Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg velja góðar fyrimyndir?

Hvussu kann eg velja góðar fyrimyndir?

 „Tá ið eg hevði trupulleikar í skúlanum, var tað ein hjálp at hugsa um ein persón, sum mær dámdi væl, og sum hevði upplivað okkurt líknandi. Eg royndi at gera tað sama sum viðkomandi. At hava góðar fyrimyndir gjørdi tað lættari hjá mær at klára torførar støður.“ – Haley.

 Fyrimyndir kunnu hjálpa tær at sleppa undan trupulleikum og at røkka tínum málum. Lykilin er at velja góðar fyrimyndir.

 Hví skal eg hugsa meg um?

  •   Tey, sum tú velur til fyrimyndir, ávirka tín verumáta.

     Bíblian eggjar kristnum til at leggja merki til tey, sum eru góðar fyrimyndir. Hon sigur: „Hyggið at lívi teirra, so tit kunnu fylgja teimum eftir í trúnni.“ – Hebrearabrævið 13:7, Nýggi Sáttmálin.

     Prei: Av tí at tey, sum tú velur til fyrimyndir, antin kunnu hava góða ella ringa ávirkan á teg, er tað umráðandi, at tú velur fólk, sum hava góðar eginleikar, og ikki bara tey, sum eru populer ella javngomul við teg.

     „Ein trúarfelagi, sum eitur Adam, hevur lært meg sera nógv, bæði við sínum hugburði og verumáta sum heild. Eg minnist enn nógv av tí, sum hann segði og gjørdi. Hann veit slett ikki, hvussu stóra ávirkan hann hevði á meg.“ – Colin.

  •   Tey, sum tú velur til fyrimyndir, ávirka tínar tankar og kenslur.

     Bíblian sigur: „Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ – 1. Korintbræv 15:33.

     Prei: Vel onkran, sum hevur góðar eginleikar, ikki bara onkran, sum sær gott út. Annars endar tað kanska við, at tú verður skuffaður.

     „Tú fert at føla teg ljótan og lítið verdan, um tú alla somlu tíðina samanbert teg við vøkur og hugtakandi fólk. Tú kanst koma at hugsa alt ov nógv um, hvussu tú sært út.“ – Tamara.

     Hugsa um hetta: Hvør kann vandin vera við at velja ítróttastjørnur og onnur kend fólk til fyrimyndir?

  •   Tey, sum tú velur til fyrimyndir, kunnu hava ávirkan á, um tú røkkur tínum málum.

     Bíblian sigur: ’Kom saman við vísum, og tú verður vísur!’ – Orðtøkini 13:20.

     Prei: Vel fyrimyndir, sum í sínum atburði vísa, at tey hava teir góðu eginleikarnar, sum tú gjarna vilt hava. At eygleiða hesar fyrimyndirnar kann læra teg, hvat tú kanst gera fyri at røkka tínum málum.

     „Heldur enn at seta sær eitt mál, sum til dømis: ’Eg vil vera meira ábyrgdarfull,’ kanst tú vera meira ítøkilig og siga: ’Eg vil vera meira ábyrgdarfull sum Jane. Hon kemur altíð til tíðina og tekur sínar uppgávur í álvara.’“ – Miriam.

     Niðurstøðan: Tú mást velja eina góða fyrimynd fyri at blíva soleiðis, sum tú gjarna vilt vera.

At hava eina góða fyrimynd kann vera ein snarvegur til at røkka tínum málum

 Hvønn skal eg velja?

 Tað eru tveir mátar at velja fyrimyndir upp á.

  1.   Tú kanst velja ein eginleika, sum tú vilt arbeiða upp á, og so finna onkran, tær dámar, sum hevur tann eginleikan.

  2.   Tú kanst hugsa um onkran, tær dámar, og so velja onkran eginleika hjá viðkomandi, sum tú gjarna vilt hava.

 Tínar fyrimyndir kunnu vera:

  •  Javnaldrar. „Eg vil gjarna vera sum mín besta vinkona. Hon gevur sær altíð tíð til at spyrja onnur, hvussu tey hava tað. Hon er yngri enn eg, men hon hevur nakrar vakrar eginleikar, sum eg ikki havi, og tí vil eg gjarna royna at líkjast henni.“ – Miriam.

  •  Vaksin. Tað kundi verið foreldrini ella ein trúarfelagi. „Foreldrini hjá mær eru heilt klárt mínar fyrimyndir. Tey hava frálíkar eginleikar. Eg dugi at síggja, at tey ikki eru fullkomin, men eg síggi eisini, at tey eru trúføst hóast tað. Vónandi kann tað sama sigast um meg, tá ið eg verði líka gomul sum tey.“ – Annette.

  •  Fólk í Bíbliuni. „Eg havi valt fleiri fyrimyndir í Bíbliuni – Timoteus, Rutt, Job, Pætur, ta lítlu ísraelitisku gentuna – allar av ymiskum orsøkum. Meira eg læri um fólkini í Bíbliuni, meira verulig gerast tey. Mær hevur dámt sera væl at lesa frásøgurnar í bókini Tak eftir trúgv teirra og eisini yvirlitið ’Rollemodeller’ aftast í báðum bindunum av bókini Unge spørger – Svar der duer.“ – Melinda.

 Prei: Hav ikki bara eina fyrimynd. Paulus ápostul segði við sínar kristnu trúarfelagar: „Gevið tykkum far um tey, ið liva eftir tí fyrimynd, sum tit hava í okkum.“ – Filippibrævið 3:17, Nýggi Sáttmálin.

 Visti tú? kanst blíva ein fyrimynd hjá øðrum! Bíblian sigur: „Ver teimum, sum trúgva, fyridømi: Í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika.“ – 1. Timoteusarbræv 4:12.

 „Hóast tú sjálvur enn arbeiðir upp á nakrar eginleikar, hjálpir tú kanska samstundis øðrum at gera tað sama. Tú veitst ongantíð, hvør eygleiðir teg, og tú veitst ikki, hvussu tað, sum tú sigur, kann ávirka lívið hjá øðrum.“ – Kiana.