Hví vit verða lukkulig tá vit gera Guds vilja
Kapittul 13
Hví vit verða lukkulig tá vit gera Guds vilja
1. Hví kunnu vit siga, at fólk verða lukkulig av at gera Jehova vilja?
JEHOVA er ’hin sæli Gud’, og hann vil, at tú skalt gleðast um lívið. (1 Timoteus 1:11) Fylgir tú hansara leiðum, kemur hetta tær til góðar og gevur ein innari frið, sum er djúpur og støðugur eins og áarstreymurin. At liva eftir Guds ávísingum eggjar eisini til rættvísar gerðir, ið eru áhaldandi sum „havsbylgjurnar“. Hetta gevur sanna lukku. — Esaias 48:17, 18.
2. Hví kunnu kristin vera lukkulig, hóast tey við hvørt verða illa viðfarin?
2 Her mótmælir onkur kanska og sigur, at fólk viðhvørt koma í neyð av at bera seg rætt at. So er, og tað hendi eisini Jesu ápostlum. Men hóast atsóknir frøddust teir og ’góvu ikki uppat at kunngera evangeliið um Kristus Jesus’. (Ápostlasøgan 5:40-42) Hetta kann læra okkum nakað, sum er av stórum týdningi, til dømis hetta: At vit gera Guds vilja, merkir ikki, at vit altíð verða væl viðfarin. „Øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt,“ skrivaði Paulus ápostul. (2 Timoteus 3:12) Orsøkin er, at Satan og hansara heimur eru ímóti teimum, sum gera Guds vilja. (Jóhannes 15:18, 19; 1 Pætur 5:8) Men sonn lukka er ikki treytað av ytri umstøðum. Hon kemur av sannføringini um, at vit bera okkum rætt at og tí eru góðkend av Gudi. — Matteus 5:10-12; Jákup 1:2, 3; 1 Pætur 4:13, 14.
3. Hvussu mikið eigur tilbiðjanin av Jehova at ávirka okkara tilveru?
Ápostlasøgan 19:9; Esaias 30:21) ’Vegurin’ er ein lívsháttur, sum býður okkum at liva eftir Guds orði.
3 Summi halda, at Gud er nøgdur, bara tey av og á hava lut í onkrari gudstænastu, og at teimum ikki nýtist at hugsa um hann í heilum. Men hin sanna tilbiðjanin av Jehova Gudi er øðrvísi skikkað. Hon ávirkar atburðin hjá einum menniskja, hvørja løtu tað er vakið, dag um dag, ár um ár. Tí nevnist hon eisini ’Vegurin’. (4. Hví er tað gagnligt at gera neyðugar broytingar fyri at liva í samsvar við Guds vilja?
4 Tá tú hevur lisið so mikið í Bíbliuni, at tú skilur, at ávísar broytingar eru neyðugar fyri at toknast Jehova, spyrt tú kanska teg sjálvan, um tað er stríðið vert. Ver vísur í tí. Hví? Tí „Gud er kærleiki“ og tí gevur okkum leiðreglur, sum eru gagnligar. (1 Jóhannes 4:8) Jehova Gud er eisini vísur og veit, hvat tænir okkum best. Og av tí at hann er alvaldur, kann hann styrkja okkum, tá vit fyri at toknast honum fegin vilja sleppa onkrum ringum vana. (Filippibrævið 4:13) Latið okkum kanna nakrar av teimum meginreglunum, Gud eggjar okkum til at liva eftir, og vita, hvussu vit verða lukkulig av at fylgja teimum.
FALSLOYSI BER LUKKU VIÐ SÆR
5. Hvat sigur Bíblian um lygn og stuldur?
5 Jehova er „sannleikans Gud“. (Sálmur 31:5, NW) Tú vilt ivaleyst fegin fylgja honum eftir og bera orð fyri at vera sannførur. Tann, ið er ærligur, fær sjálvsvirðing og kennir seg væl. Av tí at fals er so vanligt í hesum syndiga heimi, mugu kristin taka hesa áminningina til sín: „Talið sannleika, hvør við næsta sín . . . Tann, ið stolið hevur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur . . . so hann kann hava nakað at geva tí, ið treingir!“ (Efesusbrævið 4:25, 28) Kristin arbeiðsfólk gera eitt gott dagsverk. Tey taka einki frá arbeiðsgevaranum uttan at hava fingið loyvi. Bæði á arbeiðsplássinum, í skúlanum og við hús má tann, sum tilbiður Jehova, ’bera seg rætt at á allan hátt’. (Hebrearabrævið 13:18) Tann, sum tekur sær fyri at lúgva ella stjala, kann ikki hava Guds tokka. — 5 Mósebók 5:19; Opinberingin 21:8.
