Sannleikin ’kemur ikki við friði, men við svørði’
„Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði.“ – MATT. 10:34.
1, 2. (a) Hvønn frið kunnu vit fáa longu nú? (b) Hví hava vit ikki fullkomiligan frið í dag? (Hygg at fyrstu myndini.)
VIT vilja øll gjarna hava eitt friðarligt lív uttan angist og stúran. Tí eru vit glað fyri, at Jehova gevur okkum ’frið Guds’, ein innara frið, sum hjálpir okkum at lata vera við at stúra for nógv. (Fil. 4:6, 7) Og av tí at vit hava vígt okkara lív til Jehova, hava vit eisini „frið við Gud“, tað vil siga eitt gott samband við hann. – Róm. 5:1.
2 Gud hevur lovað at skapa fullkomiligan frið á jørðini, men tann tíðin er ikki komin enn. Vit liva framvegis á teimum síðstu døgunum, og nógv fólk eru stríðshugað. (2. Tim. 3:1-4) Haraftrat stríðast vit ímóti Satani og hansara propaganda. (2. Kor. 10:4, 5) Men tað, sum kann fáa okkum at stúra allarmest, er helst, viss familjan er ímóti, at vit tæna Jehova. Onkur av teimum spottar okkum kanska ella sigur, at vit syndra familjuna. Tað kann eisini vera, at tey siga, at tey ikki vilja hava nakað við okkum at gera, viss vit ikki gevast við at vera Jehova vitni. Hvussu skulu vit meta mótstøðu frá familjuni? Hvussu kunnu vit takkla slíka mótstøðu?
HVUSSU SKULU VIT META MÓTSTØÐU FRÁ FAMILJUNI?
3, 4. (a) Hvat kann Jesu læra hava við sær? (b) Nær er tað serliga ringt at fylgja Jesusi?
3 Jesus visti, at summi fóru at vera ímóti tí, sum hann lærdi. Og tí høvdu tey, sum fylgdu honum, brúk fyri dirvi. Henda mótstøðan kundi eisini koma frá familjuni. Jesus segði: „Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði. Tí Eg eri komin at volda ósemju millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara. Húsfólk mansins skal verða fíggindar hansara.“ – Matt. 10:34-36.
4 Tá ið Jesus segði „hugsið ikki, at Eg eri komin við friði“, vildi hann hava tey, sum lurtaðu eftir honum, at hugsa um, hvørjar avleiðingar tað kundi fáa at fylgja honum. Boðskapurin, sum hann boðaði, kundi skapa split millum fólk. Jesus ætlaði sjálvandi ikki at skapa split, nei, hann vildi læra fólk sannleikan um Gud. (Jóh. 18:37) Men hann gjørdi greitt, at viss familja og vinir vístu sannleikanum frá sær, fór tað ikki at vera lætt at fylgja hansara læru.
5. Hvat hava nógv, sum fylgja Jesusi, upplivað?
5 Jesus segði, at mótstøða frá familjuni var nakað, sum hansara lærisveinar máttu vera villigir at tola. (Matt. 10:38) Nógv, sum fylgja Jesusi, hava upplivað, at familjan hevur gjørt gjøldur burtur úr teimum ella enntá sligið hondina av teimum. Men tey hava fingið nógv meira, enn tey hava mist. – Les Markus 10:29, 30.
6. Hvat mugu vit minnast til, viss okkara familja er ímóti, at vit tæna Jehova?
6 Vit elska okkara familju, eisini sjálvt um tey eru ímóti, at vit tæna Jehova. Men vit mugu minnast til, at kærleikin til Jehova og Jesus eigur at vera sterkari. (Matt. 10:37) Satan veit, at vit eru góð við okkara familju, og tað roynir hann at útnytta. Vit fara nú at kanna, hvussu vit kunnu takkla mótstøðu frá familjuni upp á ein góðan máta.
