Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA

Tosa við børnini um rúsdrekka

Tosa við børnini um rúsdrekka

 „Dóttir okkara var seks ára gomul, fyrstu ferð vit tosaðu við hana um rúsdrekka. Tað kom óvart á okkum, at hon visti nógv meira um tað, enn vit roknaðu við.“ – Alexander.

 Hvat skalt tú vita?

 Tað hevur stóran týdning at tosa við børnini um rúsdrekka. Bíða ikki til børnini verða tannáringar. Khamit úr Russlandi sigur: „Eg vildi ynskt, at vit høvdu tosað við sonin um røttu áskoðanina á rúsdrekkanýtslu, longu tá ið hann var lítil. Tað var av ringum royndum, at eg lærdi, hvussu umráðandi tað er. Eg fann út av, at hann var farin at drekka regluliga, tá ið hann var 13.“

 Hví hevur tað týdning?

  •   Floksfelagar, lýsingar og sjónvarp hava ávirkan á, hvussu børn meta rúsdrekka.

  •   Sambært eini kanning hjá The European School Survey Project on Alcohol and Other Drugs (ESPAD) frá 2015 høvdu 28% av ungum í Føroyum drukkið seg full í minsta lagi eina ferð teir undanfarnu 30 dagarnar.

 Tí er tað ikki løgið, at heilsumyndugleikar mæla foreldrum til at læra børnini um vandan við rúsdrekka, longu meðan tey eru smá. Hvussu kanst tú gera tað?

 Hvat kanst tú gera?

 Ver fyrireikaður, tá ið børnini spyrja. Smá børn eru forvitin, og størri børn eru enn meira forvitin. Tí er tað gott, at tú frammanundan hugsar um, hvussu tú kanst svara. Her eru nøkur dømi:

  •   Vilja børnini vita, hvussu rúsdrekka smakkar, kundi tú sagt, at vín smakkar eitt sindur sum súrt djús, og at øl kann vera rættiliga beiskt.

  •   Vilja børnini sleppa at smakka rúsdrekka, kanst tú siga, at rúsdrekka er sterkt, og at børn ikki tola tað. Tú kanst nevna, at rúsdrekka kann fáa fólk at slappa av, men at tey kunnu gerast svimbul, gera okkurt býtt ella siga okkurt, sum tey angra, um tey drekka ov nógv. – Orðtøkini 23:29-35.

 Kunna teg um rúsdrekka. Bíblian sigur: „Tann, sum klókur er, fer fram við skili.“ (Orðtøkini 13:16) Tú mást vita, hvørja ávirkan rúsdrekka kann hava á fólk, og kanna, hvørjar lógir og reglugerðir eru galdandi, har sum tú býrt. Tá ert tú væl fyrireikaður at hjálpa børnunum.

 Tak stig til at tosa um evnið. Ein pápi í Bretlandi, sum eitur Mark, sigur: „Tað kann vera ringt hjá børnum og ungum at vita, hvat er í lagi og ikki, tá ið talan er um rúsdrekka. Eg spurdi átta ára gamla sonin, um hann helt, at tað var rætt ella skeivt at njóta rúsdrekka. Eg tryggjaði mær, at prátið var avslappað og óformelt, og tað fekk hann at siga sína meining.“

 Tosar tú javnan við børnini um rúsdrekka, skilja tey betur, hvat er gott og ringt. Alt eftir hvussu gomul børnini eru, kanst tú tosa við tey um rúsdrekka í sambandi við onnur týðandi evni sum til dømis ferðslutrygd og sex.

 Ver ein fyrimynd. Børn eru sum svampar – tey súgva tað í seg, sum tey síggja og hoyra – og kanningar vísa, at foreldur ávirka børnini mest. Um tú við øðrum orðum drekkur rúsdrekka fyri at slappa av ella minka um strongd, kunnu børnini fáa ta fatan, at rúsdrekka kann loysa allar trupulleikar. Ver tí ein góð fyrimynd. Gloym ikki, at tú hevur eina ábyrgd, tá ið tú nýtir rúsdrekka.

Tíni børn leggja til merkis, hvussu tú nýtir rúsdrekka