Far beinleiðis til innihaldið

TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA | JOB

Jehova hjálpti honum at koma á føtur aftur

Jehova hjálpti honum at koma á føtur aftur

 Endiliga hildu menninir uppat at tosa! Einasta ljóðið, ið nú hoyrdist, var kanska tað stillisliga, heita lotið úr arabisku oyðimørkini. Hjá Job vóru orðini uppi, hann var útlúgvaður eftir ein langan orðadrátt. Sært tú fyri tær, hvussu hann hvassoygdur hyggur at sínum trimum kenningum, Elifaz, Bildad og Zofar? Hann mestsum eggjar teimum til at halda fram. Men teir hyggja burtur, vónsviknir um at teirra frálíka próvførsla, alt tað háfloygda ’møsnið’ og tær óndu ákærurnar móti Job ikki rinu við. (Job 16:3) Um nakað, so var Job bara blivin styrktur í síni avgerð um at verða verandi trúfastur.

 Job man hava følt, at trúfestið var alt, hann hevði eftir. Hann hevði mist sítt ríkidømi, øll tíggju børn síni, stuðulin og virðingina frá vinum og grannum, og at enda eisini heilsuna. Hansara húð var svørt av sjúku, full av sárum og skruvum og ýddi í maðkum. Sjálvt andi hansara var so ringur, at tað beyð øðrum ímóti. (Job 7:5; 19:17; 30:30) Men álopini frá teimum trimum monnunum gjørdu Job í øðini. Hann vildi fyri alt í verðini prógva, at hann ikki var tann stóri syndarin, sum teir søgdu hann vera. Eftir at Job hevði hildið seinastu røðu sína, vistu teir ikki, hvussu teir skuldu svara. Allur streymurin av óndum orðum var steðgaður. Men pínan hjá Job stóð við. Hann hevði framvegis brúk fyri hjálp – og tað skjótt!

 Job sá ikki støðuna, sum hon veruliga var, og tað er væl skilligt. Hann hevði brúk fyri hjálp til at hugsa øðrvísi. Hann hevði eisini brúk fyri troyst og umsorgan; tað áttu teir tríggir vinmenninir at givið honum, men tað gjørdu teir ikki. Hevur tú nakrantíð følt, at tú veruliga hevði brúk fyri at fáa góð ráð og umsorgan? Hevur tú nakrantíð kent teg sviknan av fólki, tú metti sum vinir? Tá ið vit lesa um, hvussu Jehova Gud hjálpti tænara sínum, Job, og hvussu tað ávirkaði hann, kann tað geva okkum vón og læra okkum nógv.

Ein klókur og hjálpsamur vinur

 Nú avdúkar frásøgan um Job nakað, vit ikki høvdu væntað. Ein annar persónur var hjástaddur, ein yngri maður, sum æt Elihu. Hann hevði sitið og lurtað eftir orðadráttinum millum teir eldru menninar. Og honum dámdi einki tað, sum hann hevði hoyrt.

 Elihu var skelkaður av Job. Tað píndi hann at síggja, at tann rættvísi Job tók sær tað, sum teir tríggir menninir søgdu, so nær, at hann royndi at gera „seg sjálvan rættvísari enn Gud“. Men Elihu dugdi eisini at seta seg í hansara stað – hann sá, hvussu Job píndist, hann sá hansara trúfesti, og at hann hevði brúk fyri at fáa góð ráð og troyst. Tað er ikki løgið, at Elihu misti tolið við teimum trimum svikaligu troystarunum. Hann hevði hoyrt teir særa Job við orðum og royna at taka bæði trúnna, virðileikan og trúfestið frá honum. Men verri var, at teir við sínum orðavavstri fingu tað at ljóða, sum Gud var óndur. Elihu fekk ikki hildið sær longur, nú mátti hann siga okkurt! – Job 32:2-4, 18.

