Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Guds navn og bíbliuumsetararnir

Guds navn og bíbliuumsetararnir

Guds navn og bíbliuumsetararnir

TÍÐLIGA í fyrstu øld, tá teir seinastu ápostlarnir vóru deyðir, fór fráfallið frá kristnu trúnni sum Jesus og lærusveinarnir høvdu boðað frá, av álvara at gera um seg. Heidnir lærdómar og heimspekiligar áskoðanir fingu fótafesti í samkomuni, klovningur kom í, trúarflokkar kyknaðu upp, og tann reina, falsleysa læran varð dálkað. Og menn hildu uppat at brúka Guds navn.

Sum hin fráfalni kristindómurin nú vann fram, gjørdist neyðugt at týða Bíbliuna úr hebraiskum og grikskum til onnur mál. Hvussu týddu umsetararnir Guds navn? Vanliga brúktu teir orðið fyri „Harrin“. Ein umseting sum kom at hava stóra ávirkan var Vulgata, sum Hieronymus gjørdi á tátíðar vanliga latíni. Hann týddi tetragrammið (JHVH) við Dominus, „Harrin“.

Eftirhondini kyknaðu í Europa upp nýggj mál sum franskt, enskt og spanskt. Men katólska kirkjan setti seg ímóti at Bíblian varð umsett til hesi nýggju málini. So meðan jødarnir brúktu Bíbliuna á tí upprunaliga hebraiska málinum, men noktaðu at frambera Guds navn tá teir komu fram á tað, hoyrdi meginparturin av „kristnum“ Bíbliuna lisna í einari latínskari umseting sum ikki brúkti navnið.

Sum fráleið varð Guds navn aftur tikið í nýtslu. Í 1278 varð tað skrivað á latíni í verkinum Pugio fidei (Trúarinnar daggari) av spanska munkinum Raymundus Martini. Hann brúkti stavsetingina Yohoua. * Stutt eftir, í 1303, gjørdi Porchetus de Salvaticis eitt verk liðugt ið æt Victoria Porcheti adversus impios Hebræos (Sigur Porchetusar á gudleysu hebrearunum), har Guds navn eisini verður nevnt, stavað sum Iohouah, Iohoua og Ihouah. Og í 1518 gav Petrus Galatinus út eitt verk undir heitinum De arcanis catholicæ veritatis (Um loyndarmál hins vanliga sannleika), har hann brúkti Guds navn skrivað Iehoua.

Fyrstu ferð navnið varð brúkt í einari enskari bíbliu var í 1530, tá William Tyndale gav út eina umseting av teimum fimm fyrstu bókunum í Bíbliuni. Í henni brúkti hann vanliga Guds navn, stavað Iehouah, í fleiri versum, * og í einari viðmerking á breddanum í hesi útgávuni skrivaði hann: „Iehovah er Guds navn . . . Og hvørja ferð ein sær HARRIN við stórum bókstøvum (uttan tá talan er um eina prentvillu) er tað á hebraiskum Iehovah.“ Eftir hetta gjørdist tað vanligt at brúka Jehova navn í nøkrum fáum versum og skriva „HARRIN“ ella „GUD“ í flestu øðrum førum har tetragrammið stendur í hebraiska tekstinum.

Í 1611 kom út umsetingin ið síðan er vorðin tann mest nýtta enska umsetingin, Authorized Version. Í henni stóð navnið fýra ferðir í tekstinum. (2 Mósebók 6:3; Sálmur 83:18; Esaias 12:2; 26:4) „Jah“, ein poetisk stytting av navninum, stóð í Sálmi 68:4. Aftrat tí stóð navnið skrivað alt sum tað er í staðarnøvnum sum „Jehova-Jireh“. (1 Mósebók 22:14; 2 Mósebók 17:15; Dómararnir 6:24) Eftir Tyndales fyridømi høvdu umsetararnir kortini í flestu førum skrivað titlarnar „HARRIN“ ella „GUD“ í staðin fyri Guds navn. Men um Guds navn kundi verða standandi í fýra versum, hví kundi tað so ikki verða standandi í øllum hinum túsundtals versunum har tað stendur í hebraiska grundtekstinum?

