Hvat sigur Bíblian um at geva?
Bíblian svarar
Bíblian eggjar okkum til at geva av fríum vilja og við røttum hugburði. Hon vísir, at tá er tað ikki bert móttakarin, sum verður glaður, men eisini gevarin. (Orðtøkini 11:25; Lukas 6:38) Jesus segði: „Sælari er at geva enn at fáa.“ – Ápostlasøgan 20:35.
Nær gleðist Gud um, at vit geva?
Vit gleða Gud, tá ið vit geva av fríum vilja. Bíblian sigur: „Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!“ – 2. Korintbræv 9:7.
Í Guds eygum fevnir „sonn gudsdyrkan“ um at geva av heilum huga. (Jákupsbrævið 1:27, Nýggi Sáttmálin) Tá ið vit hjálpa teimum, sum eru í neyð, gleða vit Gud, tí hann metir slíkt gávumildi sum eitt lán, hann hevur fingið frá okkum. (Orðtøkini 19:17) Bíblian vísir, at Gud fer at løna okkum tað aftur. – Lukas 14:12-14.
Nær gleðist Gud ikki um, at vit geva?
Tá ið vit gera tað av sjálvsøkni. Til dømis:
Fyri at gera vart við okkum sjálv. – Matteus 6:2.
Fyri at fáa okkurt afturfyri. – Lukas 14:12-14.
Fyri at keypa frelsu. – Sálmur 49:7, 8.
Tá ið tað, vit geva, stuðlar nøkrum, sum Gud fordømir. Til dømis hevði tað ikki verið rætt at givið onkrum pengar at spæla fyri ella til rúsevnis- ella rúsdrekkamisnýtslu. (1. Korintbræv 6:9, 10; 2. Korintbræv 7:1) Tað hevði heldur ikki verið rætt at hjálpt einum fíggjarliga, um hann noktar at uppihalda sær sjálvum, hóast hann er førur fyri tí. – 2. Tessalonikabræv 3:10.
Tá ið vit geva øðrum so nógv, at vit forsøma okkara egnu familju. Sambært Bíbliuni skal tann, sum hevur leiðsluna í familjuni, fyrst og fremst syrgja fyri sínum egna húski. (1. Timoteusarbræv 5:8) Tað hevði ikki verið rætt av honum, um hann hjálpti øðrum so nógv, at hansara egna familja kom í neyð. Jesus fordømdi tey, sum ikki tóku sær av sínum gomlu foreldrum, tí tey søgdu, at tað, tey áttu, skuldi vera ein gáva til templið. – Markus 7:9-13.