 „Eg eri ungur av aldri,“ segði hann, „og tit eru gamlir menn; tí firnaðist eg og kom mær ikki at siga tykkum tað, ið eg veit.“ Men nú fekk hann ikki tagt longur, hann segði: „Hinir gomlu eru ikki altíð vísir, og oldingar vita ikki altíð, hvat rætt er!“ (Job 32:6, 9) Og nú helt Elihu eina langa røðu fyri at prógva, at tað, sum hann segði, var rætt. Hann tosaði heilt øðrvísi við Job enn Elifaz, Bildad og Zofar. Elihu lovaði Job, at hann ikki skuldi niðurgera hann ella gera støðuna verri. Hann vísti eisini Job æru við at brúka hansara navn og viðurkenna, at viðferðin, hann hevði fingið, var ósømilig. a Við djúpari virðing segði hann: „Hoyr nú, Job, orð míni.“ – Job 33:1, 7; 34:7.

Elihu nevndi Job við navni, var vinarligur og vísti honum virðing

 Elihu var ærligur í sínum ráðum til Job: „[Tú] segði, meðan eg var hjástaddur ...: ’Reinur eri eg og uttan synd, lýtaleysur eri eg og uttan misgerð! Men Gud finnur Sær søk móti mær.’“ Elihu vísti alt fyri eitt á, hvat hetta veruliga snúði seg um, tá ið hann spurdi: „Heldur tú hetta vera beint – tú, sum hevur sagt, at tú ert rættvísari enn Gud!“ Elihu helt, at slík hugsan mátti átalast. „Í hasum hevur tú ikki rætt,“ segði hann. (Job 33:8-12; 35:2) Elihu visti, at Job var harmur um at hava mist so ræðuliga nógv og síðani eisini at verða illa viðfarin av sínum svikaligu vinmonnum. Men hann ávaraði Job: „Lat bert ikki vreiði lokka teg til spott.“ – Job 36:18.

Elihu vísir á, at Jehova er góður

 Elihu vildi fram um alt forsvara Jehova Gud við tí, sum hann segði. Hann legði stóran dent á orðini, tá ið hann endurgav ein djúpan sannleika: „Langt veri tað frá Gudi at synda, ... hin Alvaldi boyggir ikki rættin!“ (Job 34:10, 12) Sum eitt dømi um, at Jehova bæði er rættvísur og miskunnsamur, minti Elihu Job á, at Jehova ikki legði uppí og revsaði Job fyri at leypa framav í orðum og ikki sýna Gudi virðing. (Job 35:13-15) Og í staðin fyri at látast, sum hann skilti alt viðvíkjandi Gudi, ásannaði Elihu eyðmjúkt: „Ja, Gud er stórur, og vit fata Hann ikki.“ – Job 36:26.

 Elihu var bersøgin, tá ið hann gav Job leiðbeining, men hann var eisini vinarligur. Hann nevndi eina undursama vón um, at Jehova einaferð fór at gera Job frískan aftur. Um sín trúfasta tænara skuldi Gud tá siga: „Kroppur hansara verður tá hyldligari enn í ungdóminum, hann verður aftur sum á ungdómsdøgum sínum.“ Eitt annað dømi um, at Elihu var vinarligur, var, at hann í staðin fyri bara at hava at Job, læt hann sleppa framat at svara. „Tala,“ segði Elihu, „tí eg vildi gjarna givið tær rætt!“ (Job 33:25, 32) Men Job svaraði ikki. Kanska helt hann tað ikki vera neyðugt at forsvara seg, tá ið leiðbeiningin var so vinarlig og tilstuðlandi. Kanska græt hann av berum lætta, tá ið hann skilti, at Elihu veruliga legði í hann.

