1. PARTUR
Frá skapanini til Vatnflóðina
Hvaðani eru himlarnir og jørðin komin? Hvussu eru sólin, mánin og stjørnurnar, og alt tað ið er á jørðini, vorðið til? Bíblian svarar satt tá hon sigur at Gud hevur skapt tað. Bókin hjá okkum byrjar tí við bíbliusøgum um skapanina.
Vit fáa at vita at Gud fyrst skapti einglarnar í himlinum. Teir eru ósjónligir, eins og hann sjálvur. Men jørðina skapti hann til menniskju sum okkum. So skapti Gud mannin Ádam og kvinnuna Evu og setti tey í ein vakran urtagarð. Men tey vóru ólýðin móti Gudi og mistu rættin til at liva um ævir.
Frá Ádam varð skaptur til Vatnflóðin kom, gingu tilsamans 1656 ár. Hesa tíðina hendi nógv ónt. Í himli vóru nakrir óndir, ósjónligir andar: Satan og hansara óndu einglar. Á jørðini vóru Káin og nógv onnur ónd menniskju, teirra millum nakrir menn ið vóru ómetaliga sterkir. Men har vóru eisini góð menniskju — Ábel, Enok og Nóa. Í 1. PARTI fara vit at lesa um øll hesi menniskju og tað ið hendi teimum.