Virðing fyri lívi og blóði
Stykki 12
Virðing fyri lívi og blóði
Hvørja áskoðan mugu vit hava á lívið? (1) á fosturtøku? (1)
Hvussu vísa kristin, at tey hugsa um trygdina? (2)
Er tað skeivt at drepa djór? (3)
Hvørjar gerðir vísa vantandi virðing fyri lívinum? (4)
Hvat sigur Guds lóg um blóð? (5)
Geldur tað eisini blóðflutning? (6)
1. Jehova er lívsins kelda. Frá honum kom lívið til alt livandi. (Sálmur 36:10) Gud metir lívið heilagt. Ófødda barnið í móðurlívi er honum eisini dýrabart. Tí er tað í Guds eygum skeivt at drepa eitt fostur. — 2 Mósebók 21:22, 23, Ny Verden-oversættelsen; Sálmur 127:3.
2. Sonn kristin hugsa um trygdina. Tey syrgja fyri, at bilurin hjá teimum er í lagi, og at heimið er trygt. (5 Mósebók 22:8) Tey koma sær ikki í óneyðugan vanda fyri spennings skuld ella til stuttleika. Tey íðka heldur ikki harðliga ítrótt, har fólk við vilja gera øðrum fortreð. Og tey halda seg frá undirhaldi, sum eggjar til harðskap. — Sálmur 11:5, Ny Verden-oversættelsen; Jóhannes 13:35.
3. Lív djóranna er eisini heilagt í eygum Skaparans. Ein kristin 1 Mósebók 3:21; 9:3; 2 Mósebók 21:28) Men tað er skeivt at fara illa við djórum, drepa tey fyri spennings skuld ella til stuttleika. — Orðtøkini 12:10.
kann drepa kríatúr fyri at útvega sær mat og klæði ella fyri at verja seg ímóti sjúku og vanda. (4. At roykja, tyggja betelnøt og njóta rúsevni er einki fyri kristin. Tað er skeivt, tí (1) vit verða bundin av tí, (2) tað skaðar likamið, og (3) tað er óreint. (Rómbrævið 6:19; 12:1; 2 Korintbræv 7:1) Tað kann vera sera torført at sleppa slíkum vanum. Men vilja vit vera Jehova til vildar, er tað kortini neyðugt.
5. Blóð er eisini heilagt í Guds eygum. Gud sigur, at sálin, ella lívið, er í blóðinum. Tí er tað skeivt at eta blóð. Tað er somuleiðis skeivt at eta kjøt av einum djóri, sum blóðið ikki er runnið úr. Er eitt djór kvalt ella deytt í fellu, eigur tað ikki at verða etið. Er tað stungið ella skotið, skal blóðið alt fyri eitt renna úr tí, um tað skal nýtast til matna. — 1 Mósebók 9:3, 4; 3 Mósebók 17:13, 14; Ápostlasøgan 15:28, 29.
6. Er tað skeivt at taka ímóti blóðflutningi? Minst til, Jehova krevur, at vit halda okkum frá blóði. Tað merkir, at vit ikki mugu taka blóð frá øðrum fólki inn í kroppin á nakran hátt — heldur ikki frá okkum sjálvum, um tað hevur verið goymt. (Ápostlasøgan 21:25) Tí taka sonn kristin ikki ímóti blóðflutningi. Tey taka ímóti aðrari læknaviðgerð, eisini veskum uttan blóð, sum verða sprændar inn í æðrarnar. Tey vilja fegin liva, men tey vilja ikki royna at bjarga lívinum við at bróta Guds lógir. — Matteus 16:25.
[Myndir á síðu 25]
Skulu vit liva Gudi eftir vild, mugu vit halda okkum frá blóðflutningi, óreinum vanum og óneyðugum vanda