 Vit kunnu læra nógv av hesum báðum trúføstu monnunum. Av Elihu læra vit, hvussu vit kunnu leiðbeina og troysta tey, sum hava brúk fyri tí. Ein sannur vinur heldur seg ikki aftur, men sigur frá, um tú hevur onkran álvarsaman veikleika, og sjálvt um tað ikki er lætt, sigur hann tað við teg, áðrenn tú gert nakað skeivt. (Orðtøkini 27:6) Vit vilja gjarna vera sannir vinir hjá øðrum, vera vinarlig og hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí – eisini tá ið tey leypa framav og siga nakað, sum tey ikki áttu at sagt. Og tá ið vit sjálv hava brúk fyri leiðbeining, kunnu vit læra av Job, sum eyðmjúkt lurtaði eftir leiðbeining í staðin fyri at skúgva hana frá sær. Vit hava øll brúk fyri leiðbeining og góðum ráðum. Lurta vit eftir, kann tað bjarga okkara lívi. – Orðtøkini 4:13.

„Út úr storminum“

 Meðan Elihu tosaði, nevndi hann ofta vind, skýggj, toru og snarljós. Um Jehova segði hann: „Hoyr, hoyr brakið av rødd Hansara.“ Løtu seinni vísti Elihu til ’stormin’. (Job 37:2, 9) Tað tykist, sum ein stormur tók seg upp og vaks í styrki, meðan hann tosaði. At enda var rúkandi stormur. Og so hendi nakað uppaftur ógvisligari. Jehova talaði! – Job 38:1.

Hvussu man tað hava verið at hoyra alheimsins skapara greiða frá náttúruvísindi?

 Tá ið vit lesa Jobs bók, er tað ein stór gleði at koma til hesar kapitlarnar við øllum tí, sum Jehova sigur við Job. Tað kennist, sum ein sannleikans stormur kemur og blæsur alt tað innantóma tosið, øll tey følsku orðini, sum Elifaz, Bildad og Zofar komu við, burtur. Jehova sigur einki við teir tríggjar menninar fyrr enn seinni. Hann hugsar um Job og ongan annan. Hann vendir sær til sín elskaða tænara, sum ein pápi, ið leiðbeinir sonin hjá sær.

 Jehova skilti pínuna, Job var í. Hann hevði samkenslu við honum, sum hann altíð hevur, tá ið hansara elskaðu børn líða neyð. (Esaias 63:9; Zakarias 2:12) Men hann visti eisini, at Job hevði tosað „við skilaleysum orðum“ og soleiðis gjørt støðuna uppaftur verri. Jehova rættleiddi tí Job við spurningum, sum fingu hann at hugsa. „Hvar vart tú,“ byrjaði hann, „táið Eg legði grundvøll jarðarinnar! Sig tað, um tú ert so klókur!“ Tá ið Gud skapti alheimin, frøddust „allar morgunstjørnur“, ja, øll Guds familja av einglum rópti av gleði um undrini í skapanarverkinum. (Job 38:2, 4, 7) Tað visti Job sjálvandi einki um.

Jehova talaði úr storminum og lærdi Job at hugsa rætt

 Jehova helt fram at tosa um tað, sum hann hevði skapt. Hann tók so at siga Job við sær eina stutta ferð inn í tað, sum vit nú á døgum rópa náttúruvísindi. Hann nam við evni sum til dømis stjørnufrøði, lívfrøði, jarðfrøði og alisfrøði. Jehova fortaldi Job um nøkur av dýrunum, sum livdu har um leiðir – leyvuna, ravnin, steingeitina, villeslið, villoksan, strutsin, rossið, falkin, ørnina, Behemot (eyðsýniliga áarrossið) og at enda Livjatan (sum tykist vera krokodillan). Hvussu man tað hava verið at hoyra alheimsins skapara greiða frá náttúruvísindi? b

Lærdómur um eyðmjúkleika og kærleika

 Hvat var tað, alt hetta snúði seg um? Job skuldi læra at vera meira eyðmjúkur. Tá ið Job gramdi seg um, at Jehova, sum hann sá tað, fór illa við honum, ávirkaði tað hansara samband við sín góða faðir og gjørdi bara støðuna verri. Tí spurdi Jehova aftur og aftur Job, hvar hann var, tá ið øll undrini í alheiminum vórðu til, og um Job var førur fyri at metta og temja dýrini, sum hann hevði skapt. Um Job ikki var førur fyri at stýra tí mest grundleggjandi í skapanarverkinum, hvussu kundi hann so loyva sær at døma skaparan? Visti Jehova ikki nógv betur enn Job, hvat ið skuldi gerast og hvussu?

