Er Gud til?
Bíblian svarar
Ja, í Bíbliuni eru sannførandi prógv um, at Gud er til. Hon eggjar okkum til at trúgva á Gud, ikki soleiðis at vit blint trúgva øllum, sum átrúnaður pástendur, men at vit brúka okkara vit og skil. (Rómbrævið 12:1, New World Translation; 1. Jóhannesarbræv 5:20) Hugsa um hesi argumentini, sum eru grundað á Bíbliuna:
Tann væl skipaði alheimurin og alt lív á jørðini vísir, at ein skapari er til. Bíblian sigur: „Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud.“ (Hebrearabrævið 3:4) Nógv væl lærd fólk halda, at hetta einfalda argumentið er sera logiskt. a
Vit menniskju eru fødd við einum ynski um at skilja meiningina við lívinum, og tí eru nógv ikki nøgd við bara at fáa sín fysiska tørv nøktaðan. Vit hava eisini brúk fyri at kenna og tilbiðja Gud, og Bíblian lærir, at vit kunnu blíva hansara vinir. (Jákup 2:23; Opinberingin 4:11) Hetta vísir ikki bara, at Gud er til, men eisini at hann er ein góður skapari, sum vil, at vit skulu kenna hann. – Matteus 4:4.
Profetiir í Bíbliuni blivu skrivaðar niður fleiri hundrað ár frammanundan, og hvør minsti smálutur gekk út. Tað, at profetiirnar vóru so nágreiniligar, vísir, at keldan má hava verið yvirmenniskjalig. – 2. Pætursbræv 1:21.
Fleiri bíbliuskrivarar nevndu vísindaligar sannroyndir, sum fólk tá í tíðini ikki vistu nakað um. Fyrr í tíðini hildu nógv, at jørðin stóð á einum djóri, til dømis einum fíli, einum villsvíni ella einum oksa. Men Bíblian sigur, at Gud „heingir jørðina á einki“. (Job 26:7) Bíblian tosar eisini um ’jarðarkringin’, sum vísir, hvønn form jørðin hevur. (Esaias 40:22, Dahl/Viderø) Nógv halda, at grundin til, at bíbliuskrivararnir høvdu hesa serligu vitanina, má vera, at teir fingu sínar upplýsingar frá Gudi.
Bíblian svarar spurningum sum hesum: Hví hendir so nógv ónt í heiminum, um Gud er góður og alvaldur? Hví hevur átrúnaður ofta ringa ávirkan á fólk heldur enn góða? (Titusarbrævið 1:16) Nógv føla, at tey mugu fáa svar upp á sovorðnar spurningar fyri at kunna trúgva á Gud. Bíblian svarar bæði hesum og nógvum øðrum spurningum.
a Til dømis segði stjørnufrøðingurin Allan Sandage einaferð um alheimin: „Eg haldi tað vera ógvuliga ósannlíkt, at nakað so væl skipað kann koma burtur úr kaos. Tað má vera onkur, sum hevur skipað tað. Fyri meg er Gud ein gáta, men hann er kortini forkláringin upp á, at okkurt er til í staðin fyri einki.“