Heimsfriður – bert ein dreymur?
Bíblian svarar
Menniskju hava roynt at skapa heimsfrið, men tað hevur ikki eydnast teimum, og tað fer heldur ikki at eydnast. Fleiri orsakir eru til tað:
„Ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni.“ (Jeremias 10:23) Menniskjuni blivu ikki skapt við førleikanum ella rættinum at ráða yvir øðrum, og tí eru tey ikki før fyri at skapa varandi frið.
„Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa! Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.“ (Sálmur 146:3, 4) Heimsins leiðarar, sjálvt teir sum bara ætla væl, eru ikki førir fyri at beina fyri grundleggjandi orsøkunum til kríggj.
„Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera ... ómild, uttan kærleika til hitt góða, svikafull, hugsanarleys, uppblást.“ (2. Timoteusarbræv 3:1-4) Vit liva á teimum ’síðstu døgunum’ hjá hesum ónda heimi, í eini tíð tá ið vanligi hugburðurin hjá fólki ger tað torført at skapa frið.
„Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara – í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt.“ (Opinberingin 12:12) Djevulin, fíggindi Guds, hevur avmarkað rásarúm. Nú sleppur hann bara at vera nærindis jørðini, og hann roynir at ávirka fólk við sínum ónda hugburði. So leingi sum hann er „høvdingin yvir hesum heimi“, verður eingin friður. – Jóhannes 12:31.
„[Guds ríki] skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum [sum eru ímóti Gudi], men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ (Dániel 2:44) Tað er Guds ríki, og ikki nøkur mannastjórn, sum fer at skapa varandi heimsfrið. – Sálmur 145:16.