6. Hvussu kann falsloysi hjá Guds tænarum geva Jehova æru?
6 Falsloysi ber nógvar signingar við sær. Tað sæst av døminum við Selinu, sum er ein fátæk afrikansk einkja, ið elskar Jehova Gud og hansara rættvísu meginreglur. Ein dagin fann hon eina tasku við eini bankabók og nógvum pengum í. Í einari telefonbók fann hon eigaran, ein keypmann, sum taskan var stolin frá. Hann trúði, hann sá yvir seg, tá Selina, hóast rættiliga sjúk, kom til hansara við taskuni og øllum, sum í var. „Slíkt falsloysi krevur eina samsýning,“ segði hann og gav henni finningarløn. Men fram um alt rósti hann trúnni hjá Selinu. Ja, falsloysi prýðir Bíbliunnar læru, dýrmetir Jehova Gud og gevur hansara ærligu tilbiðjarum lukku. — Titus 2:10; 1 Pætur 2:12.
GÁVUMILDI GEVUR LUKKU
7. Hvat skeivt er í pengaspæli?
7 Gávumild fáa lukku, meðan havisjúk ikki skulu „arva ríki Guds“. (1 Korintbræv 6:10) Ein vanlig avleiðing av havisjúku er pengaspæl, har roynt verður at fáa vinning burtur úr tí, onnur tapa. Jehova dámar ikki tey, sum eru ’gjarn eftir ljótum vinningi’. (1 Timoteus 3:8) Sjálvt um spæl er loyvt, og ein spælir til stuttleika, kann hann gerast bundin av tí og fáa sær ein vana, sum í mongum førum hevur oyðilagt tilveruna hjá fólki. Ofta kemur familjan hjá einum spælara í neyð, tí pengarnir ikki røkka til neyðsynjarvørur sum mat og klæðir. — 1 Timoteus 6:10.
8. Hvat fyridømi gav Jesus viðvíkjandi gávumildi, og hvussu kunnu vit vera gávumild?
8 Kristin eru gávumild og gleðast tí um at hjálpa øðrum, serstakliga neyðstøddum trúarfelagum. (Jákup 2:15, 16) Áðrenn Jesus kom til jarðar, eygleiddi hann gávumildi Guds móti menniskjunum. (Ápostlasøgan 14:16, 17) Jesus sjálvur gav tíð og kreftir, ja, sjálvt lívið fyri mannaættina. Hann var tí hin rætti at siga: „Sælari er at geva enn at fáa.“ (Ápostlasøgan 20:35) Jesus rósti eisini tí fátæku einkjuni, sum gávumild legði tveir smápengar í tempulkistuna. Hon gav „alt, ið hon hevði, alla ogn sína“. (Markus 12:41-44) Ísraelsmenn í forðum og tey kristnu í fyrstu øld góvu okkum góðar fyrimyndir við glað og gávumild at lata samkomuni og Ríkisins arbeiði materiellan stuðul. (1 Krønikubók 29:9; 2 Korintbræv 9:11-14) Umframt at stuðla hesum endamálum materielt, eru kristin nú á døgum fús at bera Gudi lovoffur og brúka lív sítt í hansara tænastu. (Rómbrævið 12:1; Hebrearabrævið 13:15) Jehova signar tey, tí tey brúka tíð, kreftir og aðrar ognir, eisini pengaognir, til frama fyri tí sonnu tilbiðjanini og arbeiðinum við at boða gleðiboðini um Ríkið í øllum heiminum. — Orðtøkini 3:9, 10.
ANNAÐ SUM FREMUR LUKKU
9. Hví mugu vit ikki drekka ov nógv rúsdrekka?
9 Skulu kristin vera lukkulig, mugu tey eisini ’røkja evnini at hugsa’. (Orðtøkini 5:1, 2, NW) Hetta krevur, at tey lesa og grunda á Guds orð og uppbyggjandi bíbilskan lesnað. Men so er eisini okkurt, tey mugu sleppa sær undan. Til dømis kunnu vit missa tamarhaldið á tonkunum av ov nógvum rúsdrekka. Í teirri støðuni kunnu nógv koma út í siðloysi, fremja harðskap og elva til deyðsvanlukkur. Eingin kann undrast á, at Bíblian sigur, at drykkjumenn ikki skulu arva Guds ríki. (1 Korintbræv 6:10) Sonn kristin hava sett sær fyri at ’vera skilagóð’ og skýggja tí drykkjuskap, og hetta fremur lukkuna teirra millum. — Titus 2:2-6, NW.