Job royndi hvørki at mótmæla, rættvísgera ella umbera seg sjálvan

 Alt, sum Jehova segði, vísti, at hann veruliga elskaði Job. Tað var akkurát, sum Jehova vildi hava Job at hugsa seg um og segði: ’Sonur mín, tá ið eg kann skapa og syrgja fyri øllum hesum, heldur tú so ikki, at eg klári at syrgja fyri tær? Kundi eg nakrantíð funnið upp á at vent tær bakið, tikið børnini, lívsgrundarlagið og heilsuna frá tær? Hvør uttan eg kann geva tær alt tað aftur, sum tú hevur mist, og fáa ta ræðuligu pínuna at halda uppat?’

 Bara tvær ferðir tók Job orðið fyri at svara upp á teir rannsakandi spurningarnar, Jehova setti honum. Hann royndi hvørki at mótmæla, rættvísgera ella umbera seg sjálvan. Hann ásannaði eyðmjúkur, hvussu lítið hann í veruleikanum visti, og angraði, at hann ikki hevði givið sær stundir at hugsa, áðrenn hann segði nakað. (Job 39:37, 38; 42:1-6) Her síggja vit eitt gott dømi um trúnna hjá Job. Hóast alt tað ónda, sum hann upplivdi, misti hann ongantíð sína sterku trúgv á Jehova. Hann góðtók rættleiðingina, sum Jehova gav honum, og tók hana til sín. Hetta kundi kanska fingið okkum at sett ein rannsakandi spurning: ’Eri eg so eyðmjúkur, at eg vil taka ímóti rættleiðing ella ráðum?’ Vit hava øll brúk fyri slíkari hjálp. Taka vit ímóti henni, taka vit eftir trúnni hjá Job.

„Tit hava ikki talað rætt um Meg“

 Jehova visti, at Job píndist, og nú fór hann at troysta hann. Hann vendi sær til Elifaz, sum eyðsýniliga var tann elsti av teimum trimum svikaligu troystarunum, og segði: „Vreiði Mín er tendrað móti tær og báðum vinmonnum tínum; tí tit hava ikki talað rætt um Meg, eins og tænari Mín Job!“ (Job 42:7) Hvat var tað, hann segði? Segði Jehova, at alt, sum teir tríggir menninir høvdu sagt, var skeivt, ella at hvørt einasta orð, sum Job hevði sagt, var rætt? Sjálvandi ikki. c Kortini var stórur munur á Job og monnunum, sum ákærdu hann. Job var niðurboygdur, plágaður av sorg og illa við av følskum ákærum. Vit skilja væl, at hann onkuntíð var ov skjótur at svara. Men Elifaz og báðir vinmenninir høvdu tað ikki so ringt sum Job. Av tí at teir vóru stoltir og manglaðu trúgv, søgdu teir við vilja nógv óreint við Job. Tað var nóg ringt, at teir lupu á ein ósekan mann, men uppaftur verri, at teir góvu eina skeiva mynd av Jehova sjálvum og lýstu hann sum ein strangan, ja, eisini óndan, Gud.

 Tí gevur tað meining, at Jehova kravdi eitt stórt offur frá teimum trimum monnunum. Teir skuldu ofra sjey tarvar og sjey veðrar – tað var ikki smávegis, tí ein tarvur var seinni í Móselógini tað ofrið, høvuðspresturin skuldi lata, um hann við síni synd hevði drigið skyld oman yvir alla tjóðina. (3. Mósebók 4:3) Hetta var dýrabarasta ofrið, ið varð latið undir Móselógini. Og aftrat tí segði Jehova eisini, at hann bert vildi góðtaka ofrið frá monnunum, um Job fyrst bað fyri teimum. d (Job 42:8) Sum tað má hava troystað Job, at Jehova reinsaði hann og læt hann síggja rættvísið sigra!

