Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat sigur Bíblian um Gud og Jesus?

Hvat sigur Bíblian um Gud og Jesus?

Hvat sigur Bíblian um Gud og Jesus?

UM VIT nú fóru at lesa alla Bíbliuna úr enda í annan uttan frammanundan at hava hugsað um eina tríeind, mundu vit so sjálvi komið fram á hana?

Nei, tað ein óheftur lesari týðiliga sær, er at Gud einsamallur er hin Alvaldi, Skaparin, sum er skildur frá og ólíkur øllum øðrum, og at Jesus, eisini áðrenn hann gjørdist menniskja var ein serstøk, sjálvstøðug og skapt vera, undirgivin Gudi.

Gud er ein, ikki tríggir

LÆRAN í Bíbliuni um at Gud er ein, verður nevnd monoteisma. Og L. L. Paine, professari í kirkjusøgu, vísir at monoteisman í sínum reinasta líki ikki loyvir einari tríeind: „Gamla Testamentið er strangliga monoteistiskt. Gud er ein einkult, persónlig vera. Hugsanin um at finna eina tríeind har . . . hevur als einki grundarlag.“

Hendi nøkur broyting frá monoteismuni eftir at Jesus kom niður á jørðina? Paine svarar: „Í hesum máli er eingin munur ímillum Gamla Testamentið og Nýggja. Tann monoteistiski siðaarvurin helt áfram. Jesus var jødi og jødisk foreldur vandu hann eftir skriftunum í Gamla Testamenti. Læra hansara var í øllum lutum jødisk; eitt nýtt evangelium, ja, men ikki ein nýggj gudfrøði. . . . Og hann játtaði sjálvur at hann trúði tí stóra skriftstaðnum hjá jødisku monoteismuni: ’Hoyr, Ísrael, Harrin Gud okkara er ein Gud.’“

Hesi orðini standa í Fimtu Mósebók 6:4. Katólska New Jerusalem Bible sigur her: „Hoyr, Ísrael: Jahve Gud okkara er hin einasti eini Jahve.“ * At orðinum ’ein’ í hesum versinum knýtir seg einki fleirtalsorð sum kundi bent á at talan er um meir enn ein persón.

Kristni ápostulin Paulus segði ikki frá nakrari broyting í náttúru Guds, heldur ikki eftir at Jesus hevði verið á jørðini. Hann skrivaði: „Gud er ein.“ — Galatiabrævið 3:20; Les eisini Fyrsta Korintbræv 8:4-6.

Túsundtals ferðir gjøgnum alla Bíbliuna er Gud lýstur sum ein persónur. Tá hann talar, er tað ikki sum ein fleirbýttur persónur. Tað kann ikki standa greiðari í Bíbliuni. Sum Gud sigur: „Eg eri [Jehova], tað er navn Mítt; Eg gevi ongum øðrum dýrd Mína!“ (Esaias 42:8) „Eg eri [Jehova] Gud tín, . . . Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.“ (Okkara skákstaving.) — 2 Mósebók 20:2, 3.

Um Gud av røttum var tríggir persónar, hví mundu tá allir teir innblástu bíbliuskrivararnir nevna hann sum ein? Hvørjum endamáli skuldi tað tænt, uttan at villleiða fólk? Var Gud tríggir, mundi hann allarhelst syrgt fyri at bíbliuskrivararnir søgdu tað so týðiliga, at einki var at ivast í. Í hvussu er høvdu teir sum skrivaðu tær Kristnu Griksku Skriftirnar, og sum høvdu persónligt samband við Guds egna son, gjørt tað. Men tað gjørdu teir ikki.

Í staðin fyri gjørdu bíbliuskrivararnir tað púra greitt, at Gud er ein persónur — makaleysur, óbýttur, uttan nakran javnlíka. „Eg eri [Jehova], og eingin annar, eingin annar Gud er enn Eg.“ (Esaias 45:5) „Tú, sum eitur Jehova, tú ert eina hin Hægsti yvir allari jørðini.“ — Sálmur 83:18, Ny Verden-oversættelsen.