Nakað soleiðis var eisini vorðið við týsku Bíbliuni. Í 1534 gav Martin Luther út sína umseting av allari Bíbliuni, sum var gjørd úr frummálunum. Av einihvørjari orsøk brúkti hann ikki Guds navn, men skrivaði í staðin ymiskar titlar, sum til dømis HARRIN. Hann kendi kortini Guds navn, tí í einari prædiku yvir Jeremias 23:1-8, sum hann helt í 1526, segði hann: „Hetta navnið Jehova, Harrin, hoyrir bert hinum sanna Gudi til.“

Í 1543 skrivaði Luther, bersøgin sum hann vanliga var: „Tá teir [jødarnir] nú vilja vera við at tað ikki ber til at frambera navnið Jehova, vita teir ikki hvat teir tosa um . . . Um tað kann skrivast við penni og blekki, hví skuldi tað so ikki kunnað framborist, tað er tó nógv betri enn at verða skrivað við penni og blekki? Hví siga teir ikki eisini at tað ikki kann skrivast, ikki kann lesast ella ikki kann hugsast? Samanumtikið er nakað illgrunavert í hesum.“ Men Luther hevði ikki bøtt um hetta í sínari bíbliuumseting. Aðrar týskar bíbliur tóku kortini seinni navnið við í 2 Mósebók 6:3.

Fyrsta fullfíggjaða Bíblian í Danmark, Christian III’s Bibel frá 1550, var nógv ávirkað av Lutherbíbliuni og Guds navn stóð ikki í henni. Í 1607 kom út ein nýggj donsk umseting, sum Hans Poulsen Resen, biskupur, gjørdi, og hon hevði navnið í einari undirgrein til Fyrstu Mósebók 2:4. Í Christian IV’s Bibel frá 1647 stendur navnið í undirgreinum til Fyrstu Mósebók 2:4 og Aðru Mósebók 3:14 og 6:3. *

Í øldunum sum komu býttu bíbliuumsetararnir seg í tveir bólkar. Nakrir lótu heilt vera at brúka Guds navn, meðan aðrir ofta brúktu tað í Hebraisku Skriftunum, antin skrivað Jehova ella skrivað Jahve. Latið okkum kanna tvær umsetingar ið hava sloppið sær av við navnið og vita hví tær hava gjørt tað.

Hví teir hava slept tí

Tá J. M. Powis Smith og Edgar J. Goodspeed í 1935 góvu út eina enska umseting av Bíbliuni, varnaðust lesararnir at titlarnir HARRIN og GUD so gott sum allastaðni vóru settir í staðin fyri Guds navn. Greitt varð frá orsøkini í fororðinum: „Í hesari umsetingini hava vit fylgt ortodoksa jødiska siðinum og sett ’Harrin’ fyri navnið ’Jahve’, og málberingina ’Harrin Gud’ fyri málberingina ’Harrin Jahve’. Allastaðni har ’Harrin’ ella ’Gud’ stendur fyri tað upprunaliga ’Jahve’, eru stórir stavir nýttir.“

Beint ímóti jødiska siðinum, har menn lósu JHVH men frambóru tað „Harrin“, sigur fororðið síðani: „Ein og hvør ið hevur hug at varðveita lagið og dámin úr grundtekstinum skal altso bert lesa ’Jahve’ hvørja ferð hann sær at skrivað stendur HARRIN ella GUD“!

Tá vit lesa hetta, fáa vit ivaleyst hug at spyrja: Um vit, tá vit lesa „Jahve“ í staðin fyri „HARRIN“ varðveita „lagið og dámin úr grundtekstinum“, hví hava umsetararnir so ikki brúkt „Jahve“ í umsetingini? Hví hava teir, sum teir sjálvir siga, sett orðið „HARRIN“ fyri Guds navn og á tann hátt fingið lagið og dámin úr grundtekstinum at kámast?

Umsetararnir siga seg hava fylgt ortodoksa jødiska siðinum. Men eigur ein kristin at gera tað? Minst til at tað vóru fariseararnir, verjar fyri ortodoksu jødisku siðunum, ið vrakaðu Jesus og sum hann sipaði til við orðunum: „Soleiðis hava tit gjørt lóg Guds til einkis við viðtøkum tykkara.“ (Matteus 15:6) Tann ið býtur Guds navn um við titlar, útvatnar Guds orð.

Í 1952 kom Revised Standard Version av Hebraisku Skriftunum út, og í henni var Guds navn eisini býtt um við onnur orð. Hetta var serliga merkisvert av tí at upprunaliga American Standard Version, sum bert var endurskoðað í hesari nýggju bíbliuútgávuni, hevði brúkt navnið Jehova allastaðni har tað kom fyri í Hebraisku Skriftunum. At lata navnið fara var altso eitt einastandandi afturstig. Hví varð tað gjørt?