„Job, tænari Mín, skal biðja fyri tykkum.“ – Job 42:8

 Jehova var vísur í, at Job fór at gera, sum hann var biðin, og soleiðis vísa, at hann fyrigav monnunum, ið høvdu verið so óreinir við hann. Og Job sveik ikki álitið hjá faðir sínum. (Job 42:9) Hansara lýdni var størsta prógvið um hansara trúskap, tað segði meira enn orð. Og av tí at hann var lýðin, gav Jehova honum nógvar signingar.

„Náðiríkur og miskunnsamur“

 Jehova var „náðiríkur og miskunnsamur“ við Job. (Jákupsbrævið 5:11) Hvussu tá? Jehova gjørdi Job frískan aftur. Hvussu man Job hava havt tað, tá ið hann føldi, at hann bleiv frískari, ella „hyldligari enn í ungdóminum“, sum Elihu hevði sagt? Familja og vinir komu til hansara fyri at vísa honum samkenslu og geva honum gávur. Jehova gav Job alt ríkidømið aftur, ja, hann gav honum tvær ferðir so nógv aftur, sum hann hevði átt. Og hvussu við tí, sum píndi hann allarmest – at hava mist børn síni? Job og kona hansara funnu eina ávísa troyst í at fáa tíggju børn aftrat. Og við einum undri longdi Jehova lívið hjá Job. Hann livdi 140 ár aftrat, nóg leingi til at síggja børn og abbabørn í fýra ættarliðum. „So doyði Job,“ lesa vit, „gamal og mettur av døgum.“ (Job 42:10-17) Og í paradísinum kunnu Job og kona hansara aftur vera saman við familju síni, eisini teimum tíggju børnunum, sum Satan tók frá teimum. – Jóhannes 5:28, 29.

 Hví mundi Jehova geva Job so ríka signing? Bíblian svarar: „Tit hava hoyrt um tol Jobs.“ (Jákupsbrævið 5:11) Job helt út í størri trongdum, enn tey flestu av okkum fata. Orðið „tol“ fortelur okkum, at Job gjørdi meira enn bara at klára royndirnar. Hann helt út uttan at missa trúnna og kærleikan til Jehova. Hann bleiv hvørki illur ella beiskur, men vildi fegin fyrigeva teimum, sum við vilja høvdu sært hann. Hann misti ongantíð sína dýrabaru vón og helt altíð fast við sítt trúfesti móti Gudi. – Job 27:5.

 Vit mugu øll halda út. Vit vita, at Satan roynir at taka mótið frá okkum, akkurát sum hann royndi at taka mótið frá Job. Men um vit halda fast við okkara trúgv, eru eyðmjúk, fegin fyrigeva øðrum og seta okkum fyri at verða verandi trúføst, vita vit, at vit hava eina undursama tíð fyri framman. (Hebrearabrævið 10:36) Einki gevur Satani størri vónbrot, og einki gleðir Jehova meira, enn at vit eru trúføst og taka eftir trúnni hjá Job!

a Elifaz, Bildad og Zofar søgdu nógv við Job – so nógv, at tað fyllir umleið níggju kapitlar í Bíbliuni – og kortini er ikki eitt einasta dømi um, at teir brúktu navnið hjá honum.

b Jehova skiftir millum ítøkiligar lýsingar og myndamál ella poetiskar frágreiðingar. (Les til dømis Job 40:20, 26, 27; 41:10-12.) Og endamálið er allastaðni tað sama – at hjálpa Job at fáa størri virðing fyri sínum skapara.

c Paulus endurgav eina útsøgn hjá Elifaz og vísti til hana sum faktum. (Job 5:13; 1. Korintbræv 3:19) Tað Elifaz segði, var rætt, men í samrøðuni við Job misbrúkti hann orðini.

d Einki stendur skrivað um, at Job skuldi lata eitt líknandi offur vegna konu sína.