Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg fáa betri samband við læraran?

Hvussu kann eg fáa betri samband við læraran?

 Órættvísir lærarar

 Næstan allir næmingar hava havt ein lærara, sum teir hildu vera órættvísan, alt for krevjandi ella beinleiðis óreinan.

  •   Luis, sum er 21 ár, sigur: „Eg hevði ein lærara, sum bannaði illa, og hon hevði onga respekt fyri næmingunum. Hon var ikki bangin fyri at blíva koyrd, tí hon skuldi allíkavæl skjótt fara upp á pensjón.“

  •   Melanie, sum er 25 ár, minnist, at ein lærari var serliga órættvísur við hana. „Hennara umbering fyri at fara illa við mær var, at eg ikki hoyrdi til ein av teimum stóru trúarbólkunum. Hon segði, at eg bara mátti venja meg við at blíva órættvíst viðfarin.“

 Sjálvt um tú hevur ein strangan lærara, pjøvist tað ikki at vera so forferdiligt at ganga í skúla. Royn hesi uppskotini.

 Hvussu klári eg tað?

  •   Akta læraran. Tað er ymiskt, hvat lærarar vænta av sínum næmingum. Tú kanst royna at finna út av, hvat lærarin væntar av tær, og royn so at fylgja tí, sum hann sigur.

     Meginregla í Bíbliuni: „Hin vísi skal lýða á og økja sín lærdóm.“ – Orðtøkini 1:5, Dahl/Viderø.

     „Eg fann út av, at eg mátti gera tingini, soleiðis sum lærarin vildi hava meg at gera tey, og tað royndi eg so. Og so fingu vit tað nógv betri saman.“ – Christopher.

  •   Vís virðing. Tosa pent við lærararnar. Tú mást ongantíð svara teimum ljótt aftur, sjálvt um tú følir, at tú hevur rætt til tað. Minst til, at tað eru lærararnir, sum bestemma, ikki næmingarnir.

     Meginregla í Bíbliuni: „Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!“ – Kolossebrævið 4:6.

     „Næmingar vísa ikki altíð lærarum ta virðingina, sum teir hava uppiborið. So viss tú vísir teimum virðing, verða teir heilt sikkurt góðir við teg.“ – Ciara.

  •   Royn at skilja læraran. Lærarar eru eisini menniskju. Teir kunnu eisini blíva stressaðir og hava ymiskt at stríðast við, akkurát sum øll onnur. So hugsa ikki beinanvegin, at lærarin er óreinur ella hatar teg.

     Meginregla í Bíbliuni: „Vit gera øll somul mistøk.“ – Jákupsbrævið 3:2, Nýggi Sáttmálin.

     „Tað má vera strævið at vera lærari. Teir skulu bæði læra børnini at uppføra seg ordiligt og undirvísa teimum. Tí royndi eg altíð at vera fitt, so lærarin ikki skuldi hava nakað stríð av mær.“ – Alexis.

  •    Tosa við foreldrini. Foreldrini vilja, at tú skalt fáa so nógv sum gjørligt burtur úr skúlanum. Og tey kunnu hjálpa tær at finna út av, hvat tú kanst gera, um tú hevur ein strævnan lærara.

     Meginregla í Bíbliuni: „Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir.“ – Orðtøkini 15:22.

     „Foreldur vita nógv meira um at loysa trupulleikar enn tey, sum eru ung. Og tí kann tað hjálpa tær at lurta eftir teimum.“ – Olivia.

 Hvussu skal eg tosa við læraran?

 Í summum førum noyðist tú at tosa við læraran um trupulleikan. Kanska torir tú ikki at siga tað beinleiðis við hann, tí tú ert bangin fyri, hvussu hann fer at reagera. Men tað er kanska slett ikki so ringt, sum tú heldur, og tað kann enntá loysa trupulleikan.

 Meginregla í Bíbliuni: ’Stevnið eftir tí, sum er til frið.’ – Rómbrævið 14:19.

 „Viss tað virkar sum, at lærarin bara er illur við teg og ikki hini, kanst tú spyrja hann, um tú hevur gjørt nakað skeivt. Tað, sum hann sigur, kann hjálpa tær at finna út av, hvat tú skalt gera.“ – Juliana.

 „Viss tú skalt tosa við læraran um ein trupulleika, er tað nokk best at gera tað áðrenn ella aftan á tíman, og minst til at vera róligur. Vónandi lurtar hann og heldur, at tað var gott, at tú komst og segði tað.“ – Benjamin.

 EIN UNGUR SIGUR FRÁ

 „Eg fekk vánaligar karakterir, og lærarin vildi slett ikki hjálpa mær. Eg hevði bara hug at fara úr skúlanum, tí hon oyðilegði alt fyri meg.

 Eg fór til ein annan lærara og spurdi hann, hvat eg skuldi gera. Hann segði við meg: ’Hon kennir teg ikki nóg væl, og tú kennir kanska heldur ikki hana nóg væl. Tú mást fortelja henni, hvat trupulleikin er. Viss tú gert tað, hjálpir tú kanska eisini øðrum næmingum, sum ikki tora at tosa við hana.’

 Tað var tað síðsta, eg hevði hug at gera! Men eg hugsaði um tað, hann segði, og hann hevði rætt. Viss eg vildi hava, at nakað skuldi henda, mátti eg sjálv gera nakað.

 Dagin eftir fór eg til hana og segði við hana, at mær dámdi væl tímarnar hjá henni, og at eg so gjarna vildi hava so nógv burturúr sum gjørligt. Men eg segði eisini, at tað var eitt sindur ringt hjá mær, og at eg ikki visti, hvat eg skuldi gera. Hon gav mær nøkur góð ráð og bjóðaði sær enntá at hjálpa mær aftan á tíman ella gjøgnum teldupost.

 Tað hevði eg slett ikki roknað við! Tá ið eg hevði tosað við hana, høvdu vit tað nógv betri saman, og alt bleiv nógv lættari í skúlanum.“ – Maria.

 Prei: Viss tú hevur trupulleikar við einum lærara, kanst tú síggja tað sum ein møguleika at læra nakað, sum fer at hjálpa tær, tá ið tú verður vaksin. Katie, sum er 22 ár, sigur: „Tá ið tú ert farin úr skúlanum, fert tú helst eisini at møta fólkum, ið hava myndugleika, og sum ikki altíð eru so fitt. Viss tú klárar at hava ein strævnan lærara, so fert tú eisini at duga at hava við onnur strævin fólk at gera í framtíðini.“