SPURNINGUR 2
Hvussu fært tú nakað at vita um Gud?
„Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd.“
„Teir lósu skilliga upp úr bókini, úr lóg Guds, og útløgdu hana fyri fólkinum, so tey fataðu tað, ið lisið varð.“
„Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, . . . men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt! . . . Øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.“
„Filip rann tá hagar og hoyrdi [hirðmannin úr Etiopia] lesa Esaias profet; og hann segði: ’Skilir tú tað, ið tú lesur?’ Hann svaraði: ’Hvussu skal eg kunna tað, uttan onkur vegleiðir meg!’“
„Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara.“
„Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber!“
„Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum — og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan.“
„Fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki — so skal hann verða honum givin!“