Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvønn myndugleika skulu vit viðurkenna?

Hvønn myndugleika skulu vit viðurkenna?

Kapittul 14

Hvønn myndugleika skulu vit viðurkenna?

1, 2. Er allur myndugleiki skaðiligur? Greið frá.

NÓGV halda lítið um orðið „myndugleiki“. Tað er væl skiljandi, tí myndugleiki verður ofta misbrúktur — av arbeiðsgevarum, av yvirvaldinum og í familjuni. Bíblian sigur gløggskygd: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ (Prædikarin 8:9) Ja, nógv hava rátt yvir øðrum við harðræði og sjálvgóðsku.

2 Men ikki allur myndugleiki er skaðiligur. Til dømis kunnu vit siga, at kroppurin hevur ein ávísan myndugleika yvir okkum. Hann „býður“ okkum at anda, eta, drekka og sova. Men kenna vit okkum kúgað fyri tað? Nei. Tað gagnar okkum at fylgja slíkum krøvum. Men meðan vit ofta óviljað eru tí kropsliga tørvinum undirgivin, krevja onnur sløg av myndugleika, at vit sjálvboðin geva okkum undir. Latið okkum síggja nøkur dømi um tað.

TANN HÆGSTI MYNDUGLEIKIN

3. Hví nevnist Jehova av røttum „einaráðandi Harrin“?

3 Í Bíbliuni nevnist Jehova meir enn 300 ferðir „einaráðandi Harrin“. Einaráðandi er tann, sum hevur hægsta myndugleikan. Við hvørjum rætti hevur Jehova hesa støðu? Svarið finna vit í Opinberingini 4:11: „Verdur ert Tú, [Jehova] og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt.“

4. Hvussu velur Jehova at útinna myndugleika sín?

4 Sum Skaparin kann Jehova av røttum sjálvur velja, hvussu hann vil útinna sín myndugleika. Hetta kann tykjast ræðandi, serstakliga tá hugsað verður um hansara „yvirflóð av máttmiklari orku“. Hann nevnist eisini „Gud hin Alvaldi“, eitt heiti sum á hebraiskum sipar til ómetaliga styrki. (Esaias 40:26, NW; 1 Mósebók 17:1) Men Jehova vísir styrki sína í vælvild og tokka, tí ráðandi eginleikin hjá honum er kærleiki. — 1 Jóhannes 4:16.

5. Hví er tað ikki torført at geva seg undir Jehova myndugleika?

5 Hóast Jehova ávaraði um, at hann fór at revsa lógbrótarar, sum ikki angraðu, kendi Móses hann fyrst og fremst sum ’hin trúfasta Gud, sum . . . heldur fast við sáttmála Sín og miskunn Sína móti teimum, ið elska Hann og halda boð Hansara’. (5 Mósebók 7:9) At hugsa sær! Hægsti myndugleikin í alheiminum noyðir okkum ikki at tilbiðja seg. Nei, hansara kærleiki dregur okkum at honum. (Rómbrævið 2:4; 5:8) Í grundini er tað ein gleði at geva seg undir Jehova myndugleika, tí lógir hansara eru altíð gagnligar. — Sálmur 19:8, 9.

6. Hvussu varð spurningurin um myndugleika reistur í urtagarðinum Eden, og hvussu varð úrslitið?

6 Fyrstu foreldur okkara vildu ikki geva seg undir Guds fullveldi. Tey vildu sjálvi taka avgerðir um, hvat ið var gott, og hvat ið var ilt. (1 Mósebók 3:4-6) Úrslitið av hesum varð, at tey vórðu rikin út úr paradísinum. Síðan loyvdi Jehova menniskjunum at skipa ymiskan myndugleika og stjórnir, so tey kundu liva í einum skipaðum, men kortini ófullkomnum, samfelag. Hvørjar myndugleikar er talan um, og í hvønn mun væntar Gud, at vit eru teimum undirgivin?