10. (a) Hví brúka kristin ikki tubbak? (b) Hvussu gagnar tað at gevast við nýtsluni av vanaelvandi evnum?
10 Eitt reint likam er eisini lukkuni til frama. Kortini eru nógv fallin til skaðilig evni. Tak sum dømi nýtsluna av tubbaki. Heimsheilsuskipanin boðar frá, at royking „á hvørjum ári krevur tríggjar milliónir mannalív“. Bráðfeingis abstinensir kunnu gera tað torført at sleppa tubbaksvananum. Hin vegin hava nógv, sum góvust at roykja, 2 Korintbræv 7:1.
fingið betri heilsu og fleiri pengar til húsarhaldið. Ja, tann, ið leggur av at nýta tubbak ella onnur skaðilig evni, fremur møguleikan fyri einum reinum likami, góðari samvitsku og sannari lukku. —LUKKA Í HJÚNALAGNUM
11. Hvat krevst, um eitt hjúnalag skal vera lóghóskandi og haldast í æru?
11 Tvey, ið liva saman sum maður og kona, mugu tryggja sær, at hjúnalagið er lóghóskandi skrásett hjá myndugleikunum. (Markus 12:17) Tey mugu eisini meta hjúnabandið sum eina álvarsama ábyrgd. Sundurlesing kann gerast neyðug, um annar parturin við vilja ikki røkir sína uppihaldsskyldu, fer ógvuliga harðliga við hinum ella kemur andaligu heilsuni hjá tí trúgvandi partinum í álvarsaman vanda. (1 Timoteus 5:8; Galatiabrævið 5:19-21) Men Paulus ápostul eggjar í Fyrra Korintbrævi 7:10-17 hjúnafelagum til at halda saman. Sonn lukka er sjálvandi treytað av, at tey eru trúgv hvør móti øðrum. Paulus skrivaði: „Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.“ (Hebrearabrævið 13:4) Málburðurin „hjúnasongin“ sipar til tað kynsliga samlívið millum mann og kvinnu, sum lóghóskandi eru gift hvør við øðrum. Einki annað kynsligt samband, sum til dømis tvígifta, kann haldast „í æru hjá øllum“. Bíblian fordømir eisini kynsligt samband fyri hjúnalag og homoseksuella atferð. — Rómbrævið 1:26, 27; 1 Korintbræv 6:18.
12. Nevn nakrar syndarligar avleiðingar av siðloysi.
12 Siðloysi gevur kanska eina løtu við kropsligari njóting, men ikki sanna lukku. Tað býður Gudi ímóti og kann merkja samvitskuna hjá einum persóni. (1 Tessalonikabræv 4:3-5) Ólevnað kann fáa syndarligar avleiðingar sum AIDS og aðrar sjúkur, ið smitta við kynsligari samveru. „Mett verður, at yvir 250 milliónir á hvørjum ári verða smittað við gonorré, og umleið 50 milliónir við syfilis,“ stendur í eini frágreiðing frá einari læknaráðstevnu. Aftrat hesum kemur so vandin fyri at gerast við barn ímóti sínum ynski. Felagið International Planned Parenthood upplýsir, at meir enn 15 milliónir gentur í aldrinum 15 til 19 ár hvørt ár verða upp á vegin í øllum heiminum, og av teimum fær ein triðingur fosturtøku. Ein kanning í einum afrikanskum landi vísir, at eftirsjúkur av fosturtøku eru orsøk til 72 prosent av øllum andlátum millum gentur í teenage-árunum. Summi liva siðleyst uttan at gerast sjúk ella upp á vegin, men sleppa so ikki undan sálarløsti. Nógv missa sjálvsvirðingina og fáa beinleiðis andstygd fyri sær sjálvum.
13. Hvørjar aðrar trupulleikar standast av hjúnabandsbroti, og hvussu gongst teimum, sum halda áfram í siðloysi og hjúnabandsbroti?
