Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 50

Tvær reystar kvinnur

Tvær reystar kvinnur

TÁ ísraelsmenn eru staddir í neyð, rópa teir til Jehova. Jehova svarar á tann hátt, at hann gevur teimum djarvar leiðarar ið kunnu hjálpa teimum. Bíblian nevnir teir dómarar. Josva var tann fyrsti dómarin, og nakrir dómarar ið komu eftir hann vóru Otniel, Ehud og Samgar. Men av teimum ið hjálptu Ísrael, vóru tvær kvinnur. Tær itu Debora og Jael.

Debora er profetinna. Jehova greiðir henni frá tí ið skal henda, og hon sigur tað so fyri fólkinum. Debora er eisini dómari. Hon situr undir einum ávísum pálma í fjallalandinum, og so koma fólk til hennara at leita sær hjálp tá tey hava trupulleikar.

Í teirri tíðini er Jabin kongur í Kána’an. Hann hevur 900 stríðsvognar. Herurin hjá honum er so sterkur, at nógvir ísraelsmenn vórðu noyddir at gerast tænarar hjá Jabin. Herførari hjá Jabin er ein ið eitur Sisera.

Ein dagin sendir Debora boð eftir dómaranum Barak og sigur við hann: ’Jehova hevur sagt: „Tak 10.000 mans við tær til Taborsfjall. So skal eg leiða Sisera til tín. Og eg skal lata teg vinna sigur á honum og heri hansara.“’

Barak sigur við Deboru: ’Eg fari bara um tú kemur við.’ Debora fer við honum, men hon sigur við Barak: ’So fært tú heldur ikki æruna av sigrinum, tí Jehova fer at geva Sisera í hendurnar á einari kvinnu.’ Og tað er júst tað sum hendir.

Barak fer oman av Taborsfjalli fyri at møta herinum hjá Sisera. Jehova letur eina vatnflóð koma, og nógvir hermenn hjá fíggindanum drukna. Men Sisera letur vognin hjá sær standa og tekur til beins avstað.

Seinni kemur Sisera til tjaldið hjá Jael. Hon bjóðar honum innum og gevur honum mjólk at drekka. Mjólkin ger hann linan, hann vil sova, og skjótt svevur hann fast. Tá tekur Jael ein tjaldhæl og slær hann beint ígjøgnum høvdið á tí ónda manninum. Tá so Barak seinni kemur framvið, vísir hon honum tann deyða Sisera! Orðini hjá Deboru gingu altso út.

Jabin kongur varð eisini dripin, og nú hava ísraelsmenn aftur frið eina tíð.