VERÐSLIGUR MYNDUGLEIKI

7. Hvørjar eru ’yvirvøldirnar’, og hvørja støða hava tær í mun til Guds myndugleika?

7 Paulus ápostul skrivaði: „Hvørt menniskju veri teimum yvirvøldum lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi.“ Fylgjandi ørindini vísa, at ’yvirvøldirnar’, sum Paulus hevur á orði, eru verðsligir myndugleikar. (Rómbrævið 13:1-7; Titus 3:1) Jehova var ikki sjálvur upphavsmaður at menniskjans ymisku stjórnarskipanum, men hann loyvir teimum at virka. Paulus kundi tí skriva: „[Yvirvøldirnar] ið eru, eru settar av Gudi.“ Hvat vísir hetta um slíkar verðsligar myndugleikar? At teir standa undir ella eru undirgivnir Guds myndugleika. (Jóhannes 19:10, 11) Tá menniskjans lóg er í stríð við Guds lóg, mugu kristin tí fylgja síni bíbliu-uppvandu samvitsku. Tey ’eiga at lýða Gud meir enn menniskju’. — Ápostlasøgan 5:29.

8. Hvussu er yvirvøldin okkum til gagns, og hvussu kanst tú vísa, at tú ert henni undirgivin?

8 Fyri tað mesta virkar sitandi myndugleikarnir kortini sum ’Guds tænari, okkum til góða’. (Rómbrævið 13:4) Hvussu tá? Til dømis við teimum nógvu tænastunum teir veita, eitt nú postflutningi, løgverju, sløkkiliði, ruskkoyring og undirvísing. „Tí lata tit jú eisini skattir,“ skrivaði Paulus, tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv.“ (Rómbrævið 13:6) Tá tað kemur til skattir og aðrar lógarskyldur, ynskja vit at „bera okkum ærliga at“. — Hebrearabrævið 13:18, NW.

9, 10. (a) Hvussu hóska teir verðsligu myndugleikarnir inn í Guds skipan? (b) Hví hevði tað verið skeivt at staðið yvirvøldini ímóti?

9 Onkuntíð misbrúka teir verðsligu myndugleikarnir vald sítt. Hava vit so ikki longur skyldu at vera teimum undirgivin? Jú. Jehova sær illgerðir myndugleikanna. (Orðtøkini 15:3) Hann loyvir menniskjans stýri, men tað merkir ikki, at hann ikki gevur sær far um rotinskapin. Tað væntar hann heldur ikki av okkum. Í veruleikanum fer Gud skjótt at „sora øll hini ríkini og forkoma teimum“ og seta sína egna rættvísu stjórn í staðin. (Dániel 2:44) Men inntil tá tænir yvirvøldin einum gagnligum endamáli.

10 Paulus greiddi soleiðis frá: „Tann, sum setur seg upp ímóti yvirvøldini, stendur tí ímóti, sum Gud hevur fyriskipað.“ (Rómbrævið 13:2) Teir verðsligu myndugleikarnir eru ’tað, sum Gud hevur fyriskipað’ — soleiðis at skilja, at teir í ein ávísan mun halda skil og forða fyri, at ruðuleiki og lógloysi valdar. Tað hevði verið óbíbilskt og skilaleyst at staðið teimum ímóti. Hetta kann lýsast við einum dømi: Hugsa tær, at tú hevur fingið eina skurðviðgerð. Nakrar pentur halda sárinum saman. Penturnar eru fremmandaevni, men kortini eru tær hentar eina tíð. Tað kann vera skaðiligt at taka tær burtur ov tíðliga. Teir verðsligu myndugleikarnir vóru ikki uppi í upprunaligu ætlan Guds. Men inntil hansara ríki fullkomiliga tekur valdið á jørðini, halda teir verðsligu myndugleikarnir samfelagnum uppi og virka í løtuni samsvarandi Guds vilja. Vit mugu sostatt vera teimum undirgivin, hóast vit fyrst og fremst lýða Guds lóg og geva okkum undir hansara myndugleika.

MYNDUGLEIKI Í FAMILJUNI

11. Hvussu greiðir tú frá leiðslumeginregluni?

11 Familjan er grundleggjandi eindin í samfelagnum. Har kunnu maður og kona njóta tætt vinalag, og børnini verða vard og lærd at klára vaksnamannalívið. (Orðtøkini 5:15-21; Efesusbrævið 6:1-4) Ein so háborin fyriskipan má sjálvandi lagast soleiðis, at tey, ið hoyra til familjuna, verða før fyri at liva í sátt og semju. Jehova hevur syrgt fyri, at hetta letur seg gera við leiðslumeginregluni, sum verður lýst í orðunum úr Fyrra Korintbrævi 11:3: „Tit skulu vita, at Kristus er høvur eins og hvørs mans, at maðurin er høvur kvinnunnar, og at Gud er høvur Kristusar.“

12, 13. Hvør er høvur familjunnar, og hvat kunnu vit læra av Jesusi í sambandi við at útinna myndugleika?

