Hvussu kanst tú blíva vinur við Gud?
Bíblian svarar
Tú kanst blíva vinur við Gud við at læra hann at kenna og gera nakað fyri at gleða hann. So fer Gud at ’halda seg nær til tín’. (Jákupsbrævið 4:8) Bíblian vissar okkum um, at ’hann ikki er langt frá nøkrum av okkum’. – Ápostlasøgan 17:27.
Hvussu lærir tú Gud at kenna?
Les í Bíbliuni
Bíblian sigur: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ – 2. Timoteusarbræv 3:16.
Týdningur: Gud er høvundur Bíbliunnar. Gud læt bíbliuskrivarar seta orð á tankar, sum teir fingu frá honum. Í hesi heilt serligu bókini fortelur Gud, hvat hann fer at gera fyri okkum. Hann fortelur eisini, hvussu hann er sum persónur, at hann er kerligur, rættvísur og miskunnsamur. – 2. Mósebók 34:6; 5. Mósebók 32:4.
Hvat kanst tú gera? Les í Bíbliuni hvønn dag. (Josva 1:8) Hugsa um tað, sum tú lesur, og spyr teg sjálvan: ’Hvat lærir hetta meg um, hvussu Gud er sum persónur?’ – Sálmur 77:13.
Tú kundi til dømis lisið Jeremias 29:11 og spurt teg sjálvan: ’Er tað, sum Gud gjarna vil geva mær, gott ella ringt? Er hann óndur, ella vil hann, at tað skal gangast mær væl?’
Eygleið skapanarverkið
Bíblian sigur: „Ósjónliga vera [Guds] ... sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara.“ – Rómbrævið 1:20.
Týdningur: Eins og eitt listaverk kann siga nógv um listafólkið, og ein kompleks maskina kann siga nógv um tann, sum hevur gjørt hana, kann skapanarverkið eisini siga nógv um Gud. Til dømis sigur tann ótrúligi mannaheilin við øllum sínum førleikum nógv um, hvussu vísur Gud er. Og orkan í sólini og øðrum stjørnum vísir, hvussu stóra kraft hann hevur. – Sálmur 104:24; Esaias 40:26.
Hvat kanst tú gera? Gev tær stundir til at eygleiða og læra meira um skapanarverkið. Tá ið tú gert tað, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Hvat vísir alt tað ótrúliga, sum eg síggi í náttúruni, um Gud?’ a Náttúran kann sjálvsagt ikki fortelja okkum alt um skaparan, og tí hevur hann givið okkum Bíbliuna.
Brúka Guds navn
Bíblian sigur: „Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt; hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum.“ – Sálmur 91:14, 15.
Týdningur: Gud, sum eitur Jehova, b er serliga góður við tey, sum kenna hansara navn og brúka tað við virðing. c (Sálmur 83:19; Malakias 3:16) Gud hevur sagt okkum, hvussu hann eitur: „Eg eri Jehova, tað er navn mítt.” – Esaias 42:8, New World Translation.
Hvat kanst tú gera? Brúka navnið hjá Jehova, tá ið tú tosar um hann.
Tosa við Jehova í bøn
Bíblian sigur: ’Harrin er nær hjá øllum, ið kalla á hann.’ – Sálmur 145:18, Dahl/Viderø.
Týdningur: Tey, sum trúgva upp á Jehova og biðja til hansara, kunnu blíva hansara vinir. Tá ið vit biðja til Gud, vísa vit, at vit hava djúpa virðing fyri honum.
Hvat kanst tú gera? Bið ofta til Gud. (1. Tessalonikabræv 5:17) Sig honum, hvørjum tú stúrir fyri, og hvussu tú hevur tað. – Sálmur 62:9. d
Styrk tína trúgv á Gud
Bíblian sigur: „Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast [Gudi].“ – Hebrearabrævið 11:6.
Týdningur: Viss vit skulu nærkast Gudi, mugu vit trúgva á hann. Sambært Bíbliuni fevnir trúgv um meira enn bara at trúgva, at Gud er til. Tað fevnir eisini um at hava fult álit á, at hann heldur síni lyfti, og at hansara normar eru góðir. Álit hevur alt at siga fyri eitt vinalag.
