Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

Tevsansurin hjá hundum

Tevsansurin hjá hundum

Sambært granskarum eru hundar førir fyri at tevja aldurin, kynið og lagið hjá øðrum hundum. Tað ber enntá til at venja hundar at tevja spreingievni og ólóglig rúsevni. Menniskju brúka fyri tað mesta eyguni til at kanna, hvat er rundan um tey, men hundar brúka tevsansin. Teir „síggja“ við nøsini.

Hugsa um hetta: Tevsansurin hjá hundum er fleiri túsund ferðir betri enn okkara. Sambært U.S. National Institute of Standards and Technology ber tað til hjá einum hundi „at tevja ein billióntapart av eini samanseting. Hetta bragdið svarar til at smakka eina fjórðingsteskeið av sukri, sum er upployst í vatninum í einum olympiskum svimjihyli“.

Hví er tevsansurin hjá hundum so nógvar ferðir betri enn okkara?

  • Nøsin á hundum er vát, og tí fanga teir lættari smáar tevbitlar.

  • Hundar hava tvær andaleiðir, eina at anda við og eina at tevja við. Tá ið ein hundur snoddar, verður luftin beind til tann partin av nasaholuni, sum hevur luktmóttakarar.

  • Økið í nøsini hjá hundum, sum stýrir tevsansinum, kann vera 130 fersentimetrar ella meira til støddar. Hjá menniskjum er tað bara 5 fersentimetrar.

  • Hundar kunnu hava upp til 50 ferðir fleiri tevkyknur, enn vit hava.

Alt hetta ger, at hundar eru førir fyri at skilja ímillum ymisku partarnar av einum samansettum lukti. Vit eru til dømis før fyri at lukta eina suppu, men hundar eru sambært serfrøðingum førir fyri at lukta akkurát, hvat er í suppuni.

Krabbameinsgranskarar á Pine Street Foundation siga, at samstarvið millum heilan og nøsina hjá hundum gevur „ein tann fínasta luktisansin í heiminum“. Vísindafólk eru í holt við at framleiða elektroniska útgerð, sum kann eyðmerkja spreingievni, ólógligar vørur og eisini sjúkur, sum til dømis krabbamein.

Hvat heldur tú? Er tevsansurin hjá hundum komin av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?