Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 22

Jósef verður fongslaður

Jósef verður fongslaður

JÓSEF var bert 17 ár tá hann varð førdur til Egyptalands. Hann varð seldur til ein mann ið æt Potifar. Potifar arbeiddi hjá konginum í Egyptalandi, sum kallaðist Farao.

Jósef arbeiddi íðin hjá Potifar. Tá hann varð eldri læt Potifar hann tí standa fyri øllum húsinum hjá sær. Hvussu bar tað so til at Jósef varð fongslaður? Tað gjørdi kona Potifar.

Jósef var ein væl vaksin og vakur maður, og kona Potifar vildi hava hann at liggja hjá sær. Men Jósef visti at tað var skeivt, og hann vildi ikki. Kona Potifar varð í øðini. Tá maður hennara kom heim leyg hon og segði: ’Jósef royndi at leggja seg hjá mær!’ Potifar trúði konu síni og varð ógvuliga illur við Jósef. Hann fekk Jósef fongslaðan.

Umsjónarmaðurin í fongslinum varnast skjótt at Jósef er ein góður maður. Hann setur hann at hava umsjón við øllum hinum fangunum. Seinni verður Farao illur við bæði skeinkjaran og bakaran hjá sær, og setur teir í fongsul. Eina náttina droyma teir báðir hvør sín dreym, men teir vita ikki hvat teir hava at týða. Dagin eftir sigur Jósef: ’Sigið mær hvat tit droymdu.’ Tað gera teir, og Jósef greiðir, við Guds hjálp, frá hvat dreymarnir hava at týða.

Við skeinkjaran sigur Jósef: ’Um tríggjar dagar sleppur tú út úr fongslinum, og tú verður aftur skeinkjari hjá Farao.’ Jósef sigur eisini: ’Tá tú kemur út, lat so Farao fáa at vita um meg, og hjálp mær at sleppa út hiðani.’ Men við bakaran sigur Jósef: ’Um bert tríggjar dagar letur Farao teg hálshøgga.’

Tríggjar dagar seinni gongur júst sum Jósef hevur sagt. Farao letur bakaran hálshøgga. Skeinkjarin kemur út úr fongslinum og fer aftur at tæna hjá kongi. Men skeinkjarin gloymir púra Jósef! Hann sigur ikki Farao frá Jósefi, og hann noyðist at verða verandi í fongslinum.