Ein bók ið má lesast
Ein bók ið má lesast
„Bíblian skal ikki takast í álvara,“ segði ein universitetsprofessari við eina unga kvinnu.
„Hava tygum nakrantið lisið Bíbliuna?“ spurdi hon frípostað.
Spurdur so nær, mátti professarin viðganga, at tað hevði hann ikki.
„Hvussu kunnu tygum úttala tygum so avgjørt um eina bók, tygum ongantíð hava lisið?“
Hon hevði rætt. Professarin setti sær fyri at lesa Bíbliuna og síðan gera sær eina meining um hana.
ONKUR hevur sagt, at Bíblian við sínum 66 bókum „helst er tað bókasavnið, sum hevur havt størstu ávirkanina á søgu menniskjans“.1 Ja, hon hevur uttan iva givið íblástur til okkurt av tí frægasta, heimurin kann bjóða innan myndlist, bókmentir og tónleik. Hon hevur havt stóra ávirkan á alla lógarhugsanina. Hon hevur verið hevjað til skýggja fyri sín bókmentaliga málburð. Hon hevur staðið hátt í metum hjá nógvum skilamonnum. Hon hevur sett djúp spor í tilveruna hjá fólki. Í nógvum av lesarum sínum hevur hon kveikt merkisverdan trúskap. Ja, fólk hava vágað lívið fyri at lesa í henni.
Og kortini er ivi um Bíbliuna. Summi hava ógvuliga avgjørdar meiningar um hana, hóast tey ongantíð sjálvi hava lisið hana. Tey viðurkenna kanska bókmentaliga ella søguliga virði hennara, men spyrja: Hvussu kann ein bók, skrivað fyri fleiri túsund árum síðani, hava nakað at siga fólki nú á døgum? Vit liva í „kunningarøldini“. Trýsta vit á ein knøtt, fáa vit allar tær nýggjastu upplýsingarnar um hendingar, um tøkni og so framvegis. Hartil er lætt at fáa „serkøn“ ráð í samband við at kalla øll lívsins vandamál. Kann ein avgomul bók sum Bíblian yvirhøvur hava nakran praktiskan týdning nú á døgum?
Tað er slíkum spurningum, hetta heftið roynir at svara. Ætlanin er ikki at noyða átrúnaðarligar áskoðanir ella lærur upp á teg, men at vísa at Bíblian, sum hevur havt so stóra ávirkan á søguna, er verd at kanna. Sambært einari frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í 1994, halda summi skúlafólk Bíbliuna hava sett seg so fasta í vestligu mentanina, at „ein og hvør, trúgvandi ella vantrúgvandi, sum ikki kennir bíbilskar lærur og frásøgur, mentanarliga verður analfabetur“.2
Tá tú hevur lisið heftið, tekur tú helst undir við okkum í, at antin ein er trúgvandi ella ikki, so er Bíblian ið hvussu er ein bók, vit mugu at lesa.
[Mynd á síðu 3]
„Mítt andaliga innlit havi eg í roynd og veru bert fingið við at lesa eina bók. — Eina bók? Ja, og hon er gomul, einføld, lítillátin sum náttúran sjálv, og eins natúrlig . . . Og heitið á bókini er rætt og slætt ’bókin’, Bíblian.“ — Heinrich Heine, týskur høvundur úr 19. øld.3