Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tey kristnu og navnið

Tey kristnu og navnið

Tey kristnu og navnið

EINGIN er førur fyri við vissu at siga nær teir ortodoksu jødarnir hildu uppat at brúka Guds navn og byrjaðu at siga tey hebraisku orðini fyri Gud og fullveldis Harra í staðin. Summi vilja vera við at Guds navn var horvið úr talumálinum langt áðrenn Jesu tíð. Nógv talar tó fyri at høvuðspresturin framvegis frambar tað tá átrúnaðarligar gerðir vórðu framdar í templinum — serstakliga á bótardegnum, ella sáttargerðardegnum — heilt til templið varð oyðilagt í ár 70. Tá Jesus var á jørðini vistu menn altso hvussu Guds navn skuldi framberast, hóast tað kanska ikki varð rættiliga nógv brúkt.

Hví hildu jødarnir uppat at siga Guds navn? Í hvussu er fyri ein part tykist orsøkin at vera tann, at teir misfataðu orðini í triðja boðnum: „Tú mást ikki misbrúka navn [Jehova] Guds tíns.“ (2 Mósebók 20:7) Hetta boðið var sjálvandi ikki eitt alment forboð ímóti at brúka Guds navn. Hvussu kundu Guds tænarar fyrr í tíðini, sum til dømis Dávid, annars brúka navnið so nógv og kortini hava signing Jehova? Og hvussu kundi Gud sjálvur siga tað fyri Mósesi og bjóða Mósesi at brúka tað tá hann greiddi ísraelsmonnum frá hvør ið hevði sent hann? — Sálmur 18:1-3, 7, 14; 2 Mósebók 6:2-8.

Men á Jesu døgum høvdu menn lyndi til at geva Guds rímiligu boðum eina heilt órímiliga tolking. Til dømis skuldu jødarnir eftir fjórða boðnum halda sjeynda dagin í hvørjari viku sum hvíludag, sabbat. (2 Mósebók 20:8-11) Ortodoksir jødar førdu hetta boðið út í láturverdar smálutir, tá teir gjørdu óteljandi reglur fyri smágerðir ein antin hevði loyvi ella ikki loyvi til at gera sabbatin. Uttan iva fekk hetta sama lyndið teir at føra tað rímiliga boðið um at Guds navn ikki mátti misbrúkast, út í tað órímiliga úrslitið at navnið als ikki mátti nevnast. *

Jesus og navnið

Mundi Jesus fylgja einum slíkum óbíbilskum siði? Tað hevur hann neyvan gjørt. Sum vit vita, læt hann ikki vera at grøða sjúk sabbatin, hóast tað hevði við sær at hann breyt mannagjørdu reglurnar hjá jødunum og enntá setti lívið í váða. (Matteus 12:9-14) Ja, hann fordømdi fariseararnar sum falsarar tí teir við sínum siðum gingu út um Guds innblásta orð. (Matteus 15:1-9) Tí er tað lítið hugsandi at hann hevur latið vera at siga Guds navn, serliga tá egna navn hansara, Jesus, merkti „Jehova er frelsa“.

Einaferð steig Jesus fram í einari sýnagogu og las eitt petti úr skriftrulluni hjá Esaiasi. Pettið hann las var tað vit í dag nevna Esaias 61:1, 2 har Guds navn stendur fleiri ferðir. (Lukas 4:16-21) Mundi hann lata vera at siga Guds navn har, og lesa „Harrin“ ella „Gud“ í staðin fyri? Sjálvandi ikki. So hevði hann jú gjørt eftir óbíbilsku siðunum hjá átrúnaleiðarunum. Og skrivað stendur: „Tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra.“ — Matteus 7:29.

Sum vit longu hava sæð, lærdi hann júst lærusveinarnar at biðja til Gud: „Heilagt verði navn Títt!“ (Matteus 6:9) Og í eini bøn kvøldið fyri avrætting sína segði hann við Faðir sín: „Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; . . . Heilagi Faðir! Varðveit tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær.“ — Jóhannes 17:6, 11.

Í samband við at Jesus her vísir til Guds navn, greiðir bókin Der Name Gottes (Navn Guds) soleiðis frá á síðu 76: „Tann undranarverda sannroyndin má vera okkum greið at vanliga gamlatestamentliga fatanin av Guds opinbering er, at tað er ein opinbering av navni hansara, og at henda opinberingin heldur áfram til teir seinastu partarnar av Gamla Testamenti, ja enntá verður førd víðari til teir seinastu partarnar av Nýggja Testamenti, har vit til dømis í høvuðsprestabønini hjá Jesusi í Jóhannes 17:6 lesa: ’Eg havi opinberað navn Títt.’“

Tað hevði tí verið lítið høpi í at meint at Jesus læt vera at brúka Guds navn — serliga tá hann tók upp eftir brotum úr Hebraisku Skriftunum har navnið stóð.