13 Hjúnabandsbrot kann verða fyrigivið, men sambært Bíbliuni hevur tann óseki parturin í slíkum føri rætt at krevja hjúnaskilnað. (Matteus 5:32; samanber Hoseas 3:1-5.) Tá siðloysi soleiðis elvir til, at hjúnabandið verður slitið, fáa bæði hin óseki hjúnafelagin og børnini ofta djúp kenslulig mein av tí. Til okkara egna besta vísir Gud í sínum orði á, at hann dømir siðloysingar og hjúnabandsbrótarar, sum ikki broyta sinnalag. Hartil er tað greitt, at tey, sum fremja siðloysi, „skulu ikki arva ríki Guds“. — Galatiabrævið 5: 19, 21.
„IKKI AV HEIMINUM“
14. (a) Hvørjari avgudadýrkan skulu kristin halda seg frá? (b) Hvat skulu vit gera sambært Jóhannes 17:14 og Esaias 2:4?
14 Tey, sum fegin vilja gera Jehova til vildar og gleðast um signingarnar í Ríkinum, mugu skýggja avgudadýrkan í einum og hvørjum líki. Bíblian vísir, at tað er skeivt at gera og tilbiðja myndir, eisini myndir av Jesusi ella móður hansara, Mariu. (2 Mósebók 20:4, 5; 1 Jóhannes 5:21) Sonn kristin heiðra tí hvørki ikonur, krossar ella myndir. Tey halda seg eisini undan avgudadýrkan í meira sniðfundigum líki, sum til dømis at heilsa flagginum og syngja sangir, ið hálova tjóðini. Roynir onkur at trýsta tey til slíkar gerðir, minnast tey, at Jesus segði við Satan: „[Jehova] Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.“ (Matteus 4:8-10) Jesus segði, at lærisveinar hansara „eru ikki av heiminum“. (Jóhannes 17:14) Hetta merkir, at teir eru uttanveltaðir í politiskum málum og liva í friði eftir leiðbeiningini í Esaias 2:4: „[Jehova Gud] skal døma millum tjóðirnar, skifta rætt millum mong fólkasløg; svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.“
15. Hvat er Bábylon hin Stóra, og hvat hava nógv, sum lesa Bíbliuna, gjørt fyri at ’fara út frá henni’?
15 Tann, sum ikki vil vera partur „av heiminum“, má eisini slíta eitt og hvørt samband við „Bábylon hina stóru“, heimsveldið av følskum átrúnaði. Frá fornaldar Bábylon Opinberingin 17:1, 5, 15) Eingin trúfastur tilbiðjari av Jehova vil taka lut í felagskirkjuligum tiltøkum og tilbiðja saman við øðrum trúarrætningum ella hava andaligan felagsskap við nakran part av Bábylon hini Stóru. (4 Mósebók 25:1-9; 2 Korintbræv 6:14) Nógv, sum eru farin undir at kanna Bíbliuna, melda seg tí úr trúarsamfelagnum, tey eru í. Soleiðis koma tey hinum sanna Gudi nærri, sum hann hevur lovað: „Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum — sigur [Jehova] — og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum.“ (2 Korintbræv 6:17; Opinberingin 18:4, 5) Er ein slík góðkenning frá Faðir okkara í himli ikki tað, vit tráa eftir?
fekk tann óreina tilbiðjanin so stóra útbreiðslu, at hon fekk fólk um allan heimin í sítt skaðiliga andaliga vald. „Bábylon hin stóra“ fevnir um allar trúarbólkar, har læra og siðir eru í stríð við kunnskapin um Gud. (SKYNSEMI Í SAMBAND VIÐ VEITSLUR OG HØGTÍÐIR
16. Hví halda sonn kristin ikki jól?
16 Tá vit gera Guds vilja, sleppa vit eisini undan hóvastákinum, sum ofta er í samband við verðsligar halgidagar. Til dømis sigur Bíblian ikki, hvønn dag Jesus varð føddur. ’Eg helt, Jesus varð føddur 24. ella 25. desember!’ sigur onkur kanska. Men tað ber ikki til, tí Jesus doyði á vári ár 33 e.o.t., 33 1/2 ára gamal. Og við føðing hansara „vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum“. (Lukas 2:8) Í Ísrael er seinasti parturin av desember kaldur og vátur, og orsakað av regntíðini og vetrarveðrinum varð seyðurin hildin inni um náttina. Hin 25. desember var í roynd og veru dagurin, tá rómverjar hildu føðingardag fyri sólgudinum. Fleiri hundrað ár eftir jarðarlívi Jesusar ásettu tey fráfalnu kristnu henda dagin til hátíðarhaldið fyri føðing Kristusar. Av hesi orsøk halda sonn kristin hvørki jól ella aðrar halgidagar, sum hava sín uppruna í følskum átrúnaði. Tey vísa Jehova óskerdan alsk og halda tískil heldur ikki halgidagar til at dýrka syndig menniskju ella tjóðir.
