Er Bíblian mannavísdómur?
Bíblian svarar
Í Bíbliuni, ella Halgubók, eru nógv vísdómsorð. Men legg til merkis, hvat Bíblian sigur um seg sjálva: „Øll skriftin er innblást av Gudi.“ (2. Timoteusarbræv 3:16) Hetta er væl prógvað. Hugsa um hetta:
Tað hevur ongantíð eydnast nøkrum at mótprógva, at Bíblian er søguliga eftirfarandi.
Teir, sum skrivaðu Bíbliuna, vóru ærligir menn. Og teirra opinleiki ber týðiligan dám av sannleika.
Bíblian hevur eitt aðalevni, sum er, at øll skulu sanna, at Gud hevur rætt at stjórna mannaættini, og at Guds himmalska ríki skal fremja hansara ætlan.
Bíblian varð skrivað fyri fleiri túsund árum síðani, og kortini eru ongar vísindaligar misfatanir í henni, sum annars vóru vanligar fyrr í tíðini.
Søgan hevur prógvað, at profetiir, ella forsagnir í Bíbliuni, eru gingnar út.