Í fororðinum til Revised Standard Version stendur: „Tvær orsøkir eru til at nevndin er farin aftur til vælkenda siðin í King James-umsetingini [sum er at lata Guds navn fara]: (1) Orðið ’Jehova’ umboðar ikki nágreiniliga nakað navnasnið ið varð brúkt á hebraiskum. (2) Nýtslan av einum og hvørjum sernavni fyri hin einasta Gud, sum var tað neyðugt at skilja hann frá øðrum gudum, helt uppat í jødadóminum áðrenn kristnu øldina og er púra óhóskandi fyri vanligu trúnna hjá kristnu kirkjuni.“

Halda hesi argumentini? Sum vit longu hava sæð, umboðar navnið Jesus, sum vit brúka tað í dag, heldur ikki nágreiniliga tað upprunaliga sniðið á navninum á Guds syni sum lærusveinarnir brúktu tað í fyrstu øld. Men hetta fekk ikki endurskoðanarnevndina til at sleppa hesum navninum og býta tað um við ein tittul sum „Millummaður“ ella „Kristus“. Hesir titlarnir verða eyðsæð nýttir, men javnsíðis navninum Jesus, ikki í staðin fyri.

Viðvíkjandi hinum argumentinum, at eingir aðrir gudar eru sum hin sanni Gud má skiljast frá, so er tað bara ikki satt. Mannaættin dýrkar gudar í milliónatali. Ápostulin Paulus segði: „Nógvir gudar eru.“ (1 Korint 8:5; Filippi 3:19) Sum Paulus sigur víðari, er kortini bert ein sannur Gud. Tá vit brúka navnið á hinum sanna Gudi fáa vit altso skilt hann frá øllum teimum følsku gudunum. Kann tað annars vera „púra óhóskandi“ at brúka Guds navn, tá tað stendur nærum 7000 ferðir í grundtekstinum til Hebraisku Skriftirnar?

Nógvir umsetarar hava ikki hildið tað vera petti óhóskandi at brúka Guds navn, sum tað verður framborið í dag, í Bíbliuni. Teir hava tikið navnið við tá teir hava umsett, og úrslitið hevur hvørja ferð verið ein umseting til størri æru fyri høvund Bíbliunnar, og ein ið er trúgvari móti grundtekstinum. Nakrar kendar bíbliuútgávur sum hava navnið eru Valera-umsetingin (sponsk, givin út í 1602), Almeida-umsetingin (portugisisk, givin út í 1681), Kalkar-umsetingin (donsk, givin út í 1847), upprunaliga Elberfelder Bibel (týsk, givin út í 1871), og American Standard Version (ensk, givin út í 1901). Nakrar umsetingar, sum til dømis danska umsetingin hjá Buhl av „Gamla Testamenti“ og katólska Jerusalem-Bíblian, brúka eisini Guds navn allastaðni, men skrivað Jahve.

Latið okkum nú vita hvat nakrir umsetarar, ið hava tikið navnið við í sínum umsetingum, hava sagt, og meta teirra hugsunarúrslit saman við argumentunum hjá teimum ið hava latið navnið fara.

Hví aðrir taka navnið við

Teir ið hava umsett American Standard Version frá 1901 siga: „[Umsetararnir] hava samtykt at jødisk pátrúgv sum segði at guddómliga Navnið var ov heilagt til at verða framborið, ikki longur eigur at seta sín dám á ta ensku ella nakra aðra útgávu av Gamla Testamentinum . . . Hetta minningarnavnið, sum greitt verður frá í Aðru Mósebók iii. 14, 15 og sum ferð eftir ferð verður tikið fram sum slíkt í grundtekstinum til Gamla Testamentið, lýsir Gud sum hin persónliga Gud, sum Paktargud, opinberingar Gud, Fríaran, Vin fólks síns . . . Hetta persónnavnið við tí ríkidøminum av heilagum hugsanum og hugmyndum sum knýta seg at tí, er nú aftur sett har tað hevur óreingiligan rætt at standa í heilaga tekstinum.“

Christian H. Kalkar, ið var sóknarprestur í Gladsaxe og Herlev, sigur stutt og greitt í fororðinum til umsetingina hjá sær: „At Málberingin Jehova er nýtt í staðin fyri ’Harrin’ man ikki hava nakra Verju fyri neyðini.“

Í fororðinum til upprunaligu týsku Elberfelder Bibel lesa vit: „Jehova. Vit hava varðveitt hetta navnið á paktargudi Ísraels tí lesarin hevur verið vanur við tað í mong ár.“

