Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 99

Í einum rúmi á fyrstu hædd

Í einum rúmi á fyrstu hædd

NÚ er hóskvøld, tveir dagar seinni. Jesus og teir 12 ápostlarnir eru saman í hesum stóra rúminum á fyrstu hædd fyri at eta páskamáltíðina. Maðurin ið fer avstað, er Judas Iskariot. Hann fer at siga prestunum hvar teir kunnu taka Jesus.

Dagin fyri fór Judas til teirra og spurdi: ’Hvat fái eg fyri at hjálpa tykkum at taka Jesus?’ Teir svaraðu: ’Tretivu silvurstykki.’ Judas fer nú út at vísa monnunum hvar Jesus er. Er tað ikki ræðuligt?

Páskamáltíðin er av. Men nú byrjar Jesus eina aðra serliga máltíð. Hann gevur ápostlunum eitt breyð og sigur: ’Etið hetta, tí tað merkir likam mítt, sum skal verða givið fyri tykkum.’ Síðan gevur hann teimum eitt glas við víni í og sigur við teir allar: ’Drekkið hetta, tí tað merkir blóð mítt, sum skal verða úthelt fyri tykkum.’ Bíblian nevnir hetta ’kvøldmáltíð Harrans’.

Ísraelsmenn hildu páskir fyri at minnast eingilin hjá Gudi ið spardi teir í Egyptalandi meðan hann drap teir frumbornu í húsunum hjá egyptum. Men nú vil Jesus at lærisveinarnir skulu minnast hann, og minnast at hann gav lív sítt fyri teir. Tí sigur hann at teir skulu halda hesa serligu máltíðina á hvørjum ári.

Aftan á kvøldmáltíðina gevur Jesus ápostlunum áminning um at vera djarvir og sterkir í trúnni. At enda syngja teir Gudi lovsangir, og fara avstað. Nú er ógvuliga seint, helst yvir midnátt. Nú skalt tú hoyra hvar teir fara.