Hvussu kann eg verja meg fyri kynsligari happing?
Bíblian svarar
Hugsa um hesi góðu ráðini, sum eru grundað á vísdómin í Bíbliuni: a
Hav professionellan atburð. Ver fyrikomandi og vís tínum arbeiðsfelagum virðing, men ver ikki so blíð, at tú gevur teimum ta fatan, at tú heldur, at tað er í lagi, at teir vísa tær kynsligan áhuga. – Matteus 10:16; Kolossebrævið 4:6.
Ansa eftir, hvussu tú ert ílatin. Gongur tú í klæðum, sum vísa ov nógv, sendir tað eitt skeivt signal. Bíblian mælir til, at vit ganga í „hóskandi klæðum“. – 1. Timoteusarbræv 2:9, Nýggi Sáttmálin.
Vel tær góðar vinir. Brúkar tú tíð saman við nøkrum, sum góðtaka ella enntá dáma, at mann flørtar ella er ónærisligur, er tað meira sannlíkt, at fólk fara at bera seg soleiðis at móti tær. – Orðtøkini 13:20.
Lurta ikki eftir ónærisligum tosi. Far av stað, um prátið fer at snúgva seg um „ljótar søgur, býttisligt tos ella ónærisligt skemt“. – Efesusbrævið 5:4, God’s Word Bible.
Kom tær ikki í vandamiklar støður. Ver til dømis á varðhaldi, um onkur – uttan góða grund – biður teg verða verandi á arbeiðsplássinum eftir arbeiðstíð. – Orðtøkini 22:3.
Ver greið og avgjørd. Upplivir tú kynsliga happing, mást tú klárt og greitt siga við viðkomandi, at tær ikki dámar tað. (1. Korintbræv 14:9) Tú kundi til dømis sagt: „Tú blívur við at nema við meg, og tað ger meg øgiliga illa til passar. Eg vil, at tú heldur uppat.“ Tú kundi skrivað viðkomandi eitt bræv, har tú greiðir frá, hvat er hent, hvussu tað ávirkaði teg, og hvussu tú vilt, tað skal vera framyvir. Ger tað greitt, at tín hugburður er grundaður á tínar moralnormar og átrúnaðarligu sannføring. – 1. Tessalonikabræv 4:3-5.
Leita tær hjálp. Heldur kynsliga happingin fram, mást tú siga tað við ein, sum tú lítur á, til dømis ein vin, ein í familjuni, ein arbeiðsfelaga ella ein, sum hevur royndir í at hjálpa fólki í eini slíkari støðu. (Orðtøkini 27:9) Tað hevur hjálpt nógvum, sum hava verið fyri kynsligari happing, at biðja til Gud. Sjálvt um tú ongantíð hevur biðið til Gud, mást tú ikki undirmeta hjálpina, tú kanst fáa frá Jehova, ið er „Gud alrar troystar“. – 2. Korintbræv 1:3.
Kynslig happing er orsøk til vánaligt arbeiðsumhvørvi hjá milliónum, men Bíblian kann hjálpa.
a Í hesi greinini fara vit at umrøða tey, sum eru fyri kynsligari happing, í kvennkynsformi. Men meginreglurnar eru bæði galdandi fyri menn og kvinnur.