17. Hví halda Guds tænarar ikki føðingardag, og hví eru kristin børn kortini lukkulig?
17 Bíblian nevnir bert tvær føðingardagsveitslur, í báðum førum fyri monnum, sum ikki tæntu Gudi. (1 Mósebók 40:20-22; Matteus 14:6-11) Tá Bíblian ikki sigur okkum, hvønn dag tann fullkomni maðurin, Jesus Kristus, varð føddur, hví skuldu vit so gjørt nakað serligt burtur úr føðingardøgum hjá ófullkomnum menniskjum? (Prædikarin 7:1) Gudlýðin foreldur bíða sjálvandi ikki til ein serligan dag at vísa børnum sínum kærleika. Ein 13-ára gomul kristin genta segði: „Vit stuttleika okkum saman í familjuni. . . . Sambandið millum meg og foreldur míni er ógvuliga tætt, og tá hini spyrja, hví eg ikki haldi halgidagar, sigi eg, at eg haldi hvønn einasta dag.“ Og ein kristin ungur maður, sum er 17 ár, sigur: „Heima hjá okkum fáa vit gávur alt árið.“ Gleðin er størri, tá fólk geva gávur av sínum eintingum.
18. Hvør árlig høgtíð var tann einasta, Jesus beyð lærisveinunum at halda, og hvat minnast vit tá?
18 Tey, sum miða eftir at gera Guds vilja, hátíðarhalda bara ein ávísan dag á hvørjum ári. Tað er kvøldmáltíð Harrans, ið eisini nevnist høgtíðin til minni um deyða Kristusar. Í tí sambandi gav Jesus lærisveinum sínum hesi boð: „Gerið hetta til minni um Meg!“ (Lukas 22:19, 20; 1 Korintbræv 11:23-25) Tá Jesus um kvøldið tann 14. nisan ár 33 stovnaði hesa máltíðina, nýtti hann ósúrgað breyð og reyðvín at ímynda sítt syndleysa mannalikam og sítt fullkomna blóð. (Matteus 26:26-29) Tær báðar ímyndirnar njóta kristin, sum eru salvað við Guds heilaga anda, og sum eru tikin við í tann nýggja sáttmálan og sáttmálan um Ríkið. Tey hava vón um lív í himli. (Lukas 12:32; 22:20, 28-30; Rómbrævið 8:16, 17; Opinberingin 14:1-5) Men øll, sum eru við til hátíðarhaldið tann dagin, sum svarar til hin 14. nisan eftir tí gamla jødiska kalendaranum, hava gagn av tí. Tey verða mint á tann kærleikan, Jehova Gud og Jesus Kristus vístu við offrinum, sum loysir okkum frá synd og ger ævigt lív møguligt hjá teimum, sum hava Guds tokka. — Matteus 20:28; Jóhannes 3:16.
ARBEIÐI OG UNDIRHALD
19. Hvat kann gera tað torført hjá einum kristnum at tæna til lívsins uppihald?
19 Sonn kristin hava skyldu at arbeiða dúgliga og syrgja fyri sær sjálvum. Hetta kennist nøktandi hjá høvdinum í eini familju. (1 Tessalonikabræv 4:11, 12) Um arbeiðið hjá tí kristna var í stríð við Bíbliunnar boð, hevði tað sjálvandi tikið gleðina frá honum. Ein kristin kann við hvørt hava ilt við at finna eitt arbeiði í samsvar við Bíbliunnar reglur. Til dømis krevja summir arbeiðsgevarar, at starvsfólkini snýta kundarnar. Nógvir hugsa hin vegin eisini um samvitskuna hjá einum ærligum starvsettum, av tí at teir ikki vilja missa álítandi starvsfólk. Hvussu so víkir og vendir, kunnu vit vera vís í, at Gud signar royndir okkara at finna eitt arbeiði, sum vit kunnu gera við góðari samvitsku. — 2 Korintbræv 4:2.