12 Maðurin er familjunnar høvur. Hann hevur kortini eisini sjálvur eitt høvur yvir sær, nevniliga Jesus Kristus. Paulus skrivaði: „Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana.“ (Efesusbrævið 5:25) Ein giftur maður vísir, at hann er Kristusi undirgivin, tá hann fer soleiðis við konu síni, sum Jesus altíð fór við samkomuni. (1 Jóhannes 2:6) Stórt vald er litið Jesusi upp í hendur, men hann er sera umhugsin, góður og rímiligur, tá tað kemur til at útinna hetta valdið. (Matteus 20:25-28) Sum menniskja misbrúkti Jesus ongantíð vald sítt. Hann hevði „milt sinnalag og var eyðmjúkur av hjarta“; hann nevndi lærisveinar sínar „vinir“ og ikki „tænarar“. „Eg skal geva tykkum nýggja styrki,“ lovaði hann teimum, og tað gjørdi hann. — Matteus 11:28, 29, NW; Jóhannes 15:15.

13 Fyrimynd Jesusar lærir giftar menn, at kristin leiðsla ikki merkir harðræði. Tvørturímóti merkir tað, at maðurin vísir konu síni virðing og ósjálvsøknan kærleika. Hann má sjálvandi ongantíð fara illa við henni, hvørki í orðum ella verki. (Efesusbrævið 4:29, 31, 32; 5:28, 29; Kolossebrævið 3:19) Fer ein kristin maður illa við konu síni, eru góðu verk hansara einki verd, og bønir hansara verða hindraðar. — 1 Korintbræv 13:1-3; 1 Pætur 3:7.

14, 15. Hvussu kann kunnskapurin um Gud hjálpa tí giftu konuni at vera manni sínum undirgivin?

14 Tá ein kristin maður fylgir Kristusi eftir, verður lættari hjá konuni at fylgja orðunum í Efesusbrævinum 5:22, 23: „Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar — sum Harranum! Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar.“ Eins og maðurin má vera Kristusi undirgivin, má konan vera manni sínum undirgivin. Bíblian ger eisini greitt, at dugnaligar konur hava uppiborið æru og prís vegna gudgivnan vísdóm og íðinskap. — Orðtøkini 31:10-31.

15 Lýdnið, ein kristin kvinna skyldar manni sínum, er treytað. Hon eigur at lýða Gud meir enn menniskju, um undirgivni í onkrum føri hevði verið brot á Guds lóg. Eisini í tí føri má hennara fasta støðutakan kortini verða merkt av ’einum spakførum og stillum anda’. Tað eigur at vera týðiligt, at hon vegna kunnskapin um Gud er vorðin ein frægari kona. (1 Pætur 3:1-4) Tað sama ger seg sjálvandi galdandi, tá ein kristin maður hevur konu, sum ikki er trúgvandi. At liva eftir bíbilskum meginreglum skuldi gjørt hann til ein frægari mann.

16. Hvussu kunnu børn taka eftir fyridømi Jesusar í barnaárunum?

16 Efesusbrævið 6:1 sigur, hvønn leiklut børnini hava. Har stendur: „Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!“ Kristin børn fylgja Jesusi eftir, og hann var foreldrum sínum undirgivin í uppvøkstrinum. Hann aktaði tey og „tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum“. — Lukas 2:51, 52.

17. Hvussu kann mátin foreldur útinna myndugleika ávirka børnini?

17 Um børnini virða foreldranna myndugleika ella gera uppreistur, veldst fyri ein stóran part um, hvussu foreldrini røkja sína skyldu. (Orðtøkini 22:6) Foreldur áttu tí at spurt seg sjálvi: ’Útinni eg mín myndugleika eymliga ella harðliga? Eri eg eftirlátin?’ Gudsóttandi foreldur væntast at vera góð við børnini og umhugsin, meðan tey samstundis halda fast upp á Guds meginreglur. Paulus skrivaði sera hóskandi: „Tit fedrar! Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning [Jehova].“ — Efesusbrævið 6:4; Kolossebrævið 3:21.

