Vit mugu loysa ósemjur í kærleika
„Haldið frið hvør við annan!“ – MARK. 9:50.
1, 2. Hvørjar ósemjur lesa vit um í Fyrstu Mósebók, og hví er tað áhugavert?
HEVUR tú nakrantíð hugsað um, at Bíblian nevnir fleiri persónligar ósemjur? Vit kunnu bara taka teir fyrstu kapitlarnar í Fyrstu Mósebók. Káin drepur Ábel (1. Mós. 4:3-8); Lemek drepur ein ungan mann, sum hevur sligið hann (1. Mós. 4:23); hirðarnir hjá Ábrahami og Lot skeldast (1. Mós. 13:5-7); Hagar er órein við Sáru, sum verður ill við Ábraham (1. Mós. 16:3-6); Ísmael dámar ongan, og eingin dámar hann. – 1. Mós. 16:12.
2 Hví verða sovorðnar ósemjur nevndar í Bíbliuni? Eitt er, at tað hjálpir okkum ófullkomnu menniskjum at skilja, hví tað er gott at halda frið. Frásøgurnar vísa okkum eisini, hvussu vit kunnu gera tað. Tað er læruríkt at lesa um onnur fólk, sum eisini høvdu ymiskt at stríðast við. Vit síggja, hvussu tey loystu sínar trupulleikar, og tað kann hjálpa okkum at loysa okkara trupulleikar. Allar hesar frásøgurnar hjálpa okkum at skilja, hvat vit skulu gera ella ikki gera, tá ið okkurt er komið ímillum okkum og onnur. – Róm. 15:4.
3. Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?
3 Í hesi greinini fara vit at kanna, hví tað er so umráðandi at loysa ósemjur, og hvussu vit kunnu gera tað. Vit koma eisini inn upp á nakrar bíbilskar meginreglur, sum kunnu hjálpa okkum at hava tað gott saman við øðrum og varðveita okkara góða samband við Jehova.
HVÍ MUGU VIT LOYSA ÓSEMJUR?
4. Hvør hugburður er vanligur í øllum heiminum, og hvat hevur tað havt við sær?
4 Tað er Satan, sum er høvuðsorsøkin til, at tað er so nógv stríð millum menniskju í dag. Í urtagarðinum Eden segði hann, at hvør einstakur sjálvur skal gera av, hvat er rætt og skeivt, uttan at hugsa um, hvat Gud heldur. (1. Mós. 3:1-5) Hvat hevur tað havt við sær? Hesin hugburðurin gjøgnumsúrgar allan heimin og hevur gjørt, at menniskju eru blivin stolt, sjálvsøkin og kappingarhugað. Nógv hava tikið pástandin frá Satani til sín um, at tað er best at gera, sum mann sjálvur vil, uttan at hugsa um onnur. Men tað hevur bara stríð við sær. Og vit mugu minnast til, at „tann, ið illsintur er, vekur stríð; bráðsintur maður ger mangan tað, ið ilt er“. – Orðt. 29:22.
5. Hvørji ráð gav Jesus um at loysa ósemjur?
5 Jesus lærdi menniskju akkurát tað øvuta av tí, sum Satan segði. Hann segði, at tey skuldu royna at halda frið við onnur, sjálvt um tað kanska ikki altíð var til egnan fyrimun. Í fjallaprædikuni kom hann við nógvum góðum ráðum um, hvussu mann kann loysa ósemjur og ansa eftir, at tær ikki verða orsøk til stríð. Hann segði til dømis, at tað er gott at vera mildur, at fáa frið í lag, ikki at blíva illur, at loysa ósemjur skjótt og at elska sínar fíggindar. – Matt. 5:5, 9, 22, 25, 44.
6, 7. (a) Hví er tað umráðandi, at vit loysa ósemjur beinanvegin? (b) Hvørjar spurningar mugu vit seta okkum sjálvum?
