Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SPURNINGUR 6

Hvat profeteraði Bíblian um Messias?

Hvat profeteraði Bíblian um Messias?

PROFETI

„Tú Betlehem, Efrata . . . Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels.“

Mika 5:1

UPPFYLLING

„Jesus var føddur í Betlehem í Judea — á døgum Heródesar kongs.“

Matteus 2:1

PROFETI

„Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut.“

Sálmur 22:19

UPPFYLLING

„Tá søgdu [hermenninir] hvør við annan: ’Latið okkum ikki skera [kyrtilin] sundur, men kasta lut um, hvør ið skal hava hann!’“

Jóhannes 19:24

PROFETI

„Hann varðveitir øll bein hansara, ikki eitt verður brotið.“

Sálmur 34:21

UPPFYLLING

„Men táið teir komu til Jesus og sóu, at Hann var longu deyður, brutu teir ikki beinini í Honum.“

Jóhannes 19:33

PROFETI

„Tey skulu venda eygunum móti Honum, sum tey hava stungið ígjøgnum.“

Zakarias 12:10

UPPFYLLING

„Ein av hermonnunum stakk Hann í síðuna við spjóti, og við tað sama rann út blóð og vatn.“

Jóhannes 19:34

PROFETI

„Teir vigaðu Mær tá løn Mína, tríati seklar av silvuri.“

Zakarias 11:12, 13

UPPFYLLING

„Tá fór ein av hinum tólv, hann, ið æt Judas Iskariot, til høvuðsprestarnar og segði: ’Hvat vilja tit lata meg fáa fyri at geva Hann í vald tykkara?’ Tá góvu teir honum 30 seklar.“

Matteus 26:14, 15; 27:5