20. Hví mugu vit vera kræsin, tá vit velja undirhald?
20 Tá nú Gud vil, at hansara tænarar skulu vera lukkuligir, mugu vit hava hóskandi javnvág millum hart arbeiði øðrumegin, og afturmenning og hvíld hinumegin. (Markus 6:31; Prædikarin 3:12, 13) Heimurin hjá Satani leggur stóran dent á undirhald, sum skúgvar Guds reglur til viks. Skulu vit toknast Gudi, mugu vit tí vera kræsin viðvíkjandi bókunum, vit lesa, útvarpssendingum og tónleiki, vit lurta eftir, og teimum konsertum, sjónleikum, filmum, sjónvarpsskráum og sjónbondum vit velja til undirhald. Um vit higartil hava stuttleikað okkum við tí, sum ávarað verður um í skriftstøðum sum Fimtu Mósebók 18:10-12, Sálmi 11:5 og Efesusbrævinum 5:3-5, kunnu vit gleða Jehova og fáa lukku, um vit fylgja ávaringunum.
VIRÐING FYRI LÍVI OG BLÓÐI
21. Hvussu ávirkar virðing fyri lívinum okkara áskoðan á fosturtøku og okkara støðutakan viðvíkjandi vanum og atburði?
21 Skulu vit vera lukkulig, mugu vit eins og Jehova meta mannalívið heilagt. Í orði sínum forbjóðar hann okkum at drepa. (Matteus 19:16-18) Lógin, ið varð givin Ísrael, vísir, at sjálvt fostrið í móðurlívinum er dýrabart — tað má ikki verða týnt. (2 Mósebók 21:22, 23) Vit mugu sum heild ikki fara við lívinum, sum hevði tað einki upp á seg við at nýta tubbak, oyðileggja heilsuna við rúsevnum ella ov nógvum rúsdrekka, ella vera óneyðuga vágin. Vit eiga heldur ikki at taka lut í lívshættisligum virksemi ella skúgva trygdarfyriskipanir til viks, tí tað kundi givið blóðskyld. — 5 Mósebók 22:8.
22. (a) Hvussu ynskir Gud, vit skulu meta blóðið og nýtsluna av tí? (b) Hvørs blóð er tað einasta, sum kann bjarga lívi?
22 Við Nóa og familju hansara segði Jehova, at blóðið umboðar sálina, ella lívið, og tí setti hann teimum forboð 1 Mósebók 9:3, 4) Vit eru øll eftirkomarar teirra, og tí er sama lóg galdandi fyri okkum. Jehova beyð ísraelsmonnum at stoyta blóðið út á jørðina. Tað mátti ikki nýtast til persónlig endamál. (5 Mósebók 12:15, 16) Og Guds lóg um blóðið varð endurtikin í boðnum til tey kristnu í fyrstu øld: ’Haldið tykkum frá blóði.’ (Ápostlasøgan 15:28, 29) Tey, sum gera Guds vilja, virða heilagleika lívsins og kunnu tí ikki taka ímóti blóðførslu, heldur ikki um onnur siga tað vera neyðugt fyri at bjarga lívinum. Nógvir aðrir viðgerðarhættir, sum Jehova vitni kunnu góðtaka, hava víst seg munagóðar og hava spart sjúklingarnar fyri vandarnar við blóðførslu. Kristin skilja, at bert Jesu úthelta blóð veruliga kann bjarga lívi. Við trúnni á tað fáa vit fyrigeving og vón um ævigt lív. — Efesusbrævið 1:7.
fyri yvirhøvur at eta blóð. (23. Hvør er lønin, tá vit gera Guds vilja?
23 Sum skilst, krevur tað nakað at gera Guds vilja. Kanska mugu vit tola spott frá familju og vinum. (Matteus 10:32-39; 1 Pætur 4:4) Men lønin er nógv størri enn allur mótgangur. Vit fáa góða samvitsku og uppbyggjandi vinalag við trúarfelagar, sum tæna Jehova. (Matteus 19:27, 29) Og hugsa tær so, hvussu tað verður at liva um ævir í Guds nýggja rættferðarheimi! (Esaias 65:17, 18) Umframt hetta gevur tað stóra gleði at fylgja ráðunum í Bíbliuni og vita, at vit gleða Jehova hjarta. (Orðtøkini 27:11) So sjálvandi verða vit lukkulig, tá vit gera Guds vilja! — Sálmur 128:1, 2.
ROYN TÍN KUNNSKAP
Hví, til dømis, verða vit lukkulig, tá vit gera Guds vilja?
Hvørjar broytingar kunnu vera neyðugar, tá vit skulu gera Guds vilja?
Hví ynskir tú at gera Guds vilja?
[Lestrarspurningar]
[Mynd á síðu 124, 125]
Andaligt virksemi saman við hóskandi stuttleika gevur teimum gleði, sum gera Guds vilja