Guds navn gjøgnum tíðirnar
Guds navn gjøgnum tíðirnar
JEHOVA GUD vil at vit skulu kenna hansara navn og brúka tað. Tí opinberaði hann navn sítt fyri tí allarfyrsta menniskjaparinum á jørðini. Vit vita at Ádam og Eva kendu Guds navn, tí tá Eva hevði átt Káin segði hon, sambært hebraiska grundtekstinum: „Eg havi fingið son við hjálp [Jehova].“ — 1 Mósebók 4:1.
Seinni lesa vit at trúfastir menn sum Enok og Nóa ’livdu við Gudi’. (1 Mósebók 5:24; 6:9) Teir mugu tí eisini hava kent Guds navn. Navnið kom ígjøgnum ta stóru vatnflóðina við tí rættvísa Nóa og húsfólki hansara. Hóast uppreistur seinni varð fingin í lag í Bábel, hildu Guds sonnu tænarar áfram at brúka navn hansara. Tað verður nevnt hundraðtals ferðir í teimum lógunum Gud gav Ísrael. Bert í Fimtu Mósebók stendur tað 551 ferðir.
Í dómaratíðini er tað eyðsæð at ísraelsmenn vóru vanir at brúka Guds navn. Teir brúktu tað enntá tá teir heilsaðust. Vit lesa (í hebraiska grundtekstinum) at Boaz heilsaði akurskurðarfólkunum hjá sær við orðunum: „[Jehova] veri við tykkum!“ Og tey heilsaðu honum aftur og søgdu: „[Jehova] signi teg!“ — Rutt 2:4.
Gjøgnum alla Ísraels søgu, til ta tíðina tá fólkið kom aftur úr hertøkuni í Bábylon, var tað vanligt at brúka Jehova navn. Dávid kongur, ein maður eftir Guds hjarta, brúkti ofta navnið — tað stendur fleiri hundrað ferðir í teimum sálmunum hann skrivaði. (Ápostlasøgan 13:22) Guds navn var eisini partur av nógvum ísraelitiskum fólkanøvnum. Vit lesa sostatt um menn ið itu Adonja („Harri mín er Jah“ — „Jah“ er ein stytting av Jehova), Esaias („frelsa Jehova“) Jónatan („Jehova hevur givið“), Mika („hvør er sum Jah?“) og Josva („Jehova er frelsa“).
Ikki-bíbilskir vitnisburðir
Eisini úr øðrum keldum enn Bíbliuni eru vitnisburðir um at Guds navn javnan varð brúkt í hesum tíðarskeiðinum. Sambært tíðarritinum Israel Exploration Journal (árgangur 13, nr. 2) varð eitt gravarhelli avdúkað í 1961 í ein útsynning nærhendis Jerúsalem. Á veggjunum vóru hebraiskar innskriftir sum tykjast stava frá seinnu helvt av áttandu øldini f.o.t. Í innskriftunum vóru málberingar sum til dømis „Jehova er Gud alrar jarðar“.
Í 1966 varð ein frágreiðing almannakunngjørd í Israel Exploration Journal (árgangur 16, nr. 1) um nøkur pottabrot við hebraiskari innskrift sum vórðu funnin nærhendis Arad í sunnara partinum av Ísrael. Innskriftin var úr seinnu helvt av sjeyndu øld f.o.t. Eitt pottabrot var eitt privat bræv til ein mann ið æt Eljasjib. Brævið byrjar soleiðis: „Til harra mín Eljasjib: Hevði Jehova biðið um tín frið.“ Og tað endar: „Hann býr í húsi Jehova.“
Í 1975 og 1976 avdúkaðu nakrir fornfrøðingar í Negeb-oyðimørkini eitt savn av hebraiskum og fønikiskum innskriftum á veggjum, krukkum og steinkerum. Í innskriftunum stóð hebraiska orðið fyri Gud, og Guds navn, JHVH, skrivað við hebraiskum bókstøvum. Og í einum útgrevstri í sjálvum Jerúsalem varð nýliga funnin ein lítil samanrullaður silvurstrimmil sum tykist stava frá tíðini áðrenn hertøkuna í Bábylon. Vísindamenninir upplýsa at teir, tá teir rullaðu hann út, sóu Jehova navn skrivað á honum við hebraiskum bókstøvum. — Biblical Archaeology Review, mars/apríl 1983, síða 18.
