SØGA 26
Job er trúfastur móti Gudi
SÆRT tú hvussu sjúkur hesin maðurin er? Er tað ikki synd í honum? Hann eitur Job. Kona hansara stendur undir liðini á honum. Veitst tú hvat hon sigur við hann? ’Banna Gudi og doyggj so.’ Hvussu kundi hon fáa seg at siga tað, og hví mátti Job líða so nógv?
Job var ein trúfastur maður ið gjørdi sum Jehova segði. Hann búði í landinum Uz, ikki so langt frá Kána’an. Jehova var ógvuliga góður við Job, men onkur annar hataði hann. Veitst tú hvør tað var?
Ja, tað var Satan Djevulin. Minst til at Satan er tann óndi eingilin sum hatar Jehova. Hann fekk Ádam og Evu at vera ólýðin móti Jehova, og hann trúði at hann eisini kundi fáa øll onnur til tað sama. Men kundi hann tað? Nei. Hugsa bert um øll tey trúføstu, menn og kvinnur, vit longu hava lært um. Hvussu nógvum minnist tú navnið á?
Eftir at Jákup og Jósef vóru deyðir í Egyptalandi, var Job tann á allari jørðini ið var mest trúfastur móti Jehova. Satan noyddist at skilja at hann ikki kundi fáa øll at vera ónd, tí segði Jehova við hann: ’Hygg eftir Job. Sært tú hvussu trúfastur hann er móti mær?’
Satan segði: ’Hann er bara trúfastur tí tú signar hann og gevur honum so nógv. Tak alt frá honum, so bannar hann tær.’
Jehova svaraði: ’Íðan. Tak alt frá honum. Ger alt tað ónda tær lystir móti Job. So fáa vit at síggja um hann vil banna mær. Tú mást bara ikki drepa hann.’
Fyrst læt Satan tjóvar stjala oksarnar og kamelarnar hjá Job, og seyðurin hjá honum varð dripin. Síðan drap hann í einum ódnarveðri hansara 10 synir og døtur. So sló hann Job við einari ræðuligari sjúku. Job leið nógv. Tí var tað kona hansara segði við hann: ’Banna Gudi og doyggj.’ Men tað vildi Job ikki. Tríggir svikaligir vinir komu eisini og søgdu at hann hevði livað eitt vána lív. Men Job var trúfastur.
Hetta gleddi Jehova, og aftaná signaði hann Job, sum tú sært á bílætinum. Hann gjørdi Job frískan. Job fekk 10 vøkur børn aftur, og tvær ferðir so nógvan seyð, kamelar og neyt sum hann hevði áður.
Vilt tú altíð vera trúfastur móti Gudi sum Job? So fer Gud eisini at signa teg. Tú sleppur at liva um ævir tá øll jørðin verður vøkur sum urtagarðurin Eden.