18. Hvussu eiga foreldur at tykta børn síni?

18 Foreldur eiga at rannsaka uppvenjingina, tey geva børnum sínum, serstakliga um tey vilja hava børnini at vera lýðin og sostatt til gleði. (Orðtøkini 23:24, 25) Tá Bíblian nevnir tykt, er tað í flestu førum sum leiðbeining. (Orðtøkini 4:1; 8:33) Tykt hevur samband við kærleika og mildleika, ikki við vreiði og harðskap. Kristin foreldur mugu tí fara fram við vísdómi og hava tamarhald á sær sjálvum, tá tey tykta børn síni. — Orðtøkini 1:7.

MYNDUGLEIKI Í SAMKOMUNI

19. Hvussu syrgdi Gud fyri skipaðum viðurskiftum í tí kristnu samkomuni?

19 Av tí at Jehova er friðar Gud, kundi hann væntast at geva fólki sínum eina myndiga og vælskipaða leiðslu. Hann hevur tí útnevnt Jesus at vera høvur hjá tí kristnu samkomuni. (1 Korintbræv 14:33, 40; Efesusbrævið 1:20-23) Undir ósjónligu leiðslu Kristusar hevur Gud sett eina skipan í verk, har útnevndir elstar í øllum samkomum fúsir, hugagóðir og av kærleika tæna fylginum sum hirðar. (1 Pætur 5:2, 3) Teir fáa á ymiskan hátt hjálp frá samkomutænarum, sum gera virðismikla tænastu í samkomuni. — Filippibrævið 1:1.

20. Hví eiga vit at vera teimum útnevndu kristnu elstu undirgivin, og hvussu gagnar tað okkum?

20 Um teir elstu skrivaði Paulus: „Aktið vegleiðarar tykkara, og gerið, sum teir siga tykkum! Tí teir vakja yvir sálum tykkara, sum teir, ið skulu gera roknskap — so teir kunnu gera tað við gleði og ikki suffandi — tað er tykkum ikki til gagn!“ (Hebrearabrævið 13:17) Gud hevur í vísdómi sínum litið kristnum umsjónarmonnum upp í hendi at nøkta tann andaliga tørvin hjá teimum, sum eru í samkomuni. Hesir elstu eru eingin prestastætt. Teir eru Guds tænarar, trælir sum nøkta tørvin hjá sínum trúarfelagum, eins og Harrin Jesus Kristus gjørdi. (Jóhannes 10:14, 15) Vitanin um at menn, sum lúka tey bíbilsku førleikakrøvini, hugsa um okkara framgongd og vøkstur á andaliga økinum, eggjar okkum til samstarv og undirgivni. — 1 Korintbræv 16:16.

21. Hvussu royna teir útnevndu elstu at veita trúarfelagum sínum andaliga hjálp?

21 Við hvørt kann ein ’seyður’ villast ella koma sær í vanda orsakað av skaðiligari, verðsligari ávirkan. Undir yvirhirðans leiðslu geva teir elstu gætur eftir tørvinum hjá ’seyðinum’, sum teir røkta, og royna hugagóðir at geva teimum persónliga umsorgan. (1 Pætur 5:4) Teir vitja tey, sum hoyra til samkomuna, og stuðla teimum. Teir vita, at Djevulin roynir at syndra friðin hjá Guds fólki, og nýta tí vísdómin omanfrá, tá teir taka sær av trupulleikum. (Jákup 3:17, 18) Teir leggja sær eina við at varðveita einleikan í trúnni, samsvarandi tí Jesus sjálvur bað um. — Jóhannes 17:20-22; 1 Korintbræv 1:10.

22. Hvørja hjálp geva teir elstu í samband við misbrot?

22 Hvat kunnu teir gera, um ein kristin líður ilt ella missir mótið, tí hann hevur syndað? Linnandi bíbilsk leiðbeining og inniligar bønir, sum teir elstu biðja fyri viðkomandi, kunnu hjálpa honum at koma fyri seg aftur andaliga. (Jákup 5:13-15) Hesir menn, sum eru útnevndir við heilaga andanum, hava eisini myndugleika at tykta og rættleiða ein og hvønn, sum fremur órætt ella kemur tí andaliga og moralska reinleikanum í samkomuni í vanda. (Ápostlasøgan 20:28; Titus 1:9; 2:15) Fyri at halda samkomuna reina kann tað gerast neyðugt at venda sær til hinar elstu og siga frá álvarsomum misbrotum. (3 Mósebók 5:1) Ein kristin, sum hevur framt álvarsama synd, men tekur við bíbilskari tykt og rættleiðing og vísir tekin um sanna umvending, verður hjálptur. Tey, sum ikki broyta sinnalag, men áhaldandi bróta Guds lóg, verða sjálvandi koyrd úr samkomuni. — 1 Korintbræv 5:9-13.