Hvat kanst tú gera? Sonn trúgv er grundað á kunnleika. (Rómbrævið 10:17) So viss tú kannar Bíbliuna, kann tað hjálpa tær at fáa álit á Gud og tey ráðini, hann gevur. Jehova vitni vilja fegin kanna Bíbliuna saman við tær. e
Ger tað, sum gleðir Gud
Bíblian sigur: „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara.“ – 1. Jóhannesarbræv 5:3.
Týdningur: Jehova er nær hjá teimum, sum gera sítt besta fyri at fylgja hansara boðum og soleiðis vísa, at tey elska hann.
Hvat kanst tú gera? Tá ið tú kannar Bíbliuna, kanst tú royna at leggja merki til, hvat Gudi dámar og ikki dámar. Hugsa um, hvørjar broytingar tú kanst gera fyri at gleða Jehova. – 1. Tessalonikabræv 4:1.
Fylg Guds ráðum og uppliv hansara umsorgan
Bíblian sigur: „Av royndum fært tú at síggja, at [Gud] er góður.“ – Sálmur 34:8, The Bible in Basic English.
Týdningur: Gud vil, at tú sjálvur skalt finna út av, hvussu góður hann er. Tá ið tú uppdagar, at hann elskar teg og hjálpir tær, fært tú hug at nærkast honum.
Hvat kanst tú gera? Tá ið tú fylgir Guds ráðum, sum standa í Bíbliuni, kanst tú royna at leggja merki til, hvussu væl ráðini rigga. (Esaias 48:17, 18) Royn eisini at leggja merki til, hvussu onnur við Guds hjálp hava broytt seg fullkomiliga og fingið eitt nógv betri og lukkuligari lív saman við familjuni. f
Misskiljingar um Gud
Misskiljing: Gud er so stórur og upphevjaður, at hann ikki vil vera vinur við okkum.
Fakta: Sjálvt um Gud er tann størsti og mektigasti í alheiminum, vil hann gjarna, at vit nærkast honum. Í Bíbliuni eru nógv dømi um menn og kvinnur, sum blivu vinir við hann. – Ápostlasøgan 13:22; Jákupsbrævið 2:23.
Misskiljing: Tað ber ikki til at læra Gud at kenna, tí hann er ein gáta.
Fakta: Sumt kann vera ringt at skilja, til dømis at Gud er ein ósjónligur andi. Men tað ber til at læra Gud at kenna. Faktiskt sigur Bíblian, at vit mugu kenna hann fyri at fáa ævigt lív. (Jóhannes 17:3) Við orðum, sum vit skilja, fortelur Bíblian okkum um skaparan, hvussu hann er, hvat hann ætlar við menniskjunum og jørðini, og eisini hvussu hann vil, at vit skulu liva. (Esaias 45:18, 19; 1. Timoteusarbræv 2:4) Og sum longu nevnt, sigur Bíblian eisini, hvussu Gud eitur. (Sálmur 83:19) Tað ber altso til at læra Gud at kenna og eisini fáa hann til vin. – Jákupsbrævið 4:8.
a Í greinarøðini „Tilvild ella tilevning?“ sært tú dømi um, hvussu Guds vísdómur kemur til sjóndar í náttúrini.
b Í orðafrágreiðingini í umsetingini eftir Dahl/Viderø, útgávuni frá 2006, stendur at lesa undir Harrin: „Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jahve, stytt Jah.“
c Nógv eru samd um, at navnið Jehova merkir „Hann fær at verða“. Tá ið Gud fortelur okkum, hvussu hann eitur, sigur hann upp á ein máta: „Eg skal fremja mín vilja og mína ætlan. Eg haldi altíð tað, sum eg lovi.“
d Les greinina „Svarar Gud mínum bønum?“
e Tú fært meira at vita í videonum Hvussu gongur eitt bíbliuskeið fyri seg?
f Sí greinarøðina „Bíblian broytir lív“.