Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 79

Dániel í leyvubølinum

Dániel í leyvubølinum

HYGGA SÍGGJ! Nú er ikki væl vorðið hjá Dánieli. Men hvat — leyvurnar gera honum einki! Hví ikki? Og hvør hevur kastað Dániel niður til allar leyvurnar? Tað mugu vit kanna.

Ein maður ið eitur Darius er nú kongur í Bábylon. Honum dámar Dániel sera væl, tí Dániel er so klókur og vinaligur. Hann ger Dániel til ein av hægstu monnunum í ríkinum. Men tá verða aðrir øvundsjúkir, og teir fara at leggja ráð upp.

Teir fara til Darius kong og siga: ’Kongur, vit eru komnir ásamt um at tú eigur at gera eina lóg um at fólk í 30 dagar ikki mugu biðja til nakran annan enn teg, hvørki til nakran gud ella nakað menniskja. Ein og hvør ið er ólýðin skal kastast fyri leyvurnar.’ Darius veit ikki hví teir vilja hava eina slíka lóg. Men honum dámar hugskotið, og hann letur lógina skriva. Nú ber ikki til at broyta hana.

Dániel frættir um lógina, og hann fer heim at biðja sum hann altíð er vanur. Teir óndu menninir vistu væl at Dániel vildi halda áfram at biðja til Jehova. Nú dámar teimum! Nú kunnu teir fáa beint fyri Dánieli, soleiðis sum teir høvdu ætlað.

Men tá Darius skilur hví teir vildu hava lógina gjørda, verður hann ógvuliga harmur. Hann kann ikki broyta lógina nú, og hann má geva boð um at Dániel skal kastast niður til leyvurnar í hellinum. Men hann sigur við Dániel: ’Eg hopi at Gud tín sum tú dýrkar, vil bjarga tær!’

Darius er so uppskakaður at hann fær ikki sovið um náttina. Um morgunin rennur hann oman til leyvubølið. Tú sært hann standa uppi í erva. Hann rópar: ’Dániel, tú tænari hins livandi Guds! Hevur Gud tín, sum tú dýrkar, verið mentur at bjarga tær undan leyvunum?’

’Gud sendi eingil sín,’ svarar Dániel, ’og læt munnin á leyvunum aftur so tær einki gjørdu mær.’

Kongurin verður ovurhonds glaður. Hann býður at Dániel skal hálast upp úr leyvubølinum. Síðan letur hann teir óndu menninar ið vildu beina fyri Dánieli, kasta fyri leyvurnar. Longu áðrenn teir eru komnir á botn í bølinum leypa leyvurnar á teir og knasa hvørt bein í teimum.

Nú skrivar Darius kongur til øll fólk í ríkinum: ’Eg gevi boð um at øll skulu virða Dániels Gud. Hann ger stór undur. Hann bjargaði Dánieli undan leyvunum.’