23. Hvat gera teir kristnu umsjónarmenninir samkomuni at gagni?

23 Bíblian hevur frammanundan boðað frá, at andaliga búnir menn skuldu útnevnast til at ugga, verja og stimbra Guds fólk, tá Jesus Kristus gjørdist kongur. (Esaias 32:1, 2) Teir skuldu ganga á odda sum trúboðarar, hirðar og lærarar til tess at fremja tann andaliga vøksturin. (Efesusbrævið 4:11, 12, 16) Stundum noyðast kristnir umsjónarmenn at rættleiða, átala og áminna trúarfelagar, men fylgja vit tí sunnu læruni hjá teimum elstu, sum byggir á Guds orð, hjálpir tað okkum øllum at verða verandi á vegnum til lívið. — Orðtøkini 3:11, 12; 6:23; Titus 2:1.

VIÐURKENN JEHOVA ÁSKOÐAN Á MYNDUGLEIKA

24. Hvussu verða vit roynd í gerandisdegnum?

24 Tá fyrsti maðurin og kvinnan vórðu roynd, snúði spurningurin seg júst um undirgivni undir myndugleika. Tí eigur tað ikki at koma óvart á okkum, at vit verða fyri líknandi royndum í gerandisdegnum. Satan Djevulin hevur virkað fyri einum uppreistraranda í mannaættini. (Efesusbrævið 2:2) Tann óhefta støðan verður sera lokkandi sett fram, sum var hon nógv betri enn viljin til undirgivni.

25. Hvørjar signingar ber tað við sær at vísa heimsins uppreistraranda frá sær og geva seg undir tann myndugleikan sum Gud útinnir ella loyvir?

25 Vit mugu kortini vísa heimsins uppreistrarliga anda frá okkum. Gera vit tað, sanna vit, at undirgivni ber stóra signing við sær. Vit sleppa til dømis undan stúranum og vónbrotum, sum eru vanlig hjá teimum, ið altíð hava trupulleikar við verðsligu myndugleikunum. Vit minka ósemjur, sum eru so vanligar í nógvum familjum. Og hartil kunnu vit gleða okkum um eitt tætt og eymt samband við kristnar trúarfelagar. Fram um alt verður úrslitið, tá vit gudsóttandi geva okkum undir myndugleika, góð viðurskifti við Jehova, sum er hægsti Myndugleikin.

ROYN TÍN KUNNSKAP

Hvussu útinnir Jehova sín myndugleika?

Hvørjar eru ’yvirvøldirnar’, og hvussu geva vit okkum undir tær?

Hvørja ábyrgd leggur leiðslumeginreglan á hin einstaka í familjuni?

Hvussu kunnu vit vísa undirgivni í tí kristnu samkomuni?

[Lestrarspurningar]

[Ramma á síðu 134]

UNDIRBROTLIG, IKKI NIÐURBRÓTANDI

Í almennu boðan síni vísa Jehova vitni, at Guds ríki er einasta vón menniskjans fyri sonnum friði og trygd. Men hesir ídnu Guds ríkis boðarar royna á ongan hátt at máa støðið undan stjórnini í londunum, teir búgva í. Tvørturímóti teljast vitnini ímillum teir mest undirbrotligu og lóglýdnu borgarar, ið til eru. „Vóru allir trúarbólkar sum Jehova Vitni,“ segði ein embætismaður í einum afrikanskum landi, „høvdu vit hvørki drápsmenn, innbrot, brotsverk, fangar ella kjarnorkubumbur. Hurðar skuldu ikki steingjast dag út og dag inn.“

Ásannandi hetta hava myndugleikarnir í nógvum londum loyvt Jehova vitnum at útinna sítt boðanarvirksemi ótarnað. Í øðrum londum eru forboð ella avmarkingar avtikin, so hvørt sum myndugleikarnir eru komnir eftir, at Jehova vitni hava góða ávirkan. Tað er, sum Paulus ápostul skrivaði í samband við lýdni undir tí verðsligu yvirvøldini: „Ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henni.“ — Rómbrævið 13:1, 3.