Hevur Gud skapt Djevulin?
Bíblian svarar
Bíblian vísir, at Gud ikki skapti Djevulin. Men hann skapti tann persónin, sum bleiv Djevulin. Bíblian sigur um Gud: „Fullkomið er verk Hansara; tí allir vegir Hansara eru rættferð! Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann!“ (5. Mósebók 32:3-5) Hetta vísir, at Satan Djevulin einaferð var fullkomin og rættvísur; hann var ein av Guds einglum.
Ezekiel 28:15 sipar til andasonin hjá Gudi, sum bleiv til Satan. Har stendur: „Einki var at finnast at atburði tínum, frá tí degi tú vart skaptur, inntil órættvísi varð funnin hjá tær.“
Men eingilin, sum bleiv til Satan, hevði eins og allir aðrir vitigir skapningar hjá Jehova Gudi frælsi at velja millum rætt og skeivt. Tá ið hann gjørdi uppreistur móti Gudi og fekk tey fyrstu menniskjuni at taka undir við sær, gjørdi hann seg sjálvan til Satan, sum merkir „mótstøðumaður“. – 1. Mósebók 3:1-5; Opinberingin 12:9.