SPURNINGUR 18
Hvussu fært tú gott samband við Gud?
„Tú, sum hoyrir bønir, til Tín kemur alt hold.“
„Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“
„Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“
„Gud . . . er ikki langt frá nøkrum av okkum.“
„Hetta biði eg um, at kærleiki tykkara enn má taka til alt meir og meir í kunnskapi og øllum skynsemi.“
Filippibrævið 1:9, Løggilda føroyska umsetingin
„Fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki — so skal hann verða honum givin!“
„Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!“
„Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“