SØGA 93
Jesus gevur nógvum fólki at eta
NAKAÐ ræðuligt er hent. Jóhannes Doypari er nettupp dripin. Heródias, konu kongs, dámdi hann ikki. Og hon fekk mann sín at lata Jóhannes hálshøgga.
Jesus verður ógvuliga keddur tá hann frættir tað. Hann vil vera einsamallur og fer avstað. Men fólkini fara aftan á honum. Tá Jesus sær skaran, tykist honum synd í teimum. Hann fortelur teimum um Guds ríki, og hann grøðir tey sjúku.
Um kvøldið siga lærisveinarnir við hann: ’Nú er seint, og her er so oyðið. Send fólkini avstað so tey fáa keypt sær okkurt at eta í bygdunum nærhendis.’
’Tey noyðast ikki at fara,’ svarar Jesus. ’Tit kunnu geva teimum at eta.’ Jesus spyr nú Filip: ’Hvar kunnu vit keypa nóg mikið av mati til øll hesi fólkini?’
’Tað verður ræðuliga dýrt um øll skulu hava bert ein lítlan bita í part,’ svarar Filip. Andrias sigur: ’Drongurin ið ber matin hjá okkum, hevur fimm breyð og tveir fiskar. Men tað er slettis ikki nokk til øll hesi fólkini.’
’Bið tey seta seg niður í grasið,’ sigur Jesus. So takkar hann Gudi fyri matin, og fer at bróta hann í smærri petti. Síðan fara lærisveinarnir at býta breyðið og fiskin til øll fólkini. Har eru 5000 menn og nógv fleiri kvinnur og børn. Øll fáa so nógv at tey verða mett. Og tá lærisveinarnir savna tað saman sum er til avlops, hava teir upp í 12 fullar kurvar!
Jesus letur nú lærisveinarnar fara í ein bát so teir kunnu sigla yvir um Galileasjógvin. Um náttina verður stormur og aldurnar kasta bátin higar og hagar. Lærisveinarnir eru ræðuliga bangnir. Men tá mitt um náttina síggja teir eitt menniskja koma gangandi á vatninum móti sær. Teir rópa, so bangnir verða teir, tí teir vita ikki hvat tað er teir síggja.
’Verið ikki bangnir,’ sigur Jesus. ’Tað eri eg!’ Teir fáa seg ikki at trúgva tí. Pætur sigur: ’Um tað veruliga er tú, Harri, sig so at eg skal koma út til tín á vatninum.’ Jesus svarar: ’Kom!’ Og Pætur kemur út og gongur á vatninum! So verður hann bangin og fer at søkka, men Jesus bjargar honum.
Seinni gevur Jesus aftur fleiri túsund menniskjum mat. Hesa ferð brúkar hann sjey breyð og nakrar smáfiskar. Og aftur er ov mikið til øll. Er tað ikki deiligt at Jesus soleiðis kann syrgja fyri fólki? Tá hann ræður sum Guds kongur, nýtist okkum ikki at stúra fyri nøkrum!