SØGA 7
Ein djarvur maður
NÚ KOMU fleiri og fleiri menniskju á jørðina, og tey flestu gjørdu tað ið var ónt, sum Káin. Men ein var øðrvísi. Hann æt Enok, tú sært hann á bílætinum. Hann var djarvur. Meðan øll hini vóru ógvuliga ónd, helt hann áfram at tæna Jehova.
Veitst tú hví menniskjuni bóru seg so illa at? Minnist tú hvør ið fekk Ádam og Evu at vera ólýðin móti Gudi og eta fruktina, sum Gud hevði sagt tey ikki skuldu eta? Ja, ein óndur eingil. Í Bíbliuni verður hann kallaður Satan. Hann roynir at fáa øll at vera ónd.
Einaferð læt Jehova Gud Enok siga fólki nakað sum teimum ikki dámdi at hoyra. Hann segði: ’Ein dagin fer Gud at forkoma øllum teimum óndu.’ Fólk vóru ivaleyst ill um at hoyra hetta. Kanska royndu tey eisini at drepa Enok. Enok noyddist altso at vera djarvur fyri at tora at fortelja fólki hvat Gud fór at gera.
Gud læt ikki Enok liva leingi millum hesi óndu menniskju. Enok varð einans 365 ára gamal. Hví siga vit „einans 365 ár“? Tí tá vóru fólk nógv frískari og livdu nógv longur enn í dag. Ja, sonur Enok, Metúsalem, gjørdist 969 ára gamal!
Eftir at Enok var deyður, bara versnaðu fólkini. Bíblian sigur at ’alt tey hugsaðu um, var ónt’, og at ’jørðin var full av harðskapi’.
Hví mundi so nógvur ófriður vera á jørðini tá? Millum annað tí Satan hevði ein nýggjan máta at lokka fólk til at gera tað ónda. Tað er tað næsta vit skulu hoyra um.