Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 59

Hví Dávid noyðist at flýggja

Hví Dávid noyðist at flýggja

TÁ Dávid hevur dripið Goliat, leiðir Abner, herførari Ísraels, hann fram fyri Saul. Saul er sera nøgdur við Dávid. Hann ger hann til yvirmann í herinum og letur hann búgva í kongsins húsi.

Tá herurin kemur heim úr bardaganum móti filistarum, syngja kvinnurnar: ’Saul feldi síni túsund, men Dávid síni tíggjutúsund.’ Saul verður øvundsjúkur tá hann hoyrir tær heiðra Dávid meir enn hann sjálvan. Men tað er Jónatan, sonur Saul, ikki. Hann er góður við Dávid, og Dávid er eisini góður við Jónatan. Teir báðir lova at teir altíð skulu vera vinmenn.

Dávid dugir væl at spæla upp á hørpu, og Saul dámar væl at lurta. Men ein dagin verður Saul so øvundsjúkur at hann ger nakað ræðuligt. Meðan Dávid situr og spælir uppá, tekur Saul spjótið hjá sær og kastar tað eftir honum. ’Eg skal renna tað gjøgnum Dávid og inn í veggin!’ sigur hann. Men Dávid hevur seg undan. Seinni roynir Saul aftur, men heldur ikki hesa ferð verður Dávid raktur. Nú veit Dávid at hann má ansa væl eftir sær.

Minnist tú hvat Saul hevði lovað? Hann hevði lovað at tann ið drap Goliat, skuldi fáa dóttur hansara til konu. Endiliga ein dagin sigur Saul at Dávid skal fáa dóttrina Mikal, men fyrst skal Dávid drepa 100 filistarar. Hugsa tær! Saul hopar at filistarar so drepa Dávid. Men so er ikki, og Saul má lata Dávid fáa dóttrina til konu.

Ein dagin sigur Saul fyri Jónatan og øllum tænarum sínum at hann ætlar at drepa Dávid. Men Jónatan sigur: ’Tú mást ikki gera Dávidi nakað. Hann hevur aldri gjørt tær nakað. Nei, alt sum hann hevur gjørt hevur verið tær til stóra nyttu. Hann setti lívið í váða tá hann drap Goliat, og tá vart tú glaður.’

Saul lurtar eftir tí sonur hansara sigur og lovar at hann ikki skal gera Dávidi nakað. Boð verða send eftir Dávidi, og hann fer aftur at tæna í Sauls húsi. Men ein dagin tá Dávid situr og spælir fyri Saul, kastar Saul aftur spjótið eftir honum. Dávid hevur seg undan, og spjótið fer inn í veggin. Hetta er triðja ferðin! Nú veit Dávid at hann noyðist at flýggja!

Sama kvøldið fer Dávid heim til hús. Men Saul sendir nakrar menn at drepa hann. Mikal veit hvat pápi hennara ætlar, og hon sigur við mann sín: ’Sleppur tú ikki burtur í nátt, verður tú dripin í morgin.’ Um náttina hjálpir Mikal Dávidi út gjøgnum eitt vindeyga. Í samfull sjey ár noyðist Dávid nú at flýggja undan Saul.