Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvat kann eg gera, um ein vinur særir meg?

Hvat kann eg gera, um ein vinur særir meg?

 Hvat skalt tú vita?

  •   Allir vinir fáa trupulleikar. Ein vinur, ja, enntá tín besti vinur, sigur ella ger kanska okkurt, sum særir teg, tí hann ella hon er ófullkomin. Men tað ert tú sjálvandi eisini. Og um tú skalt vera heilt ærligur, hevur tú so ikki eisini sært onkran? – Jákupsbrævið 3:2.

  •   Tú kanst lætt blíva særdur á sosialu miðlunum. Til dømis sigur ein tannáringur, sum eitur Dávid: „Tá ið tú sært myndir av nøkrum vinfólkum hjá tær, sum gera okkurt stuttligt saman, hugsar tú kanska, hví tey ikki bóðu teg koma við. Og so verður tú kanska keddur og følir teg uttanfyri.“

  •   kanst gera nakað við tað.

 Hvat kanst tú gera?

 Kenn teg sjálvan. Bíblian sigur: „Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!“ – Prædikarin 7:9.

 „Viðhvørt uppdagar mann seinni, at tað, sum mann var keddur um, ikki hevði so nógv upp á seg.“ – Alyssa.

 Spyr teg sjálvan: Eri eg kanska eitt sindur nærtakandi? Kann eg læra meg at bera yvir við øðrum? – Prædikarin 7:21, 22.

 Hugsa um, hví tað er gott at fyrigeva. Bíblian sigur: „Tað er [manni] æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.“ – Orðtøkini 19:11.

 „Sjálvt um tú hevur orsøk at føla teg særdan, er tað gott at vera skjótur at fyrigeva. Og tað vil siga, at tú ikki skalt blíva við at nevna tað, sum hevur sært teg, og soleiðis noyða vinin hjá tær at siga orsaka eina ferð aftrat. Tá ið tú hevur fyrigivið, mást tú lata tað fara.“ – Mallory.

 Spyr teg sjálvan: Hevur tað, sum er hent, so stóran týdning? Kann eg fyrigeva fyri frið skyld? – Kolossebrævið 3:13.

At blíva við at tosa um hvønn minsta trupulleika í einum vinalagi er sum at blíva við at lata hurðina upp og lata kalda luft sleppa inn í eitt upphitað rúm

 Hugsa um vinin hjá tær. Bíblian sigur: „Havið somu umsorgan fyri øðrum sum fyri tykkum sjálvum.“ – Filippibrævið 2:4, Nýggi Sáttmálin.

 „Tá ið vinir elska og virða hvønn annan, skuldi tað verið lætt at loyst trupulleikar beinanvegin. Mann hevur longu lagt tíð og orku í vinalagið, so tað hevði verið býtt at oyðilagt tað.“ – Nicole.

 Spyr teg sjálvan: Kundi vinurin hjá mær kanska havt rætt í onkrum av tí, sum hann segði? – Filippibrævið 2:3.

 Niðurstøðan: At vita, hvat tú kanst gera, tá ið tú følir teg særdan, kann hjálpa tær alt lívið. Hví ikki læra tað longu nú?