Steven T. Byington, ið hevur umsett The Bible in Living English, greiðir frá hví hann brúkar Guds navn: „Stavsetingin og framburðurin hevur ikki tann stóra týdningin. Tað sum hevur tann stóra týdningin, er at ein ger sær greitt at tað er eitt sernavn. Fleiri petti kunnu ikki skiljast rætt tá vit umseta hetta navnið til eitt felagsnavn sum ’Harrin’, ella, nógv verri, til eitt navnorðslýsingarorð [til dømis: hin Ævigi].“

Hugsunarúrslitið hjá J. B. Rotherham er áhugavert. Í sínari bíbliuumseting brúkti hann Guds navn í sniðinum Jahve. Men í einum seinni verki, Studies in the Psalms (Gransking av Sálmunum), sum kom út í 1911, fór hann aftur til sniðið Jehova. Hví? Hann greiðir frá: „JEHOVAH. — Nýtslan av minningarnavninum í hesum enska sniðinum (2 Mósebók 3:18) í hesari útgávuni av Sálmunum kemst ikki av iva viðvíkjandi rætta framburðinum, sum er Jahvéh; men einans av ítøkiligum vitnisburðum eg persónliga havi fingið hendur á, um tað ynskiliga í at varðveita sambandið millum oyra og eyga hjá almenninginum í einum slíkum máli, har tað mest ræður um at guddómliga navnið skal vera lætt at kenna aftur.“

Í Sálmi 34:4 fáa tey ið tilbiðja Jehova hesa áheitan: „Gerið [Jehova] stóran saman við mær, latið okkum saman seta navn Hansara høgt!“ Hvussu kunnu tey sum lesa eina bíbliuumseting ið ikki brúkar Guds navn, til fulnar gera eftir hesi áheitanini? Tey kristnu gleðast um at nakrir umsetarar hóast alt hava torað at tikið Guds navn við í sínum týðingum av Hebraisku Skriftunum og sum á tann hátt varðveita tað sum Smith og Goodspeed nevna „lagið og dámin úr grundtekstinum“.

Men sjálvt teir umsetarar ið brúka Guds navn í Hebraisku Skriftunum, lata tað ofta fara í Kristnu griksku Skriftunum, „Nýggja Testamenti“. Hvussu ber tað til? Er nakað grundarlag fyri at brúka Guds navn í hesum síðsta partinum av Bíbliuni?

[Undirgreinar]

^ par. 5 Í útgávum av hesum verkinum sum vórðu prentaðar nøkur hundrað ár seinni, er navnið kortini stavað Jehova.

^ par. 6 1 Mósebók 15:2; 2 Mósebók 6:3; 15:3; 17:16; 23:17; 33:19; 34:23; 4 Mósebók 3:24. Tyndale brúkti eisini Guds navn í Ezekiel 18:23 og 36:23, í sínum uppískoyttu umsetingum aftast í The New Testament, Antwerpen 1534.

^ par. 10 Seinni varð navnið brúkt í sjálvum bíbliutekstinum. Í 1785 kom umsetingin hjá týska gudfrøðinginum Johann David Michaëlis út á donskum, og í 1828-30 kom Det gamle Testamentes poetiske og prophetiske Skrifter hjá Jens Møller og Rasmus Møller út. Báðar umsetingarnar brúka navnið Jehova nógvar ferðir har tað kemur fyri í grundtekstinum. Sí eisini upplýsingarnar um umsetingarnar hjá Kalkar og Buhl á síðu 20 og 22.

[Tekstsendurgeving á síðu 17]

Teir ið umsettu ensku Authorized Version varðveittu einans Guds navn, Jehova, í fýra versum, og býttu tað annars um við GUD ella HARRIN

[Tekstsendurgeving á síðu 22]

Kann tað vera „púra óhóskandi“ at brúka Guds navn, tá tað stendur nærum 7000 ferðir í grundtekstinum til Hebraisku Skriftirnar?

[Ramma/myndir á síðu 20, 21]

Illvilji móti Guds navni?

Í løtuni finst eingin vanlig bíbliuumseting á afrikaans (málið sum suðurafrikanarar av hollendskari ætt tosa) sum inniheldur Guds navn. Tað er at undrast á, tí nógvar umsetingar á ættarmálunum ið verða tosað í landinum, hava nógvastaðni Guds navn. Hvussu hevur henda støðan tikið seg upp?

Á einum fundi 24. august 1878 sum Felagið av sonnum Afrikandarum (GRA) helt, varð stórur dentur lagdur á at fáa Bíbliuna umsetta til afrikaans. Seks ár eftir hetta varð málið uppafturtikið, og avgjørt varð at fara undir at umseta Bíbliuna úr upprunamálunum. Arbeiðið varð litið S. J. du Toit til, hann var undirvísingarumsjónarmaður í Transvaal.