Ikki ein fleirtals Gud

JESUS nevndi Gud „hin einasta sanna Gud“. (Jóhannes 17:3) Ongantíð segði hann Gud vera samansettan av fleiri persónum. Av hesi orsøk verður eingin annar enn Jehova nevndur alvaldur í Bíbliuni. Varð orðið „alvaldur“ brúkt um fleiri persónar, hevði tað mist sítt virði. Hvørki Jesus ella heilagi andin verða á nøkrum sinni nevndir við hesum orðinum, tí Jehova eina er hin Hægsti. Í Fyrstu Mósebók 17:1 sigur hann: „Eg eri Gud hin Alvaldi.“ Og í Aðru Mósebók 18:11 stendur: „[Jehova] er størri enn allir gudar.“

Í Hebraisku Skriftunum hevur orðið ’elōʹah (gud) tvinnanda fleirtalshættir, nevniliga ’elōhīmʹ (gudar) og ’elōheʹ (gudar hjá). Hesir fleirtalshættirnir verða í flestum førum brúktir um Jehova, og teir verða týddir „Gud“ í eintali. Bendir fleirtalshátturin á, at talan er um eina tríeind? Nei. Í orðabókini A Dictionary of the Bible sigur William Smith: „Tann háfloygda hugsanin at [’elōhīmʹ] vísti á teir tríeindu persónarnar í Guddóminum, fær nú neyvan nakra undirtøku hjá granskarunum. Tað er antin tað málfrøðingar nevna tignarfleirtal, ella tað lýsir fullkomileikan í guddómligu styrkini, alla nøgdina av kreftum og eginleikum Guds.“

The American Journal of Semitic Languages and Literatures sigur at ’elōhīmʹ „í nærum øllum førum er skipað við sagnorðabendingini í eintali og stendur lýst við lýsingarorðinum í eintali“. Til dømis stendur heitið ’elōhīmʹ 35 ferðir í skapanarfrásøguni, og í øllum førum stendur sagnorðið sum hoyrir til og lýsir tað Gud segði ella gjørdi, í eintali. (1 Mósebók 1:1-2:4) Nevnda tíðarritið kemur tí til hesa niðurstøðu: „[’Elōhīmʹ] má heldur lýsast sum hert fleirtal ið vísir stórleika og hátign.

’Elōhīmʹ merkir ikki „persónar“, men „gudar“. Tey sum hevda at orðið vísir á eina tríeind, gera seg sostatt til polyteistar, fólk ið dýrka fleiri gudar. Hví? Tí so eru tríggir gudar í tríeindini. Men nærum allir talsmenn fyri tríeindina reka hugsanina um at tríeindin hevur tríggjar serstakar gudar aftur.

Bíblian brúkar eisini í summum førum orðið ’elōhīmʹ ella ’elōheʹ um avgudar í fleirtali. (2 Mósebók 12:12; 20:23) Men aðrastaðni verður tað brúkt um einstakar avgudar, til dømis sum tá filistarar offraðu til „Dagon, gud [’elōheʹ] sín“. (Dómararnir 16:23, 24), ella har Ba’al verður nevndur „Gud [’elōhimʹ]“. (1 Kongabók 18:27) Orðið verður eisini brúkt um menniskju. (Sálmur 82:1, 6) Móses fekk boð um at hann skuldi tæna sum „Gud [’elōhīmʹ]“ fyri Áron og Farao. — 2 Mósebók 4:16; 7:1.

At heitini ’elōhīmʹ og ’elōheʹ verða brúkt um avgudar og menniskju, merkir sjálvandi ikki at hesir avgudar og menniskju hvør sær eru fleiri gudar í einum. Á sama hátt merkir tað at orðini verða brúkt um Jehova, heldur ikki at hann er fleiri — serliga ikki tá vit hugsa um hvat øll Bíblian annars sigur um evnið.

Jesus ein serstakur skapningur

ÁJØRÐINI var Jesus menniskja, hóast fullkomin, tí Gud hevði flutt lívsmegi hansara til móðurlív Mariu. (Matteus 1:18-25) Men tað var ikki har tað byrjaði. Hann segði sjálvur at hann var „stigin niður av Himli“. (Jóhannes 3:13) Tí var einki løgið í tí hann seinni segði við lærisveinarnar hjá sær: „Hvat, um tit tá fáa at síggja Menniskjasonin fara upp, hagar sum Hann var áður!“ — Jóhannes 6:62.

