Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 72

Gud hjálpir Ezekiasi kongi

Gud hjálpir Ezekiasi kongi

VEITST tú hví hesin maðurin biður til Jehova? Hví man hann hava lagt nøkur brøv framman fyri altarið hjá Jehova? Maðurin eitur Ezekias. Hann er kongur hjá teimum báðum sunnaru ættunum í Ísrael. Og nú er hann komin í neyð. Hví?

Tí assýringar longu hava lagt tíggju-ættaríkið norðanfyri í oyði. Jehova hevur loyvt tí afturfyri at fólkið í landinum hevur verið ónt. Og nú eru assýringar komnir fyri at berjast móti teimum báðum ættunum í sunnara ríkinum.

Kongurin í Assýria hevur beint nú sent nøkur brøv til Ezekias kong. Tað eru tey brøvini Ezekias hevur lagt fram fyri Gud her. Tey spotta Jehova og siga at Ezekias eins væl kann geva seg yvir. Ezekias biður: ’Jehova frels okkum undan konginum í Assýria. So kunnu allar tjóðirnar sanna at eingin er Gud uttan tú.’ Man Jehova hoyra Ezekias?

Ezekias er ein góður kongur, ikki sum teir óndu kongarnir í tíggju-ættaríkinum, ella sum pápin, hin óndi kongurin Akaz. Nei, hann hevur lagt sær eina við at halda allar lógir frá Jehova. Tá Ezekias hevur biðið, sendir profeturin Esaias honum tí henda boðskapin frá Jehova: ’Assýriakongurin kemur ikki inn í Jerúsalem. Ikki ein einasti hermaður hjá honum skal koma í námind av býnum. Ikki so frægt sum ein pílur skal verða skotin ímóti honum.’

Hygg nú at bílætinum. Hvørjir munnu allir teir deyðu hermenninir vera? Teir eru assýringar. Jehova hevur sent sín eingil, og eina nátt drepur eingilin 185.000 assýriskar hermenn. Nú gevur assýriakongurin uppat, og hann fer heim.

Tær báðar ættirnar í sunnara ríkinum eru bjargaðar, og nú hevur fólkið frið eina tíð. Men aftan á Ezekias verður sonur hansara Manasse kongur. Bæði Manasse og sonur hansara Amon, sum verður kongur eftir hann, eru ræðuliga óndir kongar. So nú fyllist landið aftur av harðskapi og brotsgerðum. Sonur Manasse, Amon kongur, verður dripin av egnu tænarum sínum, og sonur hansara Josias verður kongur hjá teimum báðum ættunum í tí sunnara ríkinum.