. Tá ið tað var neyðugt, var hann villigur at klára seg uttan mat og hvílu fyri at læra fólk um Jehova. (Jóh. 4:34) Jesus elskaði at gleða faðir sín. Hann segði: „Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.“ – Jóh. 8:29; Orðt. 27:11.

17 Jesus vísti lærisveinunum, hvat skuldi til fyri at vera lukkuligur. Hann segði: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan.“ (Matt. 16:24) Tá ið vit gera tað, fáa vit eitt tættari samband við Jehova. Vit fáa ikki ein betri vin enn Jehova, tí hann elskar okkum og tekur sær betur av okkum, enn nakar annar kann.

18. Hví gevur tað størri gleði enn nakað annað at víga sítt lív til Jehova og gera hansara vilja?

18 Tað at víga sítt lív til Jehova og gera hansara vilja gevur størri gleði enn nakað annað. Nógv fólk brúka til dømis nógva tíð og orku upp á at tjena pengar, uttan at tey blíva lukkulig. Men tey, sum velja at tæna Jehova, verða lukkulig. (Matt. 6:24) Hóast tey gleðast um at vera „samverkamenn Guds“, hava tey ikki vígt sítt lív til eitt arbeiði, men til ein takksaman Gud. (1. Kor. 3:9) Jehova er øgiliga takksamur fyri tað, sum tey ofra fyri at tæna honum. Hann lovar enntá at gera tey ung aftur, so tey kunnu gleðast um lívið í allar ævir. – Job 33:25; les Hebrearabrævið 6:10.

19. Hvat fáa tey, sum víga sítt lív til Jehova?

19 Tá ið tú vígir títt lív til Jehova, fært tú eitt tætt samband við hann. Bíblian sigur: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“ (Ják. 4:8; Slm. 25:14) Tann næsta greinin kemur inn upp á, hví vit kunnu vera vís í, at tann besta avgerðin, mann kann taka, er at víga sítt lív til Jehova.

[Undirgrein]

a Tey, sum hoyra upp í ’hin seyðin’ hjá Jesusi, verða ikki synir Guds, fyrr enn tey túsund árini eru av. Men av tí at tey hava vígt sítt lív til Gud, kunnu tey kalla hann faðir og vera hansara tænarar. – Jóh. 10:16; Es. 64:8; Matt. 6:9; Opinb. 20:5.

Hvussu svarar tú?

• Hvat vil tað siga at víga sítt lív til Gud?

• Hvussu gagnar tað okkum at víga okkara lív til Gud?

• Hví mugu tey, sum vilja tæna Jehova, víga sítt lív til hansara?

[Lestrarspurningar]

[Mynd]

Tað at víga sítt lív til Jehova og gera hansara vilja gevur stóra gleði í allar ævir