Jesus hevði altso livað í himlinum áðrenn hann kom niður á jørðina. Men var tað sum ein persónur í einum alvaldum og ævigum tríeindum Guddómi? Nei, tí Bíblian sigur týðiliga at Jesus áðrenn hann gjørdist menniskja, var ein andaskapningur, ein andavera, skapt av Gudi eins og einglarnir. Hvørki einglarnir ella Jesus vóru til áðrenn Gud skapti teir.

Áðrenn Jesus gjørdist menniskja var hann „hin frumborni als skapnings“. (Kolossebrævið 1:15) Hann var „Byrjan Guds Skapnings“. (Opinberingin 3:14, danska 1907-umsetingin) At hann var ’byrjan’ skapningsins (á grikskum: archēʹ), kann ikki av røttum útleggjast sum at hann ’byrjaði’ skaparverkið, setti tað í gongd ella var upphav til tað. Jóhannes brúkar grikska orðið archēʹ í ymiskum bendingum meir enn 20 ferðir í skriftum sínum, og hvørja ferð í vanligu merkingini „byrjan“. Jesus varð sostatt skaptur av Gudi sum byrjanin til tað ósjónliga skaparverkið.

Legg til merkis hvussu væl hesar frágreiðingarnar um Jesu uppruna samsvara við tað tann ímyndaði „vísdómurin“ sigur í Orðtøkunum í Bíbliuni: „Meg skapti [Jehova] sum fyrsta verk Sítt, í forðum, áðrenn Hann skapti nakað annað. Áðrenn fjallagrundirnar vórðu lagdar, áðrenn heyggjarnir vórðu til, varð eg føddur, áðrenn Hann hevði skapt jørðina og markina og fyrsta moldklump jarðarríkis.“ (Orðtøkini 8:12, 22, 25, 26) Orðið „vísdómur“ verður í hesum føri brúkt til at lýsa persónin Gud skapti, og teir flestu granskarar eru á einum máli um at tað bílætliga lýsir Jesus sum andaskapning, áðrenn hann varð menniskja.

Sum „vísdómurin“, áðrenn hann gjørdist menniskja, sigur Jesus eisini at hann var hjá Gudi sum „verkstjóri Hansara“. (Orðtøkini 8:30) Samsvarandi hesum — at Jesus var verkstjóri Guds — sigur Kolossebrævið 1:16 at „í Honum varð alt skapt, tað í Himlunum og tað á jørðini“.

Tað var sostatt við hesum verkstjóra hin alvaldi Gud skapti alt hitt. Bíblian ger henda samandrátt: „So er tó fyri okkum bert ein Gud, Faðirin, sum alt er frá, . . . og ein Harri, Jesus Kristus, sum alt er við.“ (Okkara skákstaving.) — 1 Korintbræv 8:6.

Ivaleyst var tað við henda verkstjóra Gud segði: „Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara.“ (1 Mósebók 1:26) Summi vilja vera við at fornøvnini „Okkum“ og „Okkara“ í hesi orðingini vísa til eina tríeind. Men um tú sigur: ’Latið okkum gera tað og tað,’ verður tað vanliga ikki skilt soleiðis at tú ert samansettur av fleiri persónum í einum. Nei, tú og ein ella fleiri fara at gera okkurt í felag. Tað sama gjørdi seg galdandi við Gudi. Tá hann brúkti orðini „Okkum“ og „Okkara“, vendi hann sær bara til ein annan, fyrsta andaskapning sín, verkstjóran, Jesus áðrenn hann gjørdist menniskja.

Kundi Gud verða freistaður?

Í MATTEUS 4:1 stendur at Jesus varð „freistaður av Djevulinum“. Tá Satan hevði víst Jesusi „øll ríki heimsins og dýrd teirra“, segði hann: „Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg.“ (Matteus 4:8, 9) Satan royndi at fáa Jesus at svíkja Gud. Men hvør trúskaparroynd hevði hetta verið um Jesus sjálvur var Gud? Kundi Gud gjørt uppreistur ímóti sær sjálvum? Nei, men einglar og menniskju kundu reisast ímóti Gudi, og gjørdu tað. Einki høpi hevði verið í at freistað Jesus um hann var Gud og ikki ein sjálvstøðugur persónur við sínum egna fría vilja, ein ið kundi svíkja um hann vildi, á sama hátt sum ein eingil ella eitt menniskja.

