Prógva profetiirnar í Bíbliuni, at Jesus var Messias?
Bíblian svarar
Ja. Meðan Jesus var á jørðini, uppfylti hann nógvar profetiir um Messias, sum skuldi verða sendur „heiminum til Frelsara“. (Dániel 9:25; 1. Jóhannesarbræv 4:14) Og eftir deyða sín uppfylti Jesus framvegis messiasprofetiir. – Sálmur 110:1; Ápostlasøgan 2:34-36.
Hvat merkir „Messias“?
Hebraiska orðið Masjiʹach (Messias) og tað samsvarandi grikska orðið Kristosʹ (Kristus) merkja bæði „hin salvaði“. „Jesus Kristus“ merkir sostatt „Jesus hin salvaði“, ella „Jesus Messias“.
Tá ið ein persónur á Bíbliunnar døgum fekk eitt serligt embæti, varð hann ofta salvaður við olju, sum varð stoytt út yvir høvdið á honum. (3. Mósebók 8:12; 1. Sámuelsbók 16:13) Gud útnevndi Jesus til Messias og gav honum harvið stóran myndugleika. (Ápostlasøgan 2:36) Tó salvaði Gud ikki Jesus við olju, men við heilagum anda. – Matteus 3:16.
Kundi meira enn ein persónur uppfylla messiasprofetiirnar?
Nei. Júst sum eitt fingramerki bert eyðkennir ein persón, so vísa bíbliuprofetiirnar bert til ein Messias, ella Kristus. Men Bíblian kemur tó við hesi ávaringini: „Lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verðið villleidd – hevði tað verið møguligt.“ – Matteus 24:24.
Kann Messias koma í framtíðini?
Nei. Bíblian boðaði frá, at Messias skuldi vera eftirkomari hjá Dávidi kongi í Ísrael. (Sálmur 89:4, 5) Men jødisku ættartalvurnar, sum vísa aftur til Dávid, eru ikki til longur. Tær vórðu helst oyðilagdar, tá ið rómverjar hertóku Jerusalem í ár 70 e.o.t. a Síðani tá hevur eingin verið førur fyri at prógva, at hann var av kongaætt Dávids. Men á Jesusar døgum vóru ættartalvurnar til, og tí kundi eingin, heldur ikki fíggindar Jesusar, seta spurnartekn við, um hann hevði rætt, tá ið hann segði, at hann var av ætt Dávids. – Matteus 22:41-46.
Hvussu nógvar profetiir um Messias eru í Bíbliuni?
Tað ber ikki til at siga nágreiniliga, hvussu nógvar profetiir eru um Messias. Til dømis kann tað vera ymiskt, hvussu profetiirnar verða taldar, eisini í tekstabrotum, sum heilt greitt snúgva seg um Messias. Esaias 53:2-7 nevnir til dømis fleiri profetiskar smálutir um Messias. Onkur metir kanska alt brotið sum eina profeti, meðan onnur meta hvønn einstakan smálut í brotinum sum eina profeti fyri seg.
Nakrar messiasprofetiir, sum gingu út við Jesusi
Profeti |
Er at finna í |
Uppfylling |
---|---|---|
Eftirkomari Ábrahams |
||
Eftirkomari Ísaks, sonar Ábrahams |
||
Føddur í Juda ætt |
||
Av kongaætt Dávids |
||
Føddur av moyggj |
||
Føddur í Betlehem |
||
Róptur Immanuel b |
||
Ein fátækslig byrjan |
||
Smábørn dripin, eftir at hann varð føddur |
||
Kallaður úr Egyptalandi |
||
Róptur nazareari c |
||
Boðberi kom undan honum |
||
Salvaður sum Messias í ár 29 e.o.t. d |
||
Góðkendur av Gudi sum sonur hansara |
||
Íðin fyri Guds húsi |
||
Kom við góðum tíðindum |
||
Almenna boðanin í Galilea var eitt stórt ljós |
||
Gjørdi undur eins og Móses |
||
Eins og Móses bar hann fram hugsanir Guds |
||
Grøddi nógv sjúk |
||
Royndi ikki at fáa uppmerksemi |
||
Vísti neyðstøddum umsorgan |
||
Segði frá Guds rættvísi |
||
Undurfullur ráðgevi |
||
Kunngjørdi navn Jehova |
||
Talaði í líknilsum |
||
Ein vegleiðari |
||
Nógv trúðu honum ikki |
||
Snávingarsteinur |
||
Vrakaður av menniskjum |
||
Hataður uttan grund |
||
Fagnaður, tá ið hann reið inn í Jerusalem á esli |
||
Lovprísaður av børnum |
||
Kom í navni Jehova |
||
Svikin av einum vini |
||
Svikin fyri 30 seklar av silvuri e |
||
Vinirnir rýmdu frá honum |
||
Fólk vitnaðu falskt ímóti honum |
||
Læt ikki upp munnin, tá ið hann varð ákærdur |
||
Spýttur á |
||
Sligin í høvdið |
||
Húðflongdur |
||
Gjørdi ikki mótstøðu, tá ið hann varð sligin |
||
Fólksins leiðarar gjørdu samansvørjing ímóti honum |
||
Negldur á ein steyra gjøgnum hendur og føtur |
||
Fólk kastaðu lut um klæðini hjá honum |
||
Roknaður millum brotsmenn |
||
Háðaður og spottaður |
||
Leið fyri syndarar |
||
Tyktist, sum Gud var farin frá honum |
||
Fekk edik og gall at drekka |
||
Tystur, beint áðrenn hann doyði |
||
Gav Gudi anda sín |
||
Gav sítt lív |
||
Gjørdist loysigjaldið, sum tekur burtur synd |
||
Einki bein í honum varð brotið |
||
Gjøgnumstungin |
||
Lagdur í grøv hjá teimum ríku |
||
Reistur upp frá deyðum |
||
Ein annar kom í staðin fyri svíkjaran |
||
Settur við høgru hond Guds |
a McClintock og Strong’s Cyclopedia sigur: „Lítil ivi er um, at skrásetingin av jødiskum ættum og familjum bleiv burtur, tá ið Jerusalem varð oyðilagt, og ikki fyrr.“
b Hebraiska navnið Immanuel, sum merkir „Gud við okkum“, lýsir væl leiklutin hjá Jesusi sum Messias. At hann kom til jarðar og gjørdi stórverk, vísir, at Gud er við teimum, ið tæna honum. – Lukas 2:27-32; 7:12-16.
c Orðingin „nazareari“ kemur helst frá hebraiska orðinum netser, sum merkir „kvistur“.
d Fleiri upplýsingar um tíðarrokningina í Bíbliuni, sum vísir, at Messias steig fram í ár 29 e.o.t., eru at finna í greinini „Koma Messiasar fyriboðað í Dániels profeti“.
e Henda profetiin stendur í Zakariasar bók, men bíbliuskrivarin Matteus sigur, at hon er ’talað við Jeremiasi profeti’. (Matteus 27:9) Tað sær út til, at Jeremiasar bók viðhvørt varð sett fremst í tí partinum av Skriftunum, sum verður róptur ’profetarnir’. (Lukas 24:44) Tá ið Matteus nevndi Jeremias, vísti hann helst til alt hetta savnið av bókum, sum eisini fevndi um Zakariasar bók.