Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?
Stykki 5
Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?
Hví skapti Jehova jørðina? (1, 2)
Hví er jørðin einki paradís nú? (3)
Hvat verður av teimum óndu? (4)
Hvat fer Jesus í framtíðini at gera fyri tey sjúku? tey gomlu? tey deyðu? (5, 6)
Hvat skalt tú gera fyri at uppliva alt hetta? (7)
1. Jehova skapti jørðina, so menniskju í ævir kundu gleðast um lívið á henni. Hann vildi, at jørðin altíð skuldi vera bústaður hjá rættvísum, lukkuligum fólki. (Sálmur 115:16; Esaias 45:18) Tí verður jørðin ongantíð oyðiløgd; hon stendur í allar ævir. — Sálmur 104:5; Prædikarin 1:4.
2. Áðrenn Gud skapti menniskjað, valdi hann ein lítlan part av jørðini og gjørdi hann til eitt vakurt paradís. Hann nevndi tað urtagarðin Eden. Her var tað, hann setti fyrsta mannin og kvinnuna, Ádam og Evu. Gud hevði ætlað, at tey skuldu fáa børn og fylla jørðina. So við og við skuldu tey gera alla jørðina til eitt paradís. — 1 Mósebók 1:28; 2:8, 15.
3. Ádam og Eva syndaðu, tá tey vitandi og við vilja brutu Guds lóg. Tí mátti Jehova reka tey út úr urtagarðinum Eden. Paradísið varð av ongum. (1 Mósebók 3:1-6, 23) Men Jehova hevur ikki gloymt upprunaligu ætlan sína við jørðini. Hann hevur lovað at gera hana til eitt paradís, har fólk skulu liva í allar ævir. Hvussu ger hann tað? — Sálmur 37:29.
4. Skal henda jørðin verða eitt paradís, mugu tey óndu beinast burtur. (Sálmur 37:38) Tað verða tey í Harmageddon, sum er Guds kríggj, ið ger enda á øllum óndskapi. Síðan verður Satan settur fastur í 1000 ár. Tað merkir, at eingi ónd verða eftir, ið kunnu spilla jørðina. Bara Guds tænarar koma undan við lívinum — Opinberingin 16:14, 16; 20:1-3.
5. Nú fær Jesus Kristus ræði á jørðini sum kongur í 1000 ár. (Opinberingin 20:6) So líðandi tekur hann syndina burtur úr sinni og likami okkara. Vit verða fullkomin menniskju, sum Ádam og Eva vóru, áðrenn tey syndaðu. Nú verður eingin sjúka longur, eingi ellibrek og eingin deyði. Sjúk fólk verða frísk, og tey gomlu verða ung aftur. — Job 33:25; Esaias 33:24; Opinberingin 21:3, 4.
6. Tey túsund árini Jesus stjórnar, skulu trúføst menniskju arbeiða við at broyta alla jørðina til eitt paradís. (Lukas 23:43, Ny Verden-oversættelsen) Hartil kemur, at milliónir verða vaktar upp frá deyðum til lív sum menniskju á jørðini. (Ápostlasøgan 24:15) Ganga tey krøvum Guds á møti, kunnu tey halda áfram at liva í allar ævir. Um ikki, verða tey týnd med alla. — Jóhannes 5:28, 29; Opinberingin 20:11-15.
7. Soleiðis verður upprunaliga ætlan Guds við jørðini framd. Hevði tú viljað verið har? So mást tú framhaldandi læra um Jehova og gera tað, hann krevur. At koma til møtini í ríkissalinum hjá Jehova Vitnum hjálpir tær væl í so máta. — Esaias 11:9; Hebrearabrævið 10:24, 25.
[Mynd á síðu 10]
Paradísið varð av ongum
[Myndir á síðu 11]
Eftir Harmageddon skal jørðin broytast til eitt paradís