Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Ganga saman – 2. partur: Hvat skal eg vænta, tá ið eg gangi saman við einum?

Ganga saman – 2. partur: Hvat skal eg vænta, tá ið eg gangi saman við einum?

 Tú hevur møtt einum, sum tær dámar ordiliga væl, og tit hava gjørt av at ganga saman fyri at vita, um tit passa saman og vilja giftast við hvørjum øðrum. Hvat skalt tú vænta, meðan tit læra hvønn annan betur at kenna?

Í hesi greinini:

 At tit tosa opið og erliga saman

 Meðan tit ganga saman, koma tit at læra hvønn annan væl at kenna. Tú fert at læra nógv um hin partin, tá ið tú sært, hvussu hann ella hon reagerar í ymiskum støðum.

 Men tað eru nøkur ting, sum tit noyðast at tosa opið og erliga um. Og tá ið tit gera tað, mást tú minnast til at hava høvdið við og ikki bara lata kenslurnar stýra. Tað kann hjálpa tær at fáa ta røttu myndina.

 Her er nakað, sum tit mugu tosa um:

  •   Pengar. Hevur tú skuld? Dugir tú ikki so væl við pengum? Viss tit velja at gifta tykkum, høvdu tit so verið samd um tað fíggjarliga, og um hvussu pengarnir skulu brúkast?

  •   Heilsa. Hevur tú góða heilsu? Hevur tú havt nakrar álvarsligar heilsutrupulleikar?

  •   Mál. Hvørji mál hevur tú í lívinum? Hava tit mál, sum passa saman? Hugsa tær, at tit blíva gift, og at okkurt ger, at tú ikki kanst røkka tínum málum. Hevði tú so enn verið glaður og nøgdur?

  •   Familja. Hevur onkur í familjuni brúk fyri, at tú tekur tær av honum ella henni? Ella kann tað blíva brúk fyri tí í framtíðini? Vilt tú gjarna hava børn? Um so er, hvussu nógv?

 Tá ið tit tosa um sovorðin evni, mugu tit vera púra erlig. Sig ikki nakað, sum tú ikki meinar, bara tí tað ljóðar gott. – Hebrearabrævið 13:18.

 Hugsa um hetta: Hvat hevur tú brúk fyri at vita um tann, sum tú gongur saman við? Hvat eigur hann ella hon at vita um teg? Hvussu kann tað, at tit eru erlig nú, hjálpa tykkum at tosa opið saman, viss tit velja at gifta tykkum?

 Meginregla í Bíbliuni: „Forteljið hvørjum øðrum sannleikan.“ – Efesusbrævið 4:25, New Century Version.

 „Hon hugsar kanska: ’Um eitt hálvt ár eru vit sikkurt blivin forlovaði,’ men hann hugsar kanska, at tað verður um eitt ár. Tað kann gera hana kedda og forvirraða, tí hon hevði væntað, at tað gekk skjótari. Tí er tað viktigt, at tey tosa saman, so tey vita, hvat hin hugsar.“ – Ariana, gift í eitt ár.

 At tit hava ymiskar meiningar

 Eingin er líka, so tit mugu ikki vænta, at tit eru samd um alt ella hugsa líka. Mentan og uppvøkstur kann hava ávirkan á, hvat tit halda um ymiskt.

 Hugsa um hetta: Hvat gera tit, tá ið tit ikki eru samd um okkurt smáting, sum ikki stríðir ímóti nakrari meginreglu í Bíbliuni? Eru tit so bæði villig at geva tykkum fyri frið skyld?

 Meginregla í Bíbliuni: „Ber teg ikki at, sum tú hevði verið so ovurhonds vísur!“ – Prædikarin 7:16.

 „Sjálvt um tit kanska hugsa, at tit passa perfekt saman, verða tit uttan iva ósamd av og á. Tað er sjálvandi viktigt, at tit passa væl saman, men tað er uppaftur viktigari, at tit finna út av, hvussu tit reagera, tá ið tit eru ósamd.“ – Matteus, giftur í fimm ár.

 At tað kann blíva stressandi

 Tað fer við nógvari tíð at ganga saman við einum, og tað kann gera, at mann verður móður og stressaður. Hvat kann hjálpa tær, viss tað hendir?

 Set nøkur rímilig mørk. Ansa eftir, at kærleikslívið ikki kemur at fylla so nógv, at tú gloymir alt annað, til dømis hinar vinirnar hjá tær. Alana, sum hevur verið gift í fimm ár, sigur: „Tú hevur enn brúk fyri vinunum hjá tær, aftan á at tú ert blivin giftur, og teir hava enn brúk fyri tær. So bara tí tú hevur fingið sjeik ella damu, mást tú ikki gloyma vinirnar.“

 Tá ið mann einaferð verður giftur, má mann hava javnvág á øllum økjum í lívinum. Hví ikki royna at finna ta javnvágina longu nú, meðan tit ganga saman?

 Hugsa um hetta: Væntar tú, at tann, sum tú gongur saman við, skal brúka órímiliga nógva tíð saman við tær og alla tíðina vísa tær uppmerksemi? Ella følir tú, at hann ella hon krevur tað av tær? Hvat kunnu tit bæði tvey gera, so eingin av tykkum verður púra útlúgvaður, meðan tit ganga saman?

 Meginregla í Bíbliuni: „Alt hevur stund sína.“ – Prædikarin 3:1.

 „Viss tvey, sum ganga saman, bara gera nakað stuttligt og avslappandi saman, kunnu tey fáa eitt sjokk, tá ið tey blíva gift. Tað er gott at vera saman um ymiskt, sum skal gerast í dagligdegnum, sum til dømis at keypa inn og studera. So lærir mann at samstarva, og tað er eitt gott grundarlag at hava í hjúnabandinum.“ – Daniel, giftur í tvey ár.

 Tað er gott at minnast til, at tíðin, tá ið tvey ganga saman, endar við, at tey skulu taka eina avgerð, antin at gifta seg ella at gera tað liðugt. 3. partur í hesi røðini kemur inn upp á, hvat tit mugu tosa um, tá ið tit skulu taka ta avgerðina.