Tey fyrstu kristnu

Brúktu Jesu lærusveinar í fyrstu øld Guds navn? Jesus hevði boðið teimum at gera fólk úr øllum tjóðum til lærusveinar. (Matteus 28:19, 20) Nógv menniskju, sum teir skuldu boða fyri, kendu einki til tann Gud ið hevði opinberað seg fyri jødunum undir navninum Jehova. Hvussu skuldu tey kristnu umtala henda Gud fyri teimum, so tey skiltu at talan var um hin sanna Gud? Var tað nóg mikið at nevna hann Gud ella Harran? Nei. Tjóðirnar høvdu sínar egnu gudar og harrar. (1 Korint 8:5) Hvussu kundu tey kristnu gera greitt at munur var á hinum sanna Gudi og teimum følsku? Bert um tey brúktu navn hins sanna Guds.

Á einum elstamøti í Jerúsalem segði lærusveinurin Jákup: „Símun hevur sagt frá, hvussu Gud í byrjan hevði umhugsan um at taka navni Sínum út fólk av heidningunum. Við hetta samsvara orð profetanna.“ (Ápostlasøgan 15:14, 15) Í vælkendu røðu síni Hvítusunnudagin vísti ápostulin Pætur á ein týðandi part av kristna boðskapinum tá hann tók upp eftir profetinum Jóel: „Men ein og hvør, sum ákallar navn [Jehova], skal verða frelstur.“ — Jóel 3:5; Ápostlasøgan 2:21.

Ápostulin Paulus letur ongan ivast í at Guds navn hevði stóran týdning fyri hann. Í brævinum til rómverjar tekur hann tey somu orðini upp eftir Jóel og eggjar síðan sínum medkristnu til at vísa at tey trúgva hesum orðunum við at fara út og boða Guds navn fyri øðrum, soleiðis at onnur eisini kundu verða frelst. (Rómbrævið 10:13-15) Seinni skrivaði hann í seinna brævinum til Timoteus: „Lat ein og hvønn sum nevnir Jehova navn halda seg frá órættvísi.“ (2 Timoteus 2:19, Ny Verden-oversættelsen) Móti endanum av fyrstu øld brúkti ápostulin Jóhannes Guds navn í sínum skriftum. Málberingin „Halleluja“, ið merkir „lovsyngið Jah“, stendur fleiri ferðir í Opinberingsbókini. — Opinberingin 19:1, 3, 4, 6.

Jesus og lærusveinar hansara høvdu kortini frammanundan boðað frá at eitt fráfall skuldi koma í kristnu samkomuni. Ápostulin Pætur hevði skrivað: „Soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar.“ (2 Pætur 2:1; les eisini Matteus 13:36-43; Ápostlasøguna 20:29, 30; Seinna Tessalonikabræv 2:3; Fyrsta Jóhannesarbræv 2:18, 19) Hesar ávaringarnar skuldu vísa seg at verða hóskandi. Tað hevði millum annað við sær at Guds navn varð forfjónað. Tað varð enntá tikið burtur úr bíbliuavritum og -umsetingum! Latið okkum vita hvussu tað kom seg.

[Undirgrein]

^ par. 4 Summi vísa á eina aðra orsøk, nevniliga at jødarnir kunnu hava verið ávirkaðir av grikskari heimspeki. Til dømis var jødiski heimspekingurin Filon, sum livdi í Alexandria umleið á Jesu døgum, nógv ávirkaður av grikska heimspekinginum Platon, sum hann roknaði fyri at hava guddómligan innblástur. Í Lexikon des Judentums stendur undir „Filon“ at hesin jødi „samanfataði mál og uppfatanir hjá grikska heimspekinginum (Platon) við opinberaðu trúgv jødanna“, og at hann í byrjanini „hevði sjónliga ávirkan á kristnu kirkjufedrarnar“. Filon vildi vera við at eingin allýsing kundi gevast av Gudi og at hann tí ikki kundi nevnast við nøkrum navni.

[Mynd á síðu 14]

Henda myndin av einum jødiskum høvuðspresti, við hebraiska tekstinum „Heilagleiki hoyrir Jehova til“ standandi á einari plátu á vavhúgvu síni, er at finna i̇́ Vatikaninum

[Mynd á síðu 15]

Sum tað sæst í hesi týsku bíbliuumsetingini frá 1805 segði Jesus Guds navn tá hann í sýnagoguni las upp úr skriftrulluni hjá Esaiasi. — Lukas 4:18, 19

[Myndir á síðu 16]

Pætur og Paulus brúktu Guds navn tá teir tóku upp eftir Jóel profeti. — Ápostlasøgan 2:21; Rómbrævið 10:13