Breyðini og súrdeiggið
Kapittul 58
Breyðini og súrdeiggið
STÓRAR mannamúgvur flokkast um Jesus í Dekapolis har meginparturin av íbúgvunum eru ikki-jødar. Nógv eru komin langar leiðir at hoyra hann og fáa heilsubót. Sum vanligt er tá jødar ferðast í ikki-jødiskum økjum, hava tey við sær stórar matkurvar við ferðavistum.
Tá rópar Jesus einaferð lærisveinarnar til sín og sigur: „Mær tykir hjartaliga synd í fólkinum; tey hava longu verið hjá Mær tríggjar dagar, og tey hava einki at eta. Lati Eg tey fara fastandi heimaftur, fáa tey maktarloysi á vegnum; og summi av teimum eru komin langan veg.“
„Hvaðani skal nakar kunna metta hesi við breyði her í oyðimørk!“ spyrja lærisveinarnir.
Jesus spyr seg fyri: „Hvussu mong breyð hava tit?“
„Sjey,“ svara teir, „og so nakrar fáar smáfiskar.“
Jesus biður fólkini seta seg niður á jørðina. Síðan tekur hann breyðini og fiskarnar, biður til Gud, brýtur tey og fær lærisveinunum. Lærisveinarnir bjóða síðan mannamúgvuni, og øll eta til tey eru mett. Tá avlopið síðan verður savnað saman, er tað upp í sjey fullar kurvar hóast umleið 4000 menn, aftrat konum og børnum, hava etið seg mett!
Jesus sendir mannamúgvurnar burtur, fer so við lærisveinum sínum um borð í ein bát og siglir yvir um Galileavatnið til vestaru strondina. Fariseararnir, sum nú eru í fylgi við fólki ið hoyra til trúarflokkin teir nevna saddukearar, royna her at freista Jesus og biðja um eitt tekin av himli.
Men Jesus varnast at teir vilja freista hann og svarar: „Um kvøldið siga tit: „Veðrið verður gott; tí himmalin er reyður!“ og um morgunin: „Í dag verður illveður; tí himmalin er reyður og dimmur.“ Ja, útsjónd himmalsins duga tit á at skyna, men tekin tíðanna duga tit ikki at týða!“
Síðan rópar hann teir eina ónda og ótrúgva ætt og sigur teimum tað sama sum hann longu hevur sagt farisearunum: at teir skulu ikki fáa annað tekin enn tekin Jónasar. Jesus og lærisveinarnir fara við báti til Betsaida, landnyrðingsmegin Galileavatnið. Á leiðini verða lærisveinarnir varir við at teir hava gloymt at fáa sær breyð við, og at bara eitt breyð er eftir hjá teimum.
Við tí orðaskiftinum í huga sum akkurát hevði verið ímillum Jesus øðrumegin, og fariseararnar og saddukearar í parti Heródesar hinumegin, ávarar Jesus nú lærisveinarnar: „Síggið til og varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og súrdeiggi Heródesar!“ Tá lærisveinarnir hoyra Jesus nevna súrdeiggið, halda teir hann hugsar um breyðið sum teir hava gloymt eftir, og teir fara at tosa sínámillum um málið. Men Jesus varnast at teir hava misskilt hann, og sigur: „Hví tosa tit um tað, at tit einki breyð hava við?“
Fyri bert tveimum ella trimum døgum síðan hevði Jesus jú á undurfullan hátt fingið breyð til vega til túsundtals menniskju. Teir áttu at vitað at hann ikki stúrdi fyri bókstavligum breyðtroti. „Minnast tit ikki?“ spyr hann. „Táið Eg breyt hini fimm breyðini til hinar 5000, hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?“
„Tólv,“ svara teir.
„Og táið Eg breyt hini sjey til hinar 4000, hvussu nógvar kurvar fullar av bitum tóku tit tá upp?“
„Sjey,“ svara teir.
„Hvussu ber tað tá til, at tit fata ikki enn?“ heldur Jesus fram. „Hvussu ber tað tá til, at tit skilja ikki, at tað var ikki um breyð, Eg segði hatta við tykkum? Men varðið tykkum fyri súrdeiggi Farisearanna og Saddukearanna.“
Endiliga skilja lærisveinarnir meiningina. Súrdeiggið sum fekk breyðið at ganga, skuldi ímynda spillu. Nústani skilja lærisveinarnir at Jesus við hesari mynd biður teir varða seg fyri „læru Farisearanna og Saddukearanna“ — tí hon er spillandi. Markus 8:1-21; Matteus 15:32–16:12.
▪ Hví hava mannamúgvurnar stórar matkurvar við sær?
▪ Hvar fer Jesus í báti tá hann er farin úr Dekapolis?
▪ Hvussu misskilja lærisveinarnir orð Jesusar um súrdeiggið?
▪ Hvat meinar Jesus við orðunum ’súrdeiggj Farisearanna og Saddukearanna’?