At Gud kundi syndað og svikið seg sjálvan er óhugsandi. „Fullkomið er verk Hansara; . . . Trúfastur og svikaleysur Gud, rættvísur og sannorðaður er Hann!“ (5 Mósebók 32:4) Var Jesus Gud, hevði tað ikki borið til at freista hann. — Jákup 1:13.

Tá nú Jesus ikki var Gud, kundi hann svikið. Men hann var trúfastur við sama lag og segði: „Far burt, Satan! Tí skrivað er: ’[Jehova] Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.’“ — Matteus 4:10.

Hvussu stórt var loysigjaldið?

EIN hin týdningarmesta orsøkin til at Jesus kom niður á jørðina talar eisini ímóti tríeindarlæruni. Bíblian sigur: „Tí ein Gud er, og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus, sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll.“ — 1 Timoteus 2:5, 6.

Sum fullkomið menniskja, hvørki meir ella minni, varð Jesus loysigjaldið ið fullkomiliga svaraði til tað Ádam læt gleppa sær av hondum — rættin til fullkomið lív sum menniskja á jørðini. Jesus kundi tí av røttum nevnast „hin seinni Ádam“, og í sama viðfangi bar til at siga: „Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi.“ (1 Korintbræv 15:22, 45) Fullkomna menniskjalívið hjá Jesusi var ’loysigjaldið’ sum tann guddómliga rættvísin kravdi — hvørki meir ella minni. Ein grundleggjandi regla, eisini tá tað snýr seg um rættvísi millum menniskju, er at gjaldið skal svara til tann órættin sum er framdur.

Um Jesus var partur av einum Guddómi, hevði loysigjaldið verið nógv størri enn Guds lóg kravdi. (2 Mósebók 21:23-25; 3 Mósebók 24:19-21) Tað var einans eitt fullkomið menniskja, Ádam, sum syndaði í Eden. Tað var ikki Gud. Tí mátti loysigjaldið, fyri at lúka tey rættvísu krøvini Gud setti, svara heilt til tað — eitt fullkomið menniskja, „hin seinni Ádam“. Tá Gud sendi Jesus til jarðar sum loysigjald, gjørdi hann tí Jesus til tað ið fór at nøkta rættvísinnar krøv, ikki eina inkarnatión, ikki ein ið var sannur Gud og satt menniskja, men eitt fullkomið menniskja, ein sum var „lægri enn einglarnir“. (Hebrearabrævið 2:9; samanber Sálm 8:5, 6, Ny Verden-oversættelsen.) Hvussu kundi nakar partur av einum alvaldum Guddómi — Faðirin, Sonurin ella heilagi andin — á nakran hátt vera lægri enn einglar?

Hvussu var hann „einborin Sonur“?

JESUS verður í Bíbliuni nevndur ’einborni sonur Guds’. (Jóhannes 1:14; 3:16, 18; 1 Jóhannes 4:9) Tey ið trúgva tríeindarlæruni siga at tá Gud er ævigur, má sonur Guds eisini vera ævigur. Men hvussu kann ein vera sonur og samstundis javngamal við faðirin?

Talsmenn fyri tríeindarlæruna vilja vera við at orðingin „hin einborni“ í Jesu føri ikki skal fatast sum ’einasta barn’ í vanligari merking, men at tað „vísir á tað æviga Verusambandið, . . . til at vera føddur av Faðirinum úr Ævini“. (Lutherstiftelsens Bibelværk: Bibelen med Forklaringer) Men er hetta skilvíst? Ber tað til at vera føddur og sonur hjá onkrum og tó vera ævigur, uttan byrjan?

Og hví brúkar Bíblian júst tað sama grikska orðið tá hon lýsir sambandið millum Ísak og Ábraham? Í Hebrearabrævinum 11:17 verður Ísakur nevndur ’einborni’ sonur Ábrahams. Eingin kann ivast í at Ísakur var einborin í tí vanligu merkingini. Hann hevði ikki livað eins leingi og faðir sín, og hevði heldur ikki somu støðu sum hann.

Orðið ’einborin’ sum verður brúkt um Jesus og Ísak, er á grikskum monogenēsʹ, sum kemur av mo’nos, ið merkir „einastur“, og giʹnomai, eitt rótorð sum, sambært Strongs Exhaustive Concordance, merkir „at gera“, „at verða til“. Monogenēs’ merkir tí: „Føddur eina el. einsamallur, einasta (Barn).“ — Græsk-Dansk Ordbog eftir C. Berg.