Eitt annað dømi um nýtsluna av Guds navni er at finna í teimum sonevndu Lakisjbrøvunum. Hesi brøv eru skrivað á pottabrot og vórðu funnin millum 1935 og 1938 í leivdunum eftir Lakisj, ein víggirdan bý ið hevði ein týðandi leiklut í søgu Ísraels. Líkt er til, at ein heryvirmaður við eitt oddalið hjá judearum skrivaði tey til yvirman sín, ið æt Jaosj, í Lakisj, eyðsæð meðan kríggið millum Ísrael og Bábylon leikaði á, móti endanum av sjeyndu øldini f.o.t.
Av teimum átta pottabrotunum ið kunnu lesast, byrja sjey sín boðskap við einari heilsan sum: „Hevði Jehova latið harra mín havt góða heilsu um hesa tíð!“ Tilsamans stendur Guds navn ellivu ferðir í teimum sjey brøvunum; tað vísir at navnið varð brúkt í dagligari talu móti endanum av sjeyndu øld f.o.t.
Eisini heidnir stjórnarar kendu navnið og brúktu tað tá teir vístu til Gud ísraelsmanna. Á Mesjasteininum reypar Mesja kongur til dømis av hernaðarligu avrikum sínum mótvegis Ísrael og sigur millum annað: „Kemosj segði við meg: ’Far út og tak Nebo frá Ísrael!’ So fór eg avstað um náttina og stríddist móti tí frá tað lýsti til middags, og eg tók og drap allar . . . Og eg tók haðani [ker] Jehova og bar tey fram fyri Kemosj.“
Vísandi til hesa ikki-bíbilsku nýtsluna av Guds navni sigur verkið Theologisches Wörterbuch zum Alten Testament, bind 3, teigur 538: „Umleið 19 dokumentariskir vitnisburðir um tetragrammið í sniðinum jhvh vitna sostatt hesum viðvíkjandi um at masoretiski teksturin er álítandi; fleiri eru í væntu, fyrst og fremst úr Arad-skjalasøvnunum.“
Guds navn varð ikki gloymt
Á døgum Malakiasar, umleið 400 ár fyri Jesu føðing, kendu og brúktu jødarnir enn Guds navn. Í Malakiasar bók í Bíbliuni hevur navnið ein sera týðandi leiklut, við tað at tað verður brúkt tilsamans 48 ferðir.
Sum tíðin leið, búsettust nógvir jødar fjart frá Ísraels landi, og eftirhondini dugdu nógvir ikki longur at lesa Bíbliuna á hebraiskum. Tí fóru menn í triðju øld f.o.t. at umseta tann partin av Bíbliuni ið var til tá („Gamla Testamentið“) til grikskt, sum var tað nýggja altjóða málið. Men teir gloymdu ikki Guds navn. Umsetararnir varðveittu tað í tekstinum, skrivað við hebraiskum bókstøvum. Hetta prógva gomul eintøk av griksku Septuaginta-umsetingini sum eru varðveidd til okkara dagar.
Men hvussu var vorðið tá Jesus var á jørðini? Er tað møguligt at vita um hann og ápostlarnir brúktu Guds navn?
[Mynd á síðu 12]
Í hesum brævinum, skrivað á eitt pottabrot í seinnu helvt av sjeyndu øld f.o.t., stendur Guds navn tvær ferðir.
[Kelduávísing]
(Israel Department of Antiquities and Museums hevur vinaliga heimilað avmynd av brævinum)
[Myndir á síðu 13]
Guds navn stendur eisini í Lakisjbrøvunum og á Mesjasteininum