Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA

Hvat kunnu tit gera, tá ið tit eru ósamd?

Hvat kunnu tit gera, tá ið tit eru ósamd?

 Tað kann vera ein avbjóðing hjá hjúnum at hava ymisk áhugamál, ymiskar vanar og ymisk lyndi. Men avbjóðingin kann vera enn størri, tá ið tey hava ymiskar meiningar um spurningar sum hesar:

  •   Hvussu nógva tíð skulu vit vera saman við skyldfólki?

  •   Hvat skulu pengarnir brúkast til?

  •   Skulu vit fáa okkum børn?

 Hvat kanst tú gera, um tú og hjúnafelagin eru ósamd?

 Hvat skalt tú vita?

 Tit eru hjún, men tað merkir ikki, at tit eru eins. Hóast maður og kona hava tað gott saman, eru tey ikki altíð samd – heldur ikki í týðandi málum.

 „Eg eri uppvaksin í einari familju, sum er nógv saman. Í vikuskiftunum vóru vit saman við ommum og abbum, fastrum, mostrum og systkinabørnum. Men tey í familjuni hjá manni mínum vóru ikki líka nógv saman. So vit eru ikki samd um, hvussu nógva tíð vit skulu brúka saman við skyldfólki, ella hvussu ofta vit skulu samskifta við tey, sum búgva langt burtur.“ – Tamara.

 „Konan og eg hava havt ymiskan uppvøkstur, og tí eru vit ofta ósamd um, hvat vit skulu brúka pengarnar til. Teir fyrstu mánaðirnar, vit vóru gift, kjakaðust vit um tað nakrar ferðir, og trupulleikin bleiv hvørki loystur fyrstu ella aðru ferð.“ – Tyler.

Tvey fólk kunnu hyggja at sama landslagi, men leggja merki til hvørt sítt. Á líknandi hátt kunnu hjún hava ymiskar meiningar um eitt evni

 Tað ber ikki altíð til at finna ein millumveg. Hvat um ein í verfamiljuni verður sjúkur og hevur brúk fyri røkt? Ella hvat um annar hjúnafelagin vil hava børn og hin ikki? a

 „Kona mín og eg hava fleiri ferðir tosað um tað at fáa børn. Hon hugsar meira og meira um tað, og vit verða meira og meira ósamd. Eg síggi onga loysn.“ – Alex.

 Tit kunnu hava eitt gott hjúnaband hóast ymiskar meiningar. Summir serfrøðingar siga, at um tú og hjúnafelagin eru ósamd í einum týðandi máli, skalt tú gera alt, tú kanst, fyri at fáa tín vilja, eisini um tað merkir, at tú mást fara frá hjúnafelaganum. Men tann „loysnin“ leggur ov stóran dent á tínar kenslur og ov lítlan dent á, at tú hevur lovað Gudi at halda teg til hjúnafelagan, líkamikið hvat hendir.

 Hvat kanst tú gera?

 Set tær fyri at halda títt hjúnabandslyfti. Tá ið tit gera alt fyri at halda hjúnabandslyftið, verður tað lættari hjá tykkum at loysa trupulleikarnar í felag.

 Meginregla í Bíbliuni: „Tað, sum ... Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“ – Matteus 19:6.

 Hugsa um, hvat krevst. Ímynda tær til dømis, at annar hjúnafelagin vil hava børn og hin ikki. Tá er nógv at hugsa um, millum annað:

  •   Er hjúnabandið nóg sterkt?

     Klára tit stríðið, sum fylgir við at uppala børn?

  •   Megna tit at liva upp til ábyrgdina at vera foreldur?

     Tað skal meira til enn matur, klæðir og eitt heim.

  •   Hvussu er fíggjarstøðan?

     Hava tit tíð til bæði arbeiði, familju og aðrar skyldur?

 Meginregla í Bíbliuni: „Hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta.“ – Lukas 14:28.

 Hugsa um øll viðurskifti. Kanska ber tað til hjá tykkum at finna eina loysn til nakað av tí, tit eru ósamd um. Snýr málið seg til dømis um at fáa børn, kann hjúnafelagin, sum ikki vil, spyrja seg sjálvan:

  •   ’Tá ið eg sigi, at eg ikki vil hava børn, meini eg so ongantíð ella ikki beint nú?’

  •   ’Aftri eg meg, tí eg ivist í, um eg hevði verið ein góður pápi ella góð mamma?’

  •   ’Eri eg bangin fyri, at hjúnafelagin gloymir at hugsa um meg?’

 Hjúnafelagin, sum vil hava børn, kann hinvegin spyrja seg sjálvan:

  •   ’Eru vit klár at átaka okkum uppgávuna at vera foreldur?’

  •   ’Hava vit ráð til at geva einum barni tað, sum tað hevur brúk fyri?’

 Meginregla í Bíbliuni: „Vísdómurin omanfrá er ... lagaligur.“ – Jákupsbrævið 3:17.

 Hugsa um fyrimunirnar við tí, sum hjúnafelagin heldur. Tvey fólk kunnu hyggja at sama landslagi, men leggja merki til hvørt sítt. Á líknandi hátt kunnu hjún hava ymiskar meiningar um eitt evni, eitt nú hvat tey skulu brúka pengarnar til. Tá ið tit skulu tosa um okkurt, sum tit hava ymiskar meiningar um, kunnu tit byrja við tí, tit eru samd um.

  •   Hvørji mál hava tit í felag?

  •   Hvat gott er við tí, sum hin heldur?

  •   Kunnu tit laga tykkum eftir hvørjum øðrum fyri at bjarga hjúnabandinum?

 Meginregla í Bíbliuni: „Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans.“ – 1. Korintbræv 10:24.

a Tvey, sum ganga saman, eiga at tosa um týðandi mál, áðrenn tey giftast. Kortini kunnu óvæntaðar støður taka seg upp, ella kenslurnar hjá hjúnafelaganum kunnu broytast. – Prædikarin 9:11.