TÁ IÐ HJÚNAFELAGIN IKKI TÆNIR JEHOVA
7. Hvørja áskoðan skal mann hava á støðuna, viss hjúnafelagin ikki tænir Jehova?
7 Bíblian sigur, at tey, sum blíva gift, „fáa trongd í holdinum“, ella fáa trupulleikar. (1. Kor. 7:28) Og viss hjúnafelagin ikki tænir Jehova, fær mann kanska fleiri trupulleikar og stúranir enn vanligt. Men tað er viktigt at hava somu áskoðan á støðuna sum Jehova. Tað, at hjúnafelagin ikki tænir Jehova, er ikki ein nóg góð grund til at lata seg sundurlesa ella skilja. (1. Kor. 7:12-16) Sjálvt um ein maður ikki tænir Jehova, er tað viktigt, at konan vísir honum virðing, tí hann er høvdið í familjuni. Og sjálvt um ein kona ikki tænir Jehova, skal maðurin vera góður við hana og hava umsorgan fyri henni. – Ef. 5:22, 23, 28, 29.
8. Hvørjar spurningar kanst tú seta tær sjálvum, viss hjúnafelagin roynir at gera tað ringt hjá tær at tæna Jehova?
8 Hvat kanst tú gera, viss hjúnafelagin roynir at gera tað ringt hjá tær at tæna Jehova? Til dømis fekk ein systir at vita frá manninum, at hon bara slapp at boða ávísar dagar í vikuni. Viss tú ert í eini líknandi støðu, kanst tú spyrja teg sjálvan: Krevur hjúnafelagin, at eg gevist við at tæna Gudi? Viss ikki, kann eg so gera, sum hann sigur? Um tú ert rímiligur, sleppur tú undan óneyðugum ósemjum. – Fil. 4:5.
9. Hvussu kann mann læra børnini at respektera mammu sína ella pápa sín, sum ikki tænir Jehova?
9 Tað kann vera ein avbjóðing at upplæra børnini, viss hjúnafelagin ikki tænir Jehova. Til dømis mást tú læra børnini at fylgja tí, sum Bíblian sigur um at ’æra faðir og móðir’. (Ef. 6:1-3) Men hvussu kanst tú gera tað, viss hjúnafelagin hjá tær ikki fylgir høgu normunum í Bíbliuni? So kanst tú vera ein góð fyrimynd í at vísa hjúnafelaganum virðing. Tað er gott at fokusera upp á teir góðu eginleikarnar, sum hann ella hon hevur, og vísa, at tú setur prís upp á viðkomandi. Tú mást ansa eftir, at tú ikki sigur nakað negativt um hjúnafelagan, meðan børnini hoyra tað. Forklára teimum heldur, at tað er eitt persónligt val, um mann vil tæna Jehova ella ikki. Tá ið børnini uppføra seg væl, kann tað enntá geva hjúnafelaganum hug at tæna Jehova.
10. Hvussu kann mann læra børnini um sannleikan, viss hjúnafelagin ikki tænir Jehova?
10 Ein hjúnafelagi, sum ikki tænir Jehova, krevur kanska, at børnini eru við til høgtíðir, sum hava heidnan uppruna, ella verða undirvíst í følskum trúarlærum. Og summir menn vilja kanska ikki hava, at konan undirvísir børnunum í Bíbliuni. Men sjálvt í slíkum førum ger hon tað, hon kann, fyri at læra børnini um sannleikarnar í Bíbliuni. (Áps. 16:1; 2. Tim. 3:14, 15) Til dømis kann tað vera, at maðurin ikki vil hava, at konan hevur eitt bíbliuskeið við børnunum ella tekur tey við á møti. Tað, at hon virðir avgerðina hjá manninum, merkir ikki, at hon ikki kann fortelja børnunum um sína trúgv, hvørja ferð tað ber til, og soleiðis læra tey um Jehova og hansara normar. (Áps. 4:19, 20) Børnini skulu sjálvandi við tíðini sjálvi gera av, um tey vilja tæna Jehova ella ikki. – 5. Mós. 30:19, 20. a
TÁ IÐ ONKUR Í FAMILJUNI ER ÍMÓTI TÍNI TRÚGV
11. Hvat kann føra til ósemjur í familjuni?
11 Tá ið vit byrjaðu at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum, fortaldu vit tað kanska ikki fyri familjuni beinanvegin. Men so við og við sum vit fingu sterkari trúgv, føldu vit, at vit máttu fortelja teimum um sannleikarnar, sum vit høvdu lært. (Mark. 8:38) Kanska hevur hetta ført til nakrar ósemjur í familjuni. Her eru nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at takkla støðuna upp á ein góðan máta og blíva við at vera trúføst móti Jehova.
