Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Ekkóloddið hjá delfinini

Ekkóloddið hjá delfinini

Delfinir geva ymisk klikkljóð og floytuljóð frá sær, og síðani kunnu tær við at lurta eftir afturljóðinum navigera og kanna økið rundan um seg. Í eini roynd at menna eina ekkóloddskipan, ið kann brúkast undir vatni og loysa trupulleikar, sum ikki kunnu loysast við núverandi tøkni, hava granskarar leitað sær íblástur hjá hvessinginum (Tursiops truncatus), sum er eitt delfinslag.

Hugsa um hetta: Við sínum ekkóloddi dugir delfinin bæði at finna fisk, sum fjalir seg í sandinum á havbotninum, og at skilja ímillum fisk og steinar. Sambært Keith Brown, professara á Heriot-Watt University í Edinburgh í Skotlandi, dugir delfinin „við tíggju metra frástøðu at skilja ímillum íløt við antin feskum vatni, saltvatni, siropi ella olju“. Vísindamenn vildu gjarna ment tól, sum gjørdu nakað tað sama.

Delfinir kunnu við tíggju metra frástøðu skilja ímillum íløt við ymiskum innihaldi

Granskarar hava kannað ljóðini og hoyrnina hjá delfinum og roynt at gera teimum tað eftir. Úrslitið var eitt slag av ekkóloddi útgjørt við framkomnum elektronikki, sum varð koyrt í ein sylindara, ið er ein knappan metur til longdar. Tólið er fest í ein undirsjóvarrobott, sum líkist eini torpedo. Ætlanin er, at tað skal kanna havbotnin, finna niðurgravaðar lutir, eitt nú káplar og rørleiðingar, og kanna teir uttan at nema við teir. Hildið verður, at henda tøknin kann brúkast í olju- og gassídnaðinum. Slíkar ekkóloddskipanir, sum eru gjørdar við íblástri frá delfinum, eiga sostatt at kunna innsavna fleiri upplýsingar enn núverandi ekkólodd. Tær eiga eisini at kunna vísa tøkningum besta staðið at seta undirsjóvarútgerð, at uppdaga skaðar – eitt nú hárfínar rivur í beinunum á boripallum – og enntá at finna tiptar rørleiðingar.

Hvat heldur tú? Er ekkóloddið hjá delfinini komið av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?