Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Er okkultisma bara óskaðiligt undirhald?

Er okkultisma bara óskaðiligt undirhald?

 Hvat heldur tú?

  •   Er tað skaðiligt at lesa stjørnuspá, fara til eina spákonu ella brúka ymiskar lutir til at spáa við?

  •   Eru søgur um tað okkulta bara ein lýsing av tí góða og tí ónda, ella býr nakað veruligt og vandamikið undir?

 Henda greinin snýr seg um, hví okkultisma kann virka spennandi, og hví tú mást ansa tær.

 Hví kann tað vera spennandi?

 Fólk í undirhaldsídnaðinum hava tjent nógvar pengar upp á at gera filmar, sjónvarpssendingar, telduspøl og bøkur, sum snúgva seg um tað okkulta. Av tí sama hava nógv ung fingið áhuga fyri stjørnuspáfrøði, illum andum, vampýrum og gandi. Hví? Orsakirnar eru millum annað:

  •   Forvitni: Tey vilja vita, um ein andaheimur veruliga er til

  •   Stúran: Tey vilja vita, hvat fer at henda í framtíðini

  •   Saknur: Tey vilja sleppa at tosa við ein kæran, sum er deyður

 Hetta er ikki endiliga skeivt í sær sjálvum. Til dømis er tað púra natúrligt at hugsa um framtíðina ella at sakna ein kæran, sum er deyður. Men kortini eru nakrir vandar, sum tú mást ansa tær fyri.

 Hví skalt tú ansa tær?

 Bíblian ávarar ímóti at hava nakað við okkultismu at gera. Hon sigur til dømis:

 ’Eingin gandakallur ella spámaður má vera hjá tær, eingin, sum fæst við at leggja út tekin ella við svartakunst, eingin andamanari, eingin, sum spyr deydningar, ella sum leitar sær ráð frá deyðum. Tí ein og hvør, ið slíkt ger, hann er HARRANUM andstygd.’ – 5. Mósebók 18:10-12.

 Hví fordømir Bíblian okkultismu?

  •   Um vit hava samband við illar andar, stuðla vit teimum í veruleikanum. Í Bíbliuni stendur, at nakrir einglar gjørdu uppreistur ímóti Gudi, og soleiðis gjørdust teir hansara fíggindar. (1. Mósebók 6:2; Judasarbrævið 6) Hesir óndu einglarnir, sum verða róptir demonir, villleiða fólk við spákonum og øðrum, sum fáast við gand og stjørnuspáfrøði. Um vit hava nakað við sovorðið at gera, verða vit eisini fíggindar Guds.

  •   Okkultisma stuðlar lygnini um, at nøkur menniskju duga at spáa um framtíðina. Men tað er bara Gud, sum kann siga: ’Eg kunngeri frá upphavi endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent.’ – Esaias 46:10; Jákupsbrævið 4:13, 14.

  •   Okkultisma stuðlar lygnini um, at tey deyðu kunnu tosa við tey livandi. Men Bíblian sigur: „Hini deyðu vita einki. ... Hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í deyðaríkinum.“ – Prædikarin 9:5, 10.

 Av hesum orsøkum halda Jehova vitni seg langt burtur frá øllum, sum hevur við okkultismu at gera. Tey velja heldur ikki undirhald, sum snýr seg um sombiar, vampýrar og tað yvirnatúrliga. Ein ung kvinna, sum eitur Maria, sigur: „Er nakað okkult í tí, so hyggi eg ikki at tí.“ a

Eins og svikarar látast illu andarnir at vera nakað, teir ikki eru – til dømis ein av tínum kæru, sum er deyður

 Hvat kanst tú gera?

  •   Set tær fyri at varðveita eina „góða samvitsku“ yvir fyri Jehova, og lat vera við at hava nakað við tað okkulta at gera. – Ápostlasøgan 24:16, Nýggi Sáttmálin.

  •   Um tú eigur nakað, sum hevur samband við tað okkulta, mást tú tveita tað burtur. Les Ápostlasøguna 19:19, 20, og hugsa um, hvussu tú kanst taka eftir teimum fyrstu kristnu.

 Minst til: Tá ið tú heldur teg burtur frá okkultum gerðum og undirhaldi, vísir tú, at tú vilt vera í parti við Jehova. Og tað gleðir hann! – Orðtøkini 27:11.

a Ikki alt undirhald, sum kann bólkast undir fantasi ella ævintýr, er skeivt. Men vit mugu brúka okkara bíbliuvandu samvitsku, so vit ikki fáast við undirhald, sum fremur okkultismu. – 2. Korintbræv 6:17; Hebrearabrævið 5:14.