SØGA 97
Jesus kemur sum kongur
STUTT eftir at Jesus hevur grøtt teir báðar blindu biddararnar, kemur hann til eina bygd nærindis Jerúsalem. Hann sigur við tveir lærisveinar: ’Farið inn í bygdina, har finna tit eitt esilsfyl. Loysið tað og fáið mær tað.’
Tá eslið verður leitt út til Jesus, setur hann seg á tað, og so ríður hann tað stutta strekkið til Jerúsalem. Tá hann nærkast býnum, kemur ein fjøld av fólki at møta honum. Tey flestu lata seg úr kappunum og leggja teir á vegin. Onnur skera greinar av pálmatrøunum. Tey leggja eisini tær á vegin, og tey rópa: ’Gud signi kongin sum kemur í Jehova navni!’
Fyrr í tíðini komu nýggir kongar í Ísrael ríðandi inn í Jerúsalem á einum esli fyri at heilsa fólkinum. Tað er tað Jesus ger. Og hesi fólkini vísa at tey fegin vilja hava Jesus til kong. Tað vita vit av tí ið hendir tá Jesus kemur til templið.
Komin til templið grøðir Jesus nøkur ið eru blind og krypil. Tá børnini síggja tað, fagna tey honum. Men tá verða prestarnir illir, og teir siga við Jesus: ’Hoyrir tú ikki hvat børnini siga?’
’Jú,’ svarar Jesus. ’Men hava tit ikki lisið at Bíblian sigur: „Av smábarnamunni skal Gud gera lovsong“?’ Og børnini halda áfram at prísa og fagna kongi Guds.
Vit vilja fegin vera sum tey børnini, heldur tú ikki? Onkur roynir kanska at forða okkum í at tosa um Guds ríki. Men vit halda bara áfram og siga øðrum frá øllum tí deiliga Jesus fer at gera fyri menniskju.
Tá Jesus var á jørðini var tíðin enn ikki komin tá hann skuldi fáa kongavaldið. Nær verður tað? Tað vildu lærisveinarnir eisini vita. Tað skulu vit lesa um í tí næstu søguni.