Far beinleiðis til innihaldið

Hvør var Maria Magdalena?

Hvør var Maria Magdalena?

Bíblian svarar

 Maria Magdalena var ein trúfastur lærisveinur hjá Jesusi. Navnið Magdalena vísir helst til býin Magdala (møguliga Magadan), sum lá tætt við Galileavatn. Maria hevur kanska búð har einaferð.

 Maria Magdalena var ein av kvinnunum, ið ferðaðust saman við Jesusi og lærisveinunum, og sum syrgdu fyri teimum. (Lukas 8:1-3) Hon sá, tá ið Jesus bleiv dripin, og hon var millum tey fyrstu, sum sóu hann, eftir at hann var reistur upp. – Markus 15:40; Jóhannes 20:11-18.

 Var Maria Magdalena skøkja?

 Bíblian sigur ikki, at Maria Magdalena var skøkja. Tað einasta, hon sigur um hennara bakgrund, er, at Jesus rak sjey illar andar úr henni. – Lukas 8:2.

 Hví halda nógv, at hon hevði verið skøkja? Fleiri hundrað ár eftir at hon var deyð, vildu nøkur vera við, at hon var tann ónavngivna kvinnan (helst ein skøkja), sum við tárum sínum vaskaði Jesusi um føturnar og turkaði teir við hári sínum. (Lukas 7:36-38) Men einki í Bíbliuni stuðlar hesum pástandinum.

 Var Maria Magdalena „ápostul ápostlanna“?

 Nei. Av tí at Maria var millum tey fyrstu, sum bóru ápostlunum boð um, at Jesus var reistur upp, rópar katólska kirkjan hana bæði „Sankta Maria Magdalena“ og „ápostul ápostlanna“. (Jóhannes 20:18) Men fyri tað verður hon ikki ein ápostul. Og vit lesa ongastaðni í Bíbliuni, at hon var ein ápostul. – Lukas 6:12-16.

 Bíblian var fullfíggjað síðst í fyrstu øld. Men tað var ikki fyrr enn í sættu øld, at kirkjumyndugleikar gjørdu av at gera Mariu Magdalenu til eitt halgimenni. Skriftir frá aðru og triðju øld, sum ikki eru ein partur av Bíbliuni, siga, at nakrir av ápostlunum hjá Jesusi vóru øvundsjúkir inn á Mariu. Men hetta eru samanpentaðar søgur, sum ikki eru grundaðar á Bíbliuna.

 Var Maria Magdalena gift við Jesusi?

 Nei. Bíblian vísir týðiliga, at Jesus ongantíð bleiv giftur. a