Hvør er Djevulin?
Stykki 4
Hvør er Djevulin?
Hvaðani kom Satan Djevulin? (1, 2)
Hvussu villleiðir Satan fólk? (3-7)
Hví mugu vit standa Djevulinum ímóti? (7)
1. Orðið „djevul“ merkir ein, ið sigur óndar lygnir um ein annan. „Satan“ merkir fíggindi ella mótstøðumaður. Soleiðis varð størsti fíggindi Guds nevndur. Í fyrstuni var hann ein fullkomin eingil hjá Gudi í himli. Men sum frá leið, fór hann at halda ov nógv um seg sjálvan og ynskti sær ta tilbiðjanina, sum bara Gud eigur at fáa. — Matteus 4:8-10.
2. Hesin eingilin, Satan, tosaði við Evu gjøgnum ein orm. Hann leyg fyri henni og lokkaði hana á tann hátt til ólýdni móti Gudi. Soleiðis gjørdi Satan seg inn á tað, sum nevnist Guds „yvirvald“, tað vil siga støðu hansara sum hin Hægsti. Satan setti spurnartekin við, um Gud stjórnar rætt og tegnum sínum at gagni. Hann ivaðist eisini í, um nakað menniskja vildi verða verandi loyalt móti Gudi. Sostatt gjørdi Satan seg til Guds fígginda, og tí varð hann nevndur Satan Djevulin. — 1 Mósebók 3:1-5; Job 1:8-11; Opinberingin 12:9.
3. Satan roynir at lumpa fólk til at tilbiðja seg. (2 Korintbræv 11:3, 14) Til dømis villleiðir hann fólk við følskum átrúnaði. Tá ein átrúnaður lærir lygnir um Gud, gongur hann í veruleikanum Satans ørindi. (Jóhannes 8:44) Tey, sum fáast við falskan átrúnað, kenna seg kanska fullvís í, at tey tilbiðja hin sanna Gud, meðan tey í roynd og veru tæna Satani. Hann er „gudurin hjá hesum heimi“. — 2 Korintbræv 4:4.
4. Eisini við spiritismu roynir Satan at fáa fólk í sítt vald. Kanska ákalla tey andar fyri at verða vard, gera øðrum fortreð, spáa um framtíðina ella gera undurverk. Satan er ónda kraftin aftan fyri alt hetta. Skulu vit toknast Gudi, mugu vit einki hava við spiritismu at gera. — 5 Mósebók 18:10-12; Ápostlasøgan 19:18, 19.
5. Satan villleiðir eisini fólk við víðgongdum rasustoltleika og við dýrkan Ápostlasøgan 10:34, 35) Onnur hugsa, at politiskir felagsskapir kunnu loysa trupulleikarnar hjá mannaættini. Tað er tað sama sum at vraka Guds ríki — sum eina av øllum kann loysa okkara trupulleikar. — Dániel 2:44.
av politiskum felagsskapum. Summi halda sína tjóð ella rasu vera betri enn aðrar. Tey fara skeiv. (6. Satan roynir eisini at villleiða fólk við syndigum freistingum. Jehova biður okkum skýggja syndigar gerðir, tí hann veit, tær skaða okkum. (Galatiabrævið 6:7, 8) Onkur vil kanska fegin hava teg við til slíkt. Men minst til, at tað í veruleikanum er Satan, sum vil lokka teg í óføri. — 1 Korintbræv 6:9, 10; 15:33.
7. Satan roynir kanska við mótstøðu ella atsóknum at fáa teg burtur frá Jehova. Onkur av tínum nærmastu verður kanska illur, tí tú kannar Bíbliuna. Onnur hava teg kanska fyri gjøldur. Men hvørjum skyldar tú lívið? Satan vil fegin ræða teg, so tú gevst við at læra um Jehova. Lat hann ikki vinna! (Matteus 10:34-39; 1 Pætur 5:8, 9) Stendur tú Djevulinum ímóti, gleðir tú Jehova og vísir, at tú styðjar hansara yvirvald. — Orðtøkini 27:11.
[Myndir á síðu 9]
Falskur átrúnaður, spiritisma, og tjóðskaparkensla villleiða fólk
[Mynd á síðu 9]
Statt Satani ímóti — halt fram við at læra um Jehova