Í einum leiðbeinandi skrivi til du Toit stóð fylgjandi stevnumið: „Sernavn Harrans, Jehova ella Jahvê, eigur at standa óumsett allastaðni [altso ikki býtt um við Harrin ella Gud].“ S. J. du Toit umsetti sjey bøkur í Bíbliuni til afrikaans, og hann varðveitti navnið Jehova allastaðni í tekstinum.

Í øðrum suðurafrikanskum ritum stóð eisini fyrr Guds navn skrivað. Í De Korte Catechismus (Stuttu katekismuni), sum J. A. Malherbe gjørdi í 1914, stóð sostatt fylgjandi spurningur at lesa: „Hvat er Guds makaleysa navn?“ Og svarið ljóðaði: „Jehova, sum er skrivað HARRIN við stórum bókstøvum í okkara bíblium. Hetta [navn] er aldri givið nøkrum skapningi.“

Í Die Katkisasieboek (ein katekismus sum sunnudagsskúlanevndin í hollendsku-reformeraðu kirkjuni gav út) stóð at lesa: „Skulu vit meðni lata vera at brúka navnið Jehova ella HARRIN? Tað er tað jørdarnir gera . . . tað er ikki meiningin við boðnum. . . . Vit kunnu brúka navn hansara, men vit mugu aldri misbrúka tað.“ Inntil fyri fáum árum síðan høvdu endurprentingarnar av sálmabókini Die Halleluja eisini navnið Jehova skrivað í ávísum sálmum.

Men umsetingin hjá du Toit var ikki væl umtókt, og í 1916 varð ein nevnd sett sum skuldi syrgja fyri at ein nýggj bíblia varð gjørd á afrikaans. Henda nevndin vildi at Guds navn skuldi ikki takast við í Bíbliuni. Í 1971 gav Suðurafrikanska Bíbliufelagið út nakrar fáar bíbliubøkur í einari „royndarumseting“. Guds navn varð nevnt í innganginum, men ikki í sjálvum bíbliutekstinum. Í 1979 komu so „Nýggja Testamenti“ og Sálmarnir út í einari nýumseting, og í henni var Guds navn heldur ikki tikið við.

Síðan 1970 hava menn eisini latið Guds navn fara úr sálmabókini Die Halleluja. Navnið verður heldur ikki meira nýtt í sætta upplagnum av Die Katkisasieboek, endurskoðaðu útgávuni, sum hollendska-reformeraða kirkjan í Suðurafrika hevur givið út.

Royndirnar at beina fyri navninum Jehova eru ikki avmarkaðar til bókaheimin. Ein hollendsk-reformerað kirkja í Paarl hevði fyrr ein hornastein við innskriftini JEHOVAH JIREH („Jehova fer at hava umsorgan“). Í afrikaans-útgávuni av blaðnum Vågn op! fyri 22. oktober 1974 vóru henda kirkjan og hornasteinur hennara avmyndað. Siðan er hornasteinurin býttur um við ein annan við orðunum DIE HERE SAL VOORSIEN („HARRIN fer at hava umsorgan“). Tilskilaða skriftstaðið og dagfestingin eru óbroytt, men navnið Jehova er koyrt burtur.

Úrslitið er at nógvir afrikandarar í dag ikki kenna Guds navn. Og teir kirkjulimirnir ið kenna tað, hava seg undan at brúka tað. Onnur framføra enntá próvgrundir ímóti tí; tey siga at Guds navn er HARRIN og leggja Jehova Vitni undir at hava uppfunnið navnið Jehova.

[Mynd]

Ein hollendsk-reformerað kirkja í Paarl, Suðurafrika. Upprunaliga var navnið Jehova høgt inn í hornasteinin (høgrumegin). Seinni varð tað koyrt burtur (ovast vinstrumegin)

[Mynd á síðu 18]

Guds navn skrivað Yohoua fanst í 1278 í verkinum Pugio fidei, sum tað sæst í hesum handritinum (frá 13. ella 14. øld) í Ste. Geneviève-bókasavninum í Paris (folio 162b)

[Mynd á síðu 19]

Tá William Tyndale umsetti fimm tær fyrstu bøkurnar í Bíbliuni, givnar út í 1530, brúkti hann Guds navn í Aðru Mósebók 6:3. Hetta grundgav hann í einari viðmerking á breddanum í umsetingini

[Kelduávísing]

(Avmyndað við vinaligum loyvi frá Amerikanska Bíbliufelagsbókasavninum, New York)