6 Tað, sum vit gera í tænastuni fyri Jehova, millum annað at vit biðja til hansara, boða og ganga á møti, er til onga nyttu, viss vit ikki royna at fáa frið í lag við onnur. (Mark. 11:25) Vit kunnu ikki vera vinir við Jehova, viss vit ikki vilja fyrigeva øðrum. – Les Lukas 11:4; Efesusbrævið 4:32.
7 Jehova væntar, at øll, sum tæna honum, eru fyrigevandi og klára væl upp við onnur. Tí mugu vit rannsaka okkum sjálvi og svara erliga upp á hesar spurningarnar: Eri eg skjótur at fyrigeva mínum brøðrum og systrum? Dámar mær at vera saman við teimum? Viss tú kemur fram til, at okkurt kundi verið betri á hesum økjunum, mást tú vera eyðmjúkur og biðja Jehova hjálpa tær at broyta tað. Tú kanst vera vísur í, at hann hoyrir teg og svarar tær. – 1. Jóh. 5:14, 15.
KUNNU VIT BARA LATA TAÐ FARA?
8, 9. Hvat skulu vit gera, viss onkur særir okkum?
8 Vit eru øll ófullkomin, so fyrr ella seinni fer onkur at siga ella gera okkurt, sum særir okkum. Tað slepst ikki undan. (Præd. 7:20; Matt. 18:7) Men hvat gera vit, tá ið tað hendir? Vit kunnu læra nakað av hesum døminum: Tá ið nakrir brøður og systrar vóru komin saman til eitt hugnakvøld, segði ein systir nakað við tveir brøður, sum særdi annan av teimum. Tá ið teir báðir brøðurnir vóru einsamallir, fór tann bróðirin, sum var blivin særdur, at kritisera systrina fyri tað, sum hon hevði sagt. Men hin bróðirin var sikkur upp á, at tað ikki var illa meint. Og so minti hann hann á, at systirin hevði tænt Jehova trúfast í 40 ár, og at lívið ikki altíð hevði verið so lætt hjá henni. Tá ið tann særdi bróðirin hevði hugsað um tað eina løtu, segði hann: „Tú hevur rætt.“ Og so valdi hann at lata tað fara.
9 Hvat er lærdómurin í hesum døminum? At vit kunnu velja, hvussu vit vilja reagera, tá ið onkur sigur okkurt, sum særir okkum. Kærleiki kann hjálpa okkum at fyrigeva og lata tað, sum onnur siga og gera, fara aftur við borðinum. (Les Orðtøkini 10:12; 1. Pætursbræv 4:8.) Tá ið vit ’látast sum einki, um onkur gongur okkum ov nær’, er tað vakurt í Guds eygum. (Orðt. 19:11; Præd. 7:9) So tá ið onkur sigur ella ger okkurt, sum vit kundu tikið illa upp, mugu vit sum tað fyrsta spyrja okkum sjálvi: Kann eg bara lata tað fara? Noyðist eg endiliga at taka tað upp?
10. (a) Hvussu reageraði ein systir at byrja við, tá ið onkur segði nakað negativt um hana? (b) Hvør tanki úr Bíbliuni hjálpti henni, so hon ikki misti gleðina?
10 Tað kann vera ringt at lata tað fara, tá ið onkur sigur okkurt negativt um okkum. Vit kunnu taka eitt dømi við einari pionersystur, sum vit kunnu kalla Anna. Onkur hevði sagt nakað negativt um hennara tænastu og um, hvussu hon brúkti sína tíð. Anna bleiv øgiliga kedd og fór til nakrar andaliga sterkar brøður og bað um góð ráð. Hon fortelur: „Teir vístu mær nøkur ørindi í Bíbliuni, sum hjálptu mær at skilja, at eg ikki skuldi hugsa so nógv um, hvat onnur halda, og at tað hevur nógv størri týdning, hvat Jehova heldur.“ Eitt, sum eisini var uppmuntrandi hjá henni, var at lesa Matteus 6:1-4. (Les.) Ørindini hjálptu henni at skilja, at tað, sum hon skuldi fokusera upp á, var at gleða Jehova. Hon sigur víðari: „Sjálvt um onnur siga okkurt negativt um meg, missi eg ikki gleðina, tí eg veit, at eg geri mítt besta fyri at gleða Jehova.“ Alt hetta hjálpti henni at lata tær negativu viðmerkingarnar fara aftur við borðinum.
TÁ IÐ VIT IKKI KUNNU LATA TAÐ FARA
11, 12. (a) Hvat skulu vit gera, viss ein trúarfelagi hevur okkurt ímóti okkum? (b) Hvat kann Ábraham læra okkum um at loysa ósemjur? (Hygg at fyrstu myndini.)
11 ’Vit snáva allir í mongum.’ (Ják. 3:2) Ímynda tær, at tú finnur út av, at ein trúarfelagi hevur tikið okkurt, sum tú hevur sagt ella gjørt, illa upp. Hvat skalt tú so gera? Jesus segði: ’Um tær kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!’ (Matt. 5:23, 24) Tú kanst altso fylgja hesum ráðunum frá Jesusi og fara at tosa við viðkomandi. Og minst til, hvat endamálið er. Tað er ikki at geva honum skyldina, men at viðganga, at tú hevur gjørt okkurt galið, og at royna at fáa frið í lag. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at vit halda frið við okkara brøður og systrar.
12 Vit síggja eitt dømi um tað, tá ið vit lesa um Ábraham og bróðursonin Lot. Báðir áttu nógv kríatúr, og tað sær út til, at hirðarnir hjá teimum fóru at klandrast um, hvør skuldi hava hvat beitilendi. Ábraham vildi ikki, at nakað skuldi koma ímillum teir báðar. So hann læt Lot sleppa at velja fyrst, hvar hann og hansara familja skuldu búgva. (1. Mós. 13:1, 2, 5-9) Ábraham var virkuliga ein góð fyrimynd. Hann hugsaði meira um at halda frið enn um sjálvur at fáa tað besta. Misti hann nakað við at gera tað? Nei, slett ikki, tí beint aftaná lovaði Jehova honum nakað stórt. (1. Mós. 13:14-17) Viss vit fylgja ráðunum frá Jehova og loysa ósemjur í kærleika, fer hann altíð at hjálpa okkum og taka sær av okkum. [1]
13. Hvussu reageraði ein umsjónarmaður, tá ið ein bróðir svaraði honum illa aftur, og hvat kunnu vit læra av tí?
13 Vit kunnu taka eitt dømi úr nútíðini. Ein bróðir, sum hevði fingið ábyrgd av einari deild á eini av okkara stevnum, ringdi til ein annan bróður fyri at spyrja, um hann hevði hug at hjálpa til. Men bróðirin svaraði honum ljótt aftur og legði á. Tann undanfarni umsjónarmaðurin hevði sært hann, og tað plágaði hann enn. Tann nýggi umsjónarmaðurin tók tað ikki illa upp, men hann kundi heldur ikki lata tað fara. So ein tíma seinni ringdi hann til hann aftur og spurdi, um teir ikki skuldu møtast og práta, eftirsum teir ongantíð høvdu møtt hvørjum øðrum fyrr. Eina viku seinni hittust teir í einum ríkissali. Tá ið teir høvdu biðið eina bøn saman, prátaðu teir í ein tíma, og bróðirin slapp at fortelja, hvat var galið. Umsjónarmaðurin lurtaði tolin og nevndi nakrar tankar úr Bíbliuni. Tá ið teir fóru hvør til sítt, var alt gott ímillum teir. Tað endaði við, at bróðirin hjálpti til á stevnuni, og nú er hann øgiliga takksamur fyri, at umsjónarmaðurin var so tolin og blíður við hann.
SKALT TÚ SIGA TAÐ VIÐ TEIR ELSTU?
14, 15. (a) Nær skulu vit fylgja leiðbeiningini í Matteus 18:15-17? (b) Hvørji trý stig nevndi Jesus, og hvat eigur endamálið at vera við at fylgja teimum?
14 Tá ið ein ósemja ella ein trupulleiki stingur seg upp millum brøður og systrar, eiga tey at royna at loysa tað sínámillum. Men Jesus nevndi, at tað í summum førum kann vera neyðugt at taka onnur við upp á ráð. (Les Matteus 18:15-17.) Hvat hevði hent, um tann, sum hevði borið seg skeivt at, ikki vildi lurta eftir bróður sínum, vitnum ella samkomuni? So skuldi hann vera sum ein „heidningur og tollari“. Í dag høvdu vit sagt, at hann skuldi útihýsast úr samkomuni. Tað vísir, at talan ikki bara var um nakað smávegis. Nei, talan var um nakað, sum (1) kundi loysast millum partarnar, men sum eisini (2) var so mikið álvarsligt, at tað kundi føra til útihýsing, viss ikki málið bleiv loyst. Sovorðnar syndir kunnu fevna um svik og ærumeiðing. Tey trý stigini, sum Jesus nevndi, eru bara galdandi undir akkurát hesum umstøðunum. Talan var ikki um syndir sum til dømis hjúnabandsbrot, homoseksualitet, fráfall, avgudadyrkan ella onkra aðra grova synd, sum teir elstu í samkomuni noyðast at taka sær av.
15 Endamálið við leiðbeiningini hjá Jesusi var at hjálpa okkum at loysa ósemjur í kærleika. (Matt. 18:12-14) Tað fyrsta, mann skal gera, er at royna at loysa málið, uttan at blanda onnur uppí. Tað kann vera neyðugt at tosa við tann, sum hevur gjørt okkurt galið, meira enn eina ferð. Viss tað ikki riggar, kanst tú taka onkran við, sum kennir eitt sindur til málið, ella onkran, sum kann hjálpa tykkum at finna eina loysn. Viss tað riggar, hevur tú vunnið bróður tín. Tað er bara neyðugt at fara til teir elstu, viss mann hevur roynt at hjálpt viðkomandi fleiri ferðir, uttan at tað hevur riggað.
16. Hví er tað gott og kerligt at fylgja leiðbeiningini frá Jesusi?
16 Vanliga er tað ikki neyðugt at fylgja øllum trimum stigunum í Matteus 18:15-17. Og tað er uppmuntrandi, tí tað merkir, at mann vanliga hevur funnið eina loysn, áðrenn tað kemur so langt, at ein, sum ikki angrar, má útihýsast. Ofta dugir tann, sum hevur gjørt okkurt galið, at síggja, at hann hevur mistikið seg, og roynir at gera tað gott aftur. Tann, sum følir seg raktan, velur kanska at fyrigeva og gloyma. Líkamikið hvussu støðan er, vísir leiðbeiningin frá Jesusi, at mann ikki skal blanda samkomuna upp í for tíðliga. Teir elstu kunnu ikki gera nakað, fyrr enn mann hevur fylgt teimum fyrstu tveimum stigunum og hevur prógv fyri, at tað, sum er hent, er skeivt.
17. Hvat gott kemur burturúr, tá ið vit royna at halda frið við hvønn annan?
17 So leingi vit eru ófullkomin, og hesin gamli heimurin stendur, koma vit til at særa hvønn annan viðhvørt. Lærisveinurin Jákup skrivaði: „Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum.“ (Ják. 3:2) Fyri at kunna loysa ósemjur mugu vit ’søkja frið og stevna eftir honum’. (Slm. 34:15) Tá ið vit gera tað, hava vit tað gott saman við okkara brøðrum og systrum og styrkja soleiðis einleikan í samkomuni. (Slm. 133:1-3) Fremst av øllum varðveita vit okkara góða samband við Jehova, sum er „Gud friðarins“. (Róm. 15:33) Vit fáa altso nógv gott burtur úr at loysa ósemjur í kærleika.
^ [1] (stykki 12) Onnur dømi í Bíbliuni um fólk, sum loystu ósemjur upp á ein friðarligan máta, eru: Jákup og Esau (1. Mós. 27:41-45; 33:1-11); Jósef og beiggjarnir (1. Mós. 45:1-15); og Gideon og efraimitarnir. (Dóm. 8:1-3) Tú minnist kanska sjálvur fleiri dømi.