Hvussu heftið eigur at verða lisið
Hvussu heftið eigur at verða lisið
Hetta heftið er skipað sum eitt bíbliuskeið. Fyrst í hvørjum stykki standa nakrir spurningar, og í klombrum eftir hvønn spurning standa numrini á greinunum, har svarið er at finna. Vit skjóta upp, at tú fert soleiðis til verka: Les fyrst spurningarnar og hugsa um teir. Les so alt stykkið og blaða skriftstøðini upp í tínari egnu bíbliu. Tá tú hevur lisið stykkið í síni heild, far so aftur til spurningarnar og vita, um tú minnist, hvussu Bíblian svarar hvørjum spurningi sær. Eftir at hava lisið alt heftið, kanst tú endurtaka allar spurningarnar.