Orðabókin Theological Dictionary of the New Testament, sum Gerhard Kittel hevur lagt til rættis, sigur: „[Monogenēsʹ] merkir ’eina avkom’, t.e. uttan brøður ella systrar.“ Henda orðabókin sigur eisini at í Jóhannes 1:18; 3:16, 18 og Fyrsta Jóhannesarbrævi 4:9 „verður støða Jesusar ikki bert samanborin við sambandið eitt einabarn hevur við faðir sín; tað er sambandið hin einborni hevur við Faðirin“.

Lívið hjá Jesusi, hinum einborna soninum, hevði altso eina byrjan. Og hin alvaldi Gud kann av røttum nevnast Lívgevari ella Faðir hansara, á sama hátt sum ein faðir á jørðini, til dømis Ábraham, ið gitur ein son. (Hebrearabrævið 11:17) Tá Bíblian nevnir Gud „Faðir“ at Jesusi, meinar hon altso tað hon sigur — at teir eru tveir serstakir persónar. Gud er tann eldri. Jesus er tann yngri — og undirgivin Gudi bæði í støðu, makt og kunnleika.

Gera vit okkum greitt at Jesus ikki var tann einasti andasonurin Gud skapti í himlinum, skilja vit betur hví bara hann verður nevndur „hin einborni Sonurin“. Allir hinir óteljandi andaskapningarnir, einglarnir, verða eisini nevndir „synir Guds“, eins og Ádam, tí lívsmegina hava teir frá Jehova Gudi, lívsins keldu. (Job 38:7; Sálmur 36:10; Lukas 3:38) Men allir vórðu teir skaptir við ’tí einborna Soninum’, tí einasta sum beinleiðis varð skaptur av Gudi. — Kolossebrævið 1:15-17.

Varð Jesus mettur sum Gud?

JESUS verður ofta nevndur „sonur Guds“ í Bíbliuni, men eingin í fyrstu øld helt hann vera „Gud Sonur“. Sjálvt teir illu andarnir, sum trúgva „at Gud er ein“, vistu úr andaheiminum at Jesus ikki var Gud. Tí málbóru teir seg rætt tá teir nevndu hann ’Son Guds’. (Jákup 2:19; Matteus 8:29) Og tá Jesus doyði høvdu teir ikki-kristnu hermenninir sæð so mikið, at teir máttu ásanna tað teir høvdu hoyrt lærisveinarnar siga — ikki at Jesus var Gud, men at hann ’sanniliga var Sonur Guds’. — Matteus 27:54.

Heitið „sonur Guds“ vísir til Jesus sum serstakan skapning, ikki sum part av einum tríeindum Guddómi. Sum sonur Guds kundi hann ikki vera Gud sjálvur, tí Jóhannes 1:18 sigur: „Eingin hevur nakrantíð sæð Gud.“

Lærisveinarnir mettu Jesus sum ’millummann millum Gud og menniskju’, ikki sum Gud sjálvan. (1 Timoteus 2:5) Av tí at ein millummaður, sum tað liggur í orðinum, stendur ímillum teir partarnar ið hava tørv á tænastu hansara, kundi Jesus ikki samstundis vera sameindur við ella uppi í øðrum partinum. Tá hevði hann sagt seg vera nakað hann ikki var.

Bíblian er greið og regluføst tá hon sigur frá sambandinum millum Gud og Jesus. Jehova Gud er einsamallur alvaldur. Hann skapti Jesus beinleiðis, áðrenn hann gjørdist menniskja. Tí hevði Jesus eina byrjan og kundi á ongum sinni vera Gudi líkur í makt ella ævinleika.

[Undirgrein]

^ par. 7 Óvissan um hvussu Guds navn upprunaliga varð úttalað ger at nakrar umsetingar skriva „Jahve“ meðan aðrar skriva „Jehova“.

[Tekstsendurgeving á síðu 14]

Av tí at Jesus er skaptur av Gudi, stendur hann undir Gudi bæði í tíð, makt og kunnleika

[Mynd á síðu 15]

Jesus segði at hann var til áðrenn hann gjørdist menniskja, og at hann varð skaptur av Gudi sum byrjanin til tað ósjónliga skaparverkið