12. Hví eru nøkur í familjuni kanska ímóti okkara trúgv, men hvat kunnu vit gera fyri at seta okkum í teirra stað?
12 Vit mugu royna at seta okkum í teirra stað. Vit eru sera glað fyri tað, sum vit hava lært úr Bíbliuni, men tey í familjuni eru kanska bangin fyri, at vit eru blivin lumpað, ella at vit eru farin upp í eina sekt av onkrum slag. Tey halda kanska ikki, at vit eru góð við tey longur, tí vit ikki halda ymiskar høgtíðir saman við teimum. Og viss tey eru øgiliga trúgvandi, eru tey kanska bangin fyri, at Gud fer at straffa okkum, tá ið vit doyggja. Vit mugu royna at seta okkum í teirra stað við at lurta eftir teimum og finna út av, hví tey eru stúrin um okkum. (Orðt. 20:5) Vit kunnu royna at gera sum Paulus. Hann gjørdi sítt besta fyri at skilja øll menniskju, og tað hjálpti honum, tá ið hann skuldi fortelja teimum um tey góðu tíðindini. – 1. Kor. 9:19-23.
13. Hvat skulu vit hugsa um, tá ið vit tosa við tey í familjuni?
13 Vit mugu vera mild. Bíblian sigur: „Tala tykkara veri altíð dámlig.“ (Kol. 4:6) Tað er ikki altíð so lætt. Men vit kunnu biðja Jehova um heilagan anda, so vit kunnu vera mild og vinarlig, tá ið vit tosa við tey í familjuni. Vit eiga ikki at fara at kjakast við tey um átrúnaðarlig evni, sum vit eru ósamd um. Viss tey siga ella gera okkurt, sum særir okkum, kunnu vit royna at gera sum ápostlarnir. Paulus skrivaði: „Vit verða skeldaðir út – og vit signa; vit verða atsøktir – og vit tola tað; vit verða spottaðir – og vit tala góð orð.“ – 1. Kor. 4:12, 13.
14. Hví hevur tað stóran týdning, at vit hava góðan atburð?
14 Vit mugu hava góðan atburð. Tað, sum vit siga, kann gera stóran mun, tá ið vit eru saman við teimum í familjuni, sum ikki trúgva upp á Jehova. Men tað, sum vit gera, hevur enn størri týdning. (Les 1. Pætursbræv 3:1, 2, 16.) Tey fara at leggja merki til, at Jehova vitni hava eitt gott familjulív, taka sær væl av børnunum, liva eitt moralskt reint lív og eru nøgd. Sjálvt viss tey í familjuni ongantíð taka ímóti sannleikanum, so er tað gott at hugsa um, at vit gleða Jehova, tá ið vit eru trúføst.
15. Hvussu kunnu vit vera framskygd?
15 Vit mugu vera framskygd. Tað er gott at hugsa um, nær ein støða kann enda í klandri, og hvat vit skulu gera fyri at takkla hana upp á ein góðan máta. (Orðt. 12:16, 23) Ein systir frá Avstralia fortelur: „Verpápi mín dámdi slett ikki sannleikan. Áðrenn maðurin og eg ringdu til hansara fyri at vita, hvussu hann hevði tað, plagdu vit at biðja Jehova hjálpa okkum at svara pent aftur, viss hann bleiv illur. Og vit hugsaðu um, hvat vit kundu snakka um, fyri at samrøðan skuldi vera positiv. Vit vistu, at viss vit snakkaðu for leingi við hann, so endaði tað ofta í klandri um átrúnað. Tí avtalaðu vit frammanundan, hvussu leingi prátið skuldi vara.“
16. Hvat skulu vit hugsa um, viss ósemjur stinga seg upp í familjuni?
16 Tú kanst sjálvandi ikki vænta at sleppa heilt undan ósemjum í familjuni. Tá ið tit eru ósamd um okkurt, fært tú kanska ringa samvitsku, tí tú elskar tey jú og vilt gjarna gleða tey. Men minst til, at tað viktigasta er at vera trúfastur móti Jehova og at elska hann meira enn familjuna. Tað, sum tú gert, kann hjálpa familjuni at skilja, hvussu viktigt tað er at tæna Jehova. Vit mugu minnast til, at vit ikki kunnu tvinga nakran at tæna Jehova. Men tað, sum vit kunnu gera, er at vísa teimum, hvussu gott vit sjálvi hava fingið tað av at tæna Jehova. Og hann gevur teimum sama møguleika, sum hann hevur givið okkum – at velja, um tey vilja tæna honum ella ikki. – Es. 48:17, 18.
TÁ IÐ ONKUR Í FAMILJUNI FER FRÁ JEHOVA
17, 18. Hvat mugu vit gera, viss ein í familjuni fer frá Jehova?
17 Tá ið ein í familjuni hjá okkum verður útihýstur ella velur ikki at vera Jehova vitni meira, kann tað følast sum at blíva stungin við einum svørði. Hvussu kann mann takkla eina slíka pínu?
18 Vit mugu halda fast við okkara andaligu vanar. Tað er viktigt, at vit styrkja okkara trúgv við at lesa regluliga í Bíbliuni, fyrireika okkum til møtini og fara á tey og vera við í boðanini. Vit mugu eisini biðja Jehova hjálpa okkum at halda út. (Jud. 20, 21) Men hvat viss tú gert alt hetta og enn ert púra yvirtikin av sorg? So mást tú ikki geva upp. Teir andaligu vanarnir kunnu so við og við hjálpa tær at fáa tamarhald á tínum tonkum og kenslum. Hugsa um, hvat hann, sum skrivaði Sálm 73, upplivdi. Hann var farin at hugsa negativt og hevði mist gleðina. Men tað eydnaðist honum at broyta tankagongd, tá ið hann byrjaði at fokusera upp á at tilbiðja Jehova. (Slm. 73:16, 17) Vit kunnu gera tað sama, viss vit trúføst tæna Jehova.
19. Hvussu kunnu vit vísa, at vit virða rættleiðingina frá Jehova?
19 Vit mugu virða rættleiðingina frá Jehova. Jehova veit, hvat er best fyri allar partar, eisini tann sum verður útihýstur. Líkamikið hvussu tungt tað kann vera, kann rættleiðingin hjálpa viðkomandi at koma aftur til Jehova. (Les Hebrearabrævið 12:11.) Jehova sigur, at vit ikki skulu vera saman við teimum, sum eru útihýst. (1. Kor. 5:11-13) Sjálvt um tað er øgiliga ringt, mugu vit ikki hava óneyðugt samband við ein í familjuni, sum er útihýstur, heldur ikki um telefon, sms, bræv, teldupost ella sosialar miðlar.
20. Hvat mugu vit blíva við at vóna?
20 Vit mugu ikki missa vónina. Kærleikin „vónar alt“. Tí vóna vit, at tey, sum eru farin frá Jehova, koma aftur til hansara. (1. Kor. 13:7) Viss tú sært, at ein í tínari familju er við at broyta hugburð, kanst tú biðja til, at viðkomandi má fáa styrki gjøgnum Bíbliuna og taka ímóti tilstuðlingini frá Jehova: „Vend við til Mín.“ – Es. 44:22.
21. Hvat mást tú gera, viss tað, at tú fylgir Jesusi, hevur skapt ósemju í familjuni?
21 Jesus segði, at vit mugu elska hann meira enn nakað menniskja. Og hann var vísur í, at hansara lærisveinar fóru at vera djarvir og trúfastir hóast mótstøðu frá familjuni. Hevur tað, at tú fylgir Jesusi, skapt ósemju í tínari familjuni? Um so er, kanst tú biðja Jehova hjálpa tær at klára tað upp á ein góðan máta. (Es. 41:10, 13) Tú kanst gleða teg um at vita, at Jehova og Jesus eru stoltir av tær, og teir fara at løna tær fyri, at tú ert trúfastur.
a Fleiri upplýsingar um at upplæra børn, tá ið annar hjúnafelagin ikki tænir Jehova, eru at finna í greinini „Spørgsmål fra læserne“ í Vagttårnet frá 15. august 2002.