Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 55

Ein lítil drongur tænir Gudi

Ein lítil drongur tænir Gudi

ER hesin lítli drongurin ikki fittur? Hann eitur Sámuel. Maðurin ið heldur hondina á høvdinum á Sámueli er høvuðspresturin í Ísrael, Eli. Pápi Sámuel, Elkana, og mamma hansara, Hanna, eru tey bæði ið leiða hann til Eli.

Sámuel er ikki meir enn fýra ella fimm ára gamal. Nú skal hann búgva við tabernaklið hjá Jehova saman við Eli og hinum prestunum. Hví munnu Elkana og Hanna lata ein so lítlan drong sum Sámuel tæna við tabernaklið? Jú, nú skalt tú hoyra.

Nøkur fá ár frammanundan var Hanna ógvuliga kedd. Hon fekk einki barn, og hon vildi so fegin havt eitt. Ein dagin tá hon var og vitjaði tabernaklið, bað hon til Jehova: ’Á, Jehova, gloym ikki meg! Gevur tú mær ein son, lovi eg at tú skalt fáa hann, so hann kann tæna tær alt lívið.’

Jehova hoyrdi bønina sum Hanna bað, og nakrar mánaðir seinni átti hon Sámuel. Hon var so góð við tann lítla dreingin hjá sær, og longu meðan hann enn var pinkulítil fór hon at læra hann um Jehova. Hon segði við mannin hjá sær: ’So skjótt sum Sámuel verður so stórur, at eg ikki longur noyðist at hava hann á brósti, taki eg hann við til tabernaklið so hann kana tæna Jehova har.’

Tað er tað vit síggja Honnu og Elkana gera á bílætinum. Tey hava lært Sámuel so væl, at hann er glaður um at tæna Jehova her við tabernaklið. Á hvørjum ári koma Hanna og Elkana til hetta tjaldið at tilbiðja Gud, og at vitja sín lítla son. Og á hvørjum ári hevur Hanna seymað Sámueli ein nýggjan kappa við ongum ermum.

Árini ganga og Sámuel tænir framvegis við tabernaklið. Bæði Jehova og fólkið eru góð við hann. Men høvuðspresturin Eli eigur tveir synir, Hofni og Pinehas, og teir bera seg ikki at sum teir eiga. Teir gera tað ið er ónt, og teir lokka eisini onnur til ikki at akta Jehova. Eli átti at tikið prestatænastuna frá teimum, men tað ger hann ikki.

Hin ungi Sámuel letur ikki tað ónda ið fer fram við tabernaklið forða sær at tæna Jehova. Men av tí at so fá menniskju elska Jehova, er tað nú langt síðan Jehova hevur talað við nakran. Men hoyr nú hvat hendir tá Sámuel er blivin eitt sindur eldri:

Sámuel liggur og svevur í tabernaklinum. Knappliga vaknar hann. Hann hoyrir onkran rópa seg og svarar: ’Her eri eg.’ Hann fer á føtur, rennur til Eli og sigur: ’Her eri eg, tú rópti meg.’

Men Eli svarar: ’Nei, eg rópti ikki; far tú bert og legg teg aftur.’ Og Sámuel leggur seg aftur.

Tá verður aftur rópt: ’Sámuel!’ Sámuel fer upp og rennur til Eli. ’Her eri eg, tú rópti meg.’ Men aftur svarar Eli: ’Eg rópti teg ikki, sonur mín. Far tú bert og legg teg aftur.’ Og Sámuel fer aftur at leggja seg.

’Sámuel!’ ljóðar nú aftur triðju ferð. Sámuel rennur til Eli. ’Hesa ferðina mást tú hava rópt meg,’ sigur hann. Men nú veit Eli at tað má vera Jehova ið rópar. Hann sigur við Sámuel: ’Far og legg teg eina ferð aftrat, og rópar hann aftur, skalt tú siga: „Tala, Jehova, tænari tín hoyrir.“’

Jehova rópar aftur, og Sámuel sigur sum hann varð biðin. Jehova sigur tá fyri Sámueli at hann fer at straffa Eli og synirnar. Nakað seinni doyggja Hofni og Pinehas í bardaga móti filistarum, og tá Eli frættir tað, dettur hann aftur av stólinum hann situr í, brýtur hálsin og doyr. Tað Jehova segði gekk út.

Sámuel verður seinasti dómarin í Ísrael. Tá hann er vorðin gamal sigur fólkið við hann: ’Finn okkum ein kong, ið kann ráða yvir okkum.’ Tað vil Sámuel ikki, tí Jehova er kongur teirra. Men Jehova sigur